Ein slóðbrótari 80 ár

Tann 26. januar varð fyrrverandi skúlastjóri Ditlev Olsen 80 ár.

Tá Ditlev sum ungur kom á Læraraskúlan var tað ikki sum at siga tað. Hann hevði mist pápan av vanlukku í Íslandi.
Mamman var eitt satt konubrot. Hon flutti til Havnar við báðum børnum og fekk sær arbeiði, og tí kundi Ditlev fáa hesa útbúgving ? at fara á læraraskúlan og fekk prógv.
Eftir at hava verið lærari í fólkaskúlanum í nøkur ár, fór Ditlev til Danmarkar og fekk prógv sum lærari fyri deyv. Samstundis fekk Margit prógv, sum barnagarðslærari. Hon hevur alla tíð verið ein sera góður stuðul, bæði í skúla og heima.
Tey arbeiddu bæði á Kastelsvegnum á deyvaskúla.
So vóru boð eftir Ditlev at fara heim til Føroyar at kanna um tørvur var á skúla fyri talu- og hoyribrekað.
Jú, sanniliga var tørvur! Tað, at tað júst var tá, komst av, at 5. barnið hjá Annelinu og Jákup Zachariasen var komið á henda sama skúla.
Jákup hevði gjørt nógv fyri at fáa vent gongdini, so ikki fleiri deyv skuldu sendast av landinum.
Ditlev verður so fyristøðumaður á fyrsta deyvaskúlanum Jan verður so fyrst innskrivaði næmingur.
Skjótt vóru onnur foreldur, sum høvdu brekað børn, og sum ikki orkaðu at senda tey av landinum.
Húsarúm høvdu vit ikki nógv, men annars allarbestu umstøður.
Ymisk brek
Í raðfylgju vóru tað deyv, tunghoyrd, talubrekað, orðblind, rørslutarnað og menningartarnað v.m.
Fyriskipan
Nú komi eg til evnini hjá Ditlev. Fyrst undirvísti hann okkum lærarum, sum so við og við komu, tí skúlin vaks í hvørjum, síðani fekk hann læknar at undirvísa okkum. Tí tað er ikki nóg mikið at hava læraraprógv ? tað krevst nógv meira.
Vit lántu lærarar úr Danmark og so vórðu vit send ymsar staðir á námsskeið. Her var fram úr gott samstarv og ein frálík leiðsla við Ditlev sum fyristøðumanni og Hjørmund Magnussen sum skúlastjóra.
Skúlin vaks
So við og við fluttu vit í 3 ymisk hús: í KFUK, í Brekkugøtu og í KFUM. Tað gekk. Men so fingu vit skúlan á Trøðni.
Tá var gleðin stór! Vit høvdu eitt sera gott og arbeiðssamt foreldrafelag, sum hjálpti væl til.
Hóast nógvar broytingar: danskur skúli, sjálvsognarstovnur ? lutvís danskur/ føroyskur og so fult føroyskur.
Endabestur
So løgið, tað ljoðar, tá fekk skúlin mønustingin! Hóast allar hesar broytingar, dugdi Ditlev sera væl at laga seg eftir hesum.
40 ára hald
Í oktober 2002 vóru nógv av okkum saman á skúlanum á Trøðni til hátíðarhald. Tað var ein hugnalig løta, serliga at Ditlev kundi vera við.
40 ár liðin, síðani skúlin kom
Vit mugu vera samd um at takka núverandi leiðslu og lærarum, at tey hava hildið út í hesum tíðum, tá skúlamyndugleikar hava »bombað« skúlan aftur á nærum sama støði, sum tá brekað vórðu send av landinum. ? Um tað var stríggið við hvørt, so høvdu vit rúmari ræsur enn nú.
Góði Ditlev! Fyrst ynski eg tær tillukku og mangar góðar løtur enn, hóast sólin er komin nakað vestur. Harrin signi teg og tíni. Síðani vil eg takka tær fyri tað stórverk, tú gjørdi fyri, at brekað skuldu og kundu fáa undirvísing í Føroyum. Títt lívsverk var stórt.
Takk fyri mangar góðar løtur og takk fyri fyrimyndarligt samstarv.
???????

Bestur heilsanir
Hanna