skal aftur ígjøgnum mánamorgunsritualið - at hoyra um bardagar. Summir ógvusligari enn aðrir. Tað ið verturin endar við, er at spyrja Føroya fólk, um tey hava sæð nakað til slagsmálið ella slagsmálini [...] á upptøkunum. Hetta er tað, løgreglan hevur at arbeiða útfrá í dag - kanska er okkurt hendinga videobrot, annars mugu løgreglufólkini bara vóna, at onkur hevur sæð hendingina, sum ikki er inhabilur og ikki [...] tá vit ikki verða eygleidd. Víst er tað, hon sigur, týdningarmikið og ræðandi, men hvussu tað er relevant fyri hetta kjakið skilji eg ikki. Í stundini tú fer á alnótina er big brother eftir tær. Tú verður
ildina. Talan er um tvær hendingar. Fyrra hendingin hendi í mars, tá ein ung kvinna slapp undan einum álopsmanni við at spræna hárspray í eyguni á álopsmanninum. Hetta skrivaði in.fo um málið tá. - Unga [...] fekk gjørt nakað. Hildur Hentze upplýsir, at mynd er nú tikin av manninum, ið síðani verða vístar fyri kvinnunum, fyri at staðfesta, um talan er um sama mann. Í oktober avgjørdi Føroya rættur at varð [...] kannað, um tað var sami maður. Allir tríggjar kvinnurnar vórðu álopnar, tá tær vóru á veg heim um náttina. Allar tríggjar vórðu eisini hálaðar í, men í teimum báðu fyrru hendingunum, eydnaðist tað kvinnunum
gjørdist um. -Eg hevði verið glaður um vit vunnu við einum ella tveimum málum, men at vit so vístu okkum at spæla so væl, tað kundi eg bert ynskja mær. H71 hótti við at minka rættiliga nógv um munin í fyrra [...] tíðina hevur liðið tykist alsamt sterkari, og Martin Lellek heldur eisini at liðið í dag er eitt heilt annað lið enn tað, ið byrjaði kappingarárið. -At byrja við høvdu vit eina verju sum helst vildi standa [...] taka ímóti, men í dag hava vit fingið nógv meira hædd á verjuna, og tað krevur eisini dirvi. Hetta eydnaðist eisini sera væl móti H71 við trimum verjuleikarum høgt á vøllinum, greiðir Martin Lellek frá
akkurát er komin til Esbjerg, í yvirtíðini. Hann sendi flatt fríspark ígjøgnum bláa og gula manngarðin. Komandi sunnudag skal Brøndby á vitjan í Herfølge, og tá er lagt upp til, at fleiri áskoðarar enn nakrantíð [...] kappingini um DM í ár 2000. Øll liðini vóru í eldinum uttan Lyngby og liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Jákupi Mikkelsen. Hesi bæði liðini hittust á Lyngby stadion í gjárkvøldið, eftir at hetta blaðið [...] kappingini, enn teir gjørdu undan vikuskiftinum. Sigur ella javnleikur móti Lyngby fór at hava við sær, at munurin niður til Brøndby á øðrum plássi fór at togna til sjey ella níggju stig. Um Lyngby vann
tey undan okkum um seinastu sýnina. Nú fór Karl hjá Talis Tung og nívandi vóru boðini sum okkum bórist í lýsingini henda feigdarmorgun 15 februar 2002. Karl er farin. Tað tyktist sum um at alt steðgaði [...] drýpa vit høvur í djúpastu samkenslu við tykkum. Sum fuglur tú fegnast um spírandi vár um lívið sum sprettir úr moldum tó stókkut er tíðin og tald eru ár sum tær eru givin á foldum Hvør dagur sum dropar [...] eftir seg í føroyskari arbeiðarasøgu skuldi nú ikki vera okkara millum longur og enn einaferð taka vit til okkum orð Harrans um at hansara vegir eru ikki okkara vegir. Karl var valdur í nevndina í Havnar
spurningurin um pensjónsreformin, inntøkutrygd og sjúkrakassan. Men stóra ósemjan er á íløgusíðuni, sum hevur ein karm uppá 317 milliónir krónur. Anfinn tvíheldur um, at pláss er fyri tunlunum norður um Fjall [...] metir ikki, at rúm er fyri hesum íløgum, tá hallið á fíggjarlógini er so stórt sum 764 milliónir krónur. Og Sandoyartunnilin? Hann tykist vera gliðin heilt út í myrkrið. - Tað snýr seg um vælferð kontra tunlar [...] íløgukarmurin á ársins fíggjarlóg er hægri enn nakrantíð. Tí fari eg at endurskoða uppskotið og fáa tunlarnar inn í roknistykkið, lovar Anfinn Kallsberg. - Sannleikin er tann, at Jóannes hevur staðið fyri
ferðin var ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggum, sum er á triðja plássi. - Vit duga ikki at greiða frá, hví hetta hevur tørnað soleiðis út, men tað er greitt, at hetta er nakað, sum vit mugu arbeiða við, sigur Pól [...] bestu íslendsku liðini er neyvan serliga stórur, men Pól Jóhannus Justinussen heldur, at talan er um øðrvísi viðurskifti í Íslandi: - Vit venja og spæla á grasi. Tað er øðrvísi enn í Føroyum. Í vetur vandu [...] okkum. Hetta sigur ein av teimum trimum føroyingunum í Vali. Tað er vinstri vongverjin, Pól Jóhannus Justinussen, sum vit tosa við. Hann er fastur maður á liðnum. Tað eru Jónas Þór Næs, sum er vongverji
liðnum, og tí skal liðið framvegis samanspælast. Á heimavølli er málið tað sama hvørja ferð, og tað er full úrtøka, sigur AB venjarin, sum fegnast um, at tað spældi so væl av síðsta leygardag, hóast tað upp [...] sigurin í Sarpugerði var søguligur, tí hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at AB slapp úr fyrsta umfari í bestu deildini við fullari úrtøku. Upptøkurnar vísa, at tað reið um snarið, og at tað ikki hevði minsta [...] broytingar, tí Jógvan Isaksen, sum var ætlaður til annað miðverjuplássið, varð sjúkur. Spurningurin er nú, um Jógvan verður settur inn í miðverjuna, og harvið at Sorin Anghel verður fluttur fram á miðvallarplássið
seinnapart eydnaðist at fáa nýggja fiskiveiðiavtalu upp á pláss við russar. Samráðingarnar endaðu annars úrslitaleysar í november, tá ein russisk sendinevnd var í Føroyum og tingaðist. Tað var um tað mundi [...] tons av makreli, meðan vit fáa 12.000 tons av toski og 1.540 tons av hýsu. - Umframt hetta eru so nakrir snøklar við um hjáveiðu, men soleiðis síggja tølini í høvuðsheitinum út, sigur Jacob Vestergaard. [...] eri væl nøgdur við avtaluna, sum nú er fingin í lag. Tað hevur eydnast okkum at hála nakað inn aftur av tí skeivleika, ið komin var í javnvágina í sáttmálanum, og tað er ein fín gongd, sigur Jacob Vestergaard
kkinum er, at hugburðurin til royking er nógv broyttur til tað betra og tað heldur hann er gleðiligt. Eitt úrslit av tí er, at onkrar kommunur og stovnar, føra ein strangari roykipolitikk, enn lógin annars [...] av tubbakki er fallin meiri enn ein triðing hesi síðstu 10 árini. Hann heldur ikki, at Fólkaheilsuráðið, ella føroyskir myndugleikar, kunnu taka sær allan heiðurin fyri tað. - Tað er rákið um stóran part [...] skal vera um vælskipað tilboð og vit eiga at lýsa væl og virðiliga við hesum skeiðum. Tað heldur hann er neyðugt, tí hjá einum stórroykjara, er tað eitt ódnartak at leggja av. - At fáa minkað um roykingina