Kári ósamdur við Óla

- So leingi, útróðrarfiskurin liggur hultur um bultur á Fiskamarknaðinum, verður torført at fáa ein betri prís fyri tann feskasta fiskin. Neyðugt er at gera arbeiði til lítar, segði Kári Hansen

Fiskivinna

Óli Jacobsen, sum nú er nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, segði, at uppgávan hjá marknaðinum er at vera millumlið og tænastuveitari hjá teimum, sum selja og keypa fisk. Tí helt hann ikki, at Fiskamarknaðurin kann gera so nógv við ítøkiligu støðuna, nú prísirnir á fleiri fiskasløgum eru so lágir. Hinvegin vísti Óli á, at umráðandi er við eini vælvirkandi fiskasøluskipan, har fleiri keyparar møta upp og vilja ogna sær fiskin. Hetta átti at havt við sær, at besti fiskurin fekk besta prísin.
- Tá ið tað gongur niðureftir, verður ofta roynt at finna ein syndabukk, og kanska verður Fiskamarknaðurin í dag gjørdur til syndbukk.
Óli segði, at Fiskamarknaðurin, sum í fyrsta lagi privatar vinnufyritøkur eiga, kann sum so ikki ávirka sjálvar prísirnar, men ásetir gjald fyri tænastuna, ið felagið veitir.
Hann segði, at ynskir eru um, at Fiskamarknaður Føroya verður býttur uppí tvey, soleiðis at landingarmiðstøðin virkar fyri seg og sjálv uppboðssølan fyri seg.
- Nógv hevur verið tosað í nevndini um, hvussu hetta skal gerast, og nú verður arbeitt við eini skipan, sum bítir hesar funktiónirnar sundur. Tað hevur hildið verða best, at vinnufeløgini eiga tað mesta av tí partinum, sum fevnir um sjálva uppboðssøluna. Um so verður, ber ikki so væl til hjá vinnuni at grenja um sína egnu skipan, tí tá eiga tey "problemini" sjálvi.
Óli Jacobsen segði seg vænta, at nevnda uppbýti verður framt innan stutta tíð.
Hann ásannaði, at ymiskar meiningar saktans kunnu vera um kostnaðin av at selja um uppboðssøluna.

Ikki samdur

Kári Hansen segði seg ikki vera samdan í øllum tí, sum Óli hevði ført fram.
- Eg haldi, tað er stuttligt, at Óli er her í kvøld, sum nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya.
Kári helt, at Fiskamarknaðurin er størsta hending innan sølu av fiski í Føroyum.
- Men tað, sum er galið, er, at marknaðurin ikki í nóg stóran mun hevur tikið ábyrgdina av tí fiski, sum felagið selir.
Reiðarin vísti á orðini hjá undanfarna stjóranum á Fiskamarknaðinum, sum skal hava sagt, at marknaðurin hevur ikki ábyrgdina av fiskinum ? antin fiskurin stendur úti ella inni, ísaður ella ikki.
- Tað sigur eisini eitt sindur um, hvussu Fiskamarknaðurin hevur prioriterað, tá ið tað skuldu ganga fleiri ár, áðrenn fiskurin, sum kom inn á gólvið, kundi setast í kuldarúm.

Kassarnir

Kári fanst eisini at marknaðinum, tá ið hesin ikki vildi skilja fiskin í smáar kassar, hóast felagið hevur dýra skiljimaskinu við nógvum møguleikum.
Hann vísti á, at smáu kassarnir eru nógv betur egnaðir til útflutning av feskum fiski ? ikki minst, tí tey stóru kørini, sum kanska ongantíð koma aftur í aftur, eru verri fyri fiskin og binda nógvan pening.
- Tú fært eisini nógv fleiri keyparar at bjóða uppá fiskin, um hann verður útfluttur í smáum kassum.
Kári helt, at tá ið slík viðurskifti ikki kunnu loysast, er talan um tekniskar handilsforðingar, sum avgjørt ikki skapa ein betri fiskaprís.
- So leingi, útróðrarfiskurin liggur hultur um bultur á Fiskamarknaðinum, verður torført at fáa ein betri prís fyri fiskin. Neyðugt er at gera arbeiði til lítar, um meira skal fáast fyri feskasta fiskin, segði Kári Hansen.