Seinast vit báðir Birgir hittust var næstseinasta leygardag. Eg hevði saman við synunum verið eftir harum og hitti Birgir Uppi undir Brekkum. Lítið grunaði tað okkum, at hetta varð seinastu ferð at vit skuldu práta saman. Tilvildin hinvegin vildi tað soleiðis, at her oman fyri garðarliðið, í fagrasta vetrarveðri - við útsýni yvir ta bygd vit høvdu slíkan tokka til - skuldu vit hittast seinastu ferð. Her, við fagra útsýninum yvir bygdina, sum lá í fagrasta vetrarskrúð, við høgu fjøllunum og Kallsoynni í baksýni og skoðandi út á Norðhavið, alt meðan sólin sendi sínar geislar millum Tyril og Middagsfjall, fingu vit báðir soleiðis okkara seinasta prát. Hendan løtan var okkara og í tíðini sum kemur, verður tað gott at kunna knýta seinastu minnini um Birgir, at vøkru myndini hendan leygarmorgun.
Birgir var sum altíð glaður og smílandi. Hansara hugsan við hesum, hansara seinasta harutúri, var ikki at fáa størst møguliga veiðu. Hugsanin við túrinum hjá Birgiri var, sum hann sjálvur segði tað, at fáa ein túr í hagan og kunna njóta løtuna í haganum, langt burtur frá dagliga degnum við sínum stríði og strevi.
Vit sum kendu Birgir vistu, at hann var ein arbeiðsrót fram um teir flestu. Ikki bara var hann so sera arbeiðssamur, tað lá eisini so ótrúliga væl fyri at arbeiða. Sama gjørdi hvat handaliga arbeiði var, hann var sum tikin úr leikum til tað. Sum ungur arbeiddi hann innan byggivinnuna, men hansara lívsstarv skuldi tó gerast innan flakavinnuna. Hansara hegni, kunnleiki til maskinur og hendinga arbeiðsevnir gjørdu, at hann varð biðin at koma til Norðís at arbeiða. Hesum yrki varð hann verandi í. Hesi seinastu nógvu árini arbeiddi hann við saltfiskaframleiðslu og seinastu árini var hann virkisleiðari á saltfiskavirkinum á Toftum. Hugsi ikki eg fari nógv skeivur tá eg sigi, at hansara størstu og bestu eginleikar í arbeiðslívinum vóru at síggja fram um dagin í dag og menna nýggjar skipanir innan framleiðsluna og soleiðis fáa meir burtur úr rávøruni og ikki minst gagnnýta størri partar av henni.
Ongin ivi er um, at hansara partur liggur ikki eftir, nú føroyskur saltfiskur er komin á ovastu rók og er millum best dámdu saltfiskaúrdráttir á marknaðinum. Besta tekin um hetta man vera, at tá hann fyri júst einum ári síðan helt fimti ára føðingardag, komu umboð fyri saltfiskakeyparar heilt frá londunum við Miðjarðarhavið til Gjáar at halda dagin saman við honum. Eitt greitt tekin um at arbeiði hansara varð virðismett, eisini uttanfyri landoddarnar og hevur borið fruktir !
Birgir hevði stóran tokka til bygdina. Hann vitjaði tí javnan og til øll serlig tiltøk sum vóru í bygdini, ella til frama fyri eitt hvørt í bygdini, møtti hann upp og stuðlaði. Hann var til allar nýggjársveitslurnar og stuðlaði hesum við undirhaldi og á annan hátt. Orsøkin til luttøkuna, var ikki veitslan sjálv, men gleðin at koma saman við bygdarfólkinum og øðrum við tilknýti til bygdina og síðst men ikki minst viljin at stuðla og halda uppi hesum tiltaki, sum hevur verið fastur táttur í bygdini seinastu nógvu árini. Nú bygdin minkar og færri eru at skipa fyri veitslunum, samskiftu vit báðir so seint sum hósdagin innan hann andaðist, um møguleikan fyri at skipa fyri einari bygdarveitslu seinni í vetur. Sum altíð var hann til dystin fús og bjóðaði seg fram at hjálpa til. Hetta var sum nevnt seinasta hósdag og ikki grunaði tað meg, at næstu boðini um Birgir skuldu vera, at hann ikki var millum okkara meir.
Nú Birgir er farin, stendur eitt stórt pláss tómt eftir hann. Hetta er galdandi fyri vinir, arbeiðsfelagar og arbeiðspláss hansara, sum við honum hava mist so ótrúliga nógv. Størsti missurin og saknurin er tó hjá øllum tykkum sum stóðu honum næst. Við øllum tykkum havi eg mína djúpastu samkenslu. Nú sorgin nývir sum mest, er ringt at síggja frameftir og finna troyst. Mín vón og ynski skulu tó vera, at eftir tungu og døpru dagarnar fyri framman, finna tit lívsmótið og lívsgleðina aftur.
Við hesum fátøku orðum lýsi eg frið yvir minnið um bygdarmann og góða vin mín Birgir Nónsgjógv.
Símun