Tað hevur verið tungur burður, men nú kunnu føroyingar velja, hvat telefonfelag teir vilja brúka. Umframt Føroya Tele verður eisini møguleiki at brúka TeleF, sum nýggja felagið eitur.
TeleF fer í fyrsta umfari bara at veita tænastur á fastneti, men Billy Hansen vónar, at TeleF skjótt fer at kunna bjóða kundunum fartelefon og internetsamband.
Umsókn um at veita kundum fartelefonsamband liggur hjá Fjarskiftiseftirlitinum, men tað er ikki klárt enn. TeleF hevur eisini ætlanir um at veita internetsamband.
? Munurin fer fyrst og fremst at vera, at vit kunnu veita eina bíligari tænastu enn Føroya Tele, sigur Billy Hansen.
Prísirnir hjá TeleF fara at vera almannakunngjørdir í næstum, og so ber til at samanbera við aðrar prísir, men enn ber ikki til at siga, hvussu bíligari tað verður.
? Enn hava vit ikki nógvar kundar, men um vit skulu hava fleiri, mugu vit vera lækka prísirnar, sigur Billy Hansen. Hann boðaði eisini frá, at farið verður undir eina lýsingarherferð í næstum.
Eingin broyting
Brúkarar, sum velja at brúka TeleF, skulu ikki hugsa um at broyta tað nummarið, tey hava nú. Heldur ikki skulu tey trýsta okkurt annað tal fyrst.
Gomlu numrini verða varðveitt. Broytingarnar verða gjørdar á netinum hjá Føroya Tele, sum TeleF brúkar.
Fyri at gerast kundi hjá TeleF, skalt tú senda eina umsókn inn.
Billy Hansen sigur, at rokningarnar fara at vera meira nágreiniligar. Kundarnir fara at kunna síggja, hvar og hvussu leingi tey hava verið í telefonini henda mánaðin. Kundin kann eisini fáa eina vanliga telefonrokning.
Fyrsta samrøðan
Hósmorgunin fór ein søgulig hending fram. TeleF hevði sína fyrstu almennu samrøðu. Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum hevði tann heiðurin at vera tann fyrsti, sum ringdi upp hjá TeleF.
Bygdaráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, svaraði í hinum endanum, at »tað hoyrist væl«.
Tað er ikki av tilvild, at fyrsta samrøðan hjá TeleF var millum Havnina og Vestmanna. Í 1905 var fyrsta telefonsamrøðan millum bygdir í Føroyum, og tað var júst millum hesi bæði støðini.
Tað var Ólavur av Heygum, sum tá dróg ein telefonkaðal úr Havnini til Vestmanna. Hetta var privat framtak, og Billy Hansen segði seg fegnast um, at henda tænasta nú aftur verður á privatum hondum.
Lang bíðitíð
Løgtingið samtykti á vári í 1997 eina fjarskiftislóg, sum skuldi loyva kapping á økinum, og í hesum sambandi varð Telefonverkið umskipað til partafelag.
Ikki fyrr enn nú, hálvttriðja ár aftaná, hava vit fingið fyrsta kappingarneytan hjá Føroya Tele.
Lógin áleggur, at øll kunnu brúka kervið hjá Føroya Tele, og TeleF má rinda fyri at brúka kervið.
Samstarv
Í sambandi við, at TeleF fer undir at bjóða fólki telefontænastur, er ein samstarvsavtala gjørd við El & Tele, sum skal taka sær av kervinum. El & Tele skal taka sær av innleggingum og øðrum praktiskum uppgávum.
TeleF er sostatt sett saman av Teletænastuni hjá Billy Hansen, Íslandssími, sum er ein íslendsk telefyritøka og El & Tele.
Billy Hansen hevur í fleiri ár havt Teletænastuna, sum bjóðaði bíligar samrøður uttanlands, men hon er dottin niðurfyri, nú nýggja felagið er farið í gongd.