Føroyar skulu duga betri at undirhalda

Hóast vandin fyri lúsingum verður størri, so arbeiðir nýggi landsliðsvenjarin miðvíst við at broyta spælistílin, so Føroyar meiri skulu verða kendar fyri at spæla fótbólt heldur enn at stríðast og sparka fótbólt

Nú verður dentur lagdur á  kanska uppaftur meiri enn fyrr  at spælararnir, sum skulu umboða Føroyar á landsliðnum, megna serliga væl at spæla fótbólt. Tað hava landsliðsspælarar sjálvandi altíð verið millum teir bestu í landinum at gera. Men nýggi landsliðsvenjarin hevur sett sær sum mál, at liðið ikki bara skal sparka og stríðast, tá ið tað verður sett undir trýst av teimum stóru. Spælararnir og liðið skulu tora at varðveita bóltin og spæla, og tað skal eisini gerast við meiri fólki longri frammi á vøllinum, enn tað higartil ofta hevur verið gjørt.
Tað er ikki á hvørjum ári, at Føroyar hava landsliðsvenjara, ið hevur føroyska tungu. Tá ið Fótbóltssambandið í heyst gjørdi av, at Jógvan Martin Olsen skuldi hava ábyrgdina av landsliðnum, so var tað fyrsta ferðin, síðani Føroyar í 1988 gjørdust limir í altjóða fótbóltsfamiljuni, at landsliðsvenjarin er føddur og uppvaksin í Føroyum, og at hann sum føroyingur hevur royndir í føroyskum fótbólti  bæði sum spælari og venjari.
Hevur tú ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu tú skalt røkka málinum at fáa liðið at vera meiri bóltførandi og við meiri fólki longri frammi á vøllinum?
- Tað kennist kanska vágið, men vit fara at royna. Setningurin er at mynda liðið við teimum spælarunum, sum best eru førir fyri at gera tað til veruleika, sum vit hugsa og arbeiða fram ímóti. Og í tí er tað mín fatan, at vit eru betri fyri, enn vit kanska nakrantíð áður hava verið tað. Tað vísti eisini venjingarlegan í Florida, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hvussu fer tað at síggjast aftur, at tað nú er tú, sum stendur á odda, og at tað nú er ein føroyingur, sum er landsliðsvenjari?
- Í nógvum fara vit at halda fram í góðu gongdini, sum hevur verið tey seinnu árini. Bygnaðurin kring landsliðið hevur nógv at siga fyri avrikini og úrslitini. Eg havi síðani 1996 verið saman við Allani Simonsen og Henriki Larsen. Teimum havi eg báðum stóra virðing fyri, og teir hava hvør á sín hátt verið mær til stóran íblástur. Eg haldi meg hava verið tilvitaðan um, at mín sessur hevur verið aftanfyri teir báðar. Tá ið eg nú fekk álitið at standa á odda fyri landsliðnum, so havi eg gjørt onkrar broytingar í tekniska hópinum, og eg eri so við og við farin undir at styrkja um samstarvið við feløgini.
Hvussu tá?- Eg havi hildið tað vera sera týdningarmikið, at vit fáa betri grundarlag fyri at síggja, hvussu væl spælararnir eru fyri. Um teir ikki eru likamliga nóg væl fyri, so er eingin vón fyri at vísa fótbóltsdygdir. Tí hava vit knýtt Magna Mohr afturat okkum. Hann kannaði venjingarstøðuna 7. og 28. januar og aftur 20. mars. Nú er møguleikin fyri, at dystir skulu spælast í november og mars, vorðin til veruleika, og tað eru vit farnir at fyrireika okkum til. Sum hjálparvenjari havi eg ikki havt sama møguleika ella sama førleika at samskifta við felagsvenjararnar, sum eg nú havi tað. Eg havi havt fundir við einstakar venjarar, og eg ætli mær javnan og støðugt at samskifta við venjararnar. Eg haldi tað vera týdningarmikið, at spælararnir úti í feløgunum kenna, at tað støðugt verður hildið eygað við, hvussu teir eru fyri at spæla á landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen.