Jógvan Martin ger broytingar á liðnum

– Eg rokni við at gera eina ella tvær broytingar, segði Jógvan Martin Olsen eftir venjingina í gjár. Hann vildi ikki siga, hvørjar hesar vóru, men út frá venjingini at døma er tað ógvuliga sannlíkt, at Andrew av Fløtum kemur inn fyri Símun Samuelsen

Tbilisi, Georgia: – Tað vera ikki tær stóru broytingarnar. Men eg rokni tó við, at vit gera eina ella tvær broytingar. Tað segði Jógvan Martin Olsen við Sosialin í gjár, eftir at venjingin var liðug og hann var sloppin undan teimum mongu georgisku tíðindafólkunum, sum eisini høvdu verið og eygleitt venjingina.
Landsliðsvenjarin fekst ikki at siga, hvørjar hesar broytingar vera. Men út frá venjingini í gjár ber til at gera nakrar metingar, sum peika á, hvør henda eina ella hvørjar hesar báðar broytingarnar vera.
Landsliðið spældi eina løtu við ellivu monnum móti restini. Málverjin og verjan var tann sama sum ímóti Ukreina. Tað var miðvøllurin fyri sovítt eisini, men ein lítil broyting var tó, við at Christian Høgni spældi vinstri vongur, meðan Símun Samuelsen var á hinum liðnum. Og í álopinum var eisini ein broyting við tað, at Christian Høgni var fluttur aftur á vøllin. Har spældi Andrew av Fløtum saman við Rógva Jacobsen, og helst hevur tað verið hetta Jógvan Martin Olsen hevur sipað til, tá hann eftir venjingina segði, at tað helst verður ein ella tvær broytingar á liðnum.

Betri fyri nú
Landsliðið vandi í ein góðan tíma í gjár, og alla tíðina tóktist lagið at vera gott og menn kempaðu og stríddust.
– Teir vita at, at kappingin um plássini nú er nógv størri. Tað er óvist um teir byrja inni ella ikki, og tað sæst aftur í avrikunum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hann metir, at landsliðið er munandi betri fyri nú, at tað var fyri einum ári síðani, og tí heldur Jógvan Martin Olsen, at vit ikki eiga at rokna við einum stórtapi sum í fjør, tá Georgia vitjaði í Føroyum.
– Nei, tað vóni eg ikki. Upp á onkran máta meti eg okkum vera betri fyri sum hópur. Vit hava, nógv størri møguleikar at stilla liðið og hava fingið tíðandi leikarar við okkum, vísir Jógvan Martin Olsen á.
Hann nevnir, at í fjør kom tað fyri, at landsliðið stillaði upp við einum liðið, har átta leikarar høvdu spælt um tíggju landsdystir, kanska færri, men at liðið hevur nógv meiri royndir nú.

Normalisera úrslitini
Tí er tað hann hevur sett sum minstakrav, at botnstøði hjá liðnum skal vera hægri enn í fjør.
– Vit mugu fáa normaliserað úrslitini. Helst koma vit at tapa fleiri dystir, men tað skal vera meiri normal úrslit við einum, tveimum ella kanska trimum málum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Fortreytin fyri hesum, er sambært landsliðsvenjaranum, at føroyingar eru ótrúliga væl skipaðir og geva alt teir hava hvørja ferð.
– Tað næsta stigi er so, at vit tora at varðveita bóltin, tá vit fáa hann, og so skapa okkurt í hinum endanum. Tað haldi eg eisini, at tendensir vóru til leygardagin. Vit sóu tað eitt nú við innleggum, har tríggir mans eru í feltinum, tá bólturin kemur inn. Hesin tendensurin er meiri eyðsýndur nú, eisini hóast vit taptu hasar dystirnar í fjør, vísur Jógvan Martin Olsen á.
– Nei, megna vit at levera ein innsats fyri dagin, so óttist eg ikki eitt stórtap, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.