Karl Johansen (Karl hjá Talis) til áminningar

Minningarorð

Soleiðis fara tey undan okkum um seinastu sýnina. Nú fór Karl hjá Talis
Tung og nívandi vóru boðini sum okkum bórist í lýsingini henda feigdarmorgun 15 februar 2002.
Karl er farin. Tað tyktist sum um at alt steðgaði upp. Hevði verið til arbeiðis dagin fyri og ikki óraði tað okkum at hann somu nátt skuldi rógva seinasta brattan og leggja árarnar inn.
Hesin merkismaður, sum legði so nógv eftir seg í føroyskari arbeiðarasøgu skuldi nú ikki vera okkara millum longur og enn einaferð taka vit til okkum orð Harrans um at hansara vegir eru ikki okkara vegir.
Karl var valdur í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1975 og árið eftir varð hann valdur til formann. Hevði júst hildið 25 ára starvsdag sum formaður nú so brádliga boð vóru eftir honum.
At standa við stýrisvølin í einum arbeiðarafelag í samfull 25 ár krevur sín mann og at limirnir lótu Karli upp í hendi at umsita hetta abyrgdarstarv øll hesi ár, sínir tað álit og virðing sum Karl hevði millum limir felagsins og hann umsat sanniliga eisini hetta álit við størstu virðing fyri tí yrki sum felagið umboðar.
Karl var framsíggin og vitugur maður. Dugdi sera væl at bera sjónarmið arbeiðaranna fram, tað verið seg í samráðingum ella millum manna. Legði onki í at balla nakað inn. Øll sum vildi skilja sjónarmið hansara skiltu tey, tí hann kallaði ein spaka fyri ein spaka..
Karl var eisini dámligur og hóvsamur maður. Hevði ta sannføring at samráðingarleiðin var tann leið sum fyrst skuldi roynast út í æsir áðrenn onnur stig vóru tikin. Hinvegin var hann ikki blindur fyri at tað kundi gerast neyðugt at nýta aðrar møguleikar.
Tá okkurt kanska ikki gekk soleiðis, sum vónað hevði verið, plagdi hann at taka nakað soleiðis til. ?Tað nyttar onki at vera vónbrotin tí tað hava vit ikki ráð til innan arbeiðararørðsluna ? hvør dagur hevur sínar avbjóðingar og vit eiga ikki at leggjast á tað sum farið er men eiga at hyggja frameftir?.
Karl var virkisfúsur, nærlagdur og eldhugaður í øllum sum hevði við felagsins viðurskifti at gera og tað lá honum nær at virka soleiðis fyri at felagið kendi sær tryggan og góðan grundvøll at byggja virksemi sítt á.
Eitt av hjartamálum Carls var Eftirlønargrunnurin hjá felagnum, sum tað eydnaðist at fáa settt á stovn 1.august 1983. Hesin grunnur hevur eisini uttan iva dugna teimum limum sum farnir eru um eftirlønaraldur og hava fingið útgjald úr grunninum. At fleiri av eldri limunum vóru komnir at heilsa honum á 25 ára formannsdegnum frøddi hann almikið og hugstoytt er at lagnan vildi honum tað soleiðis at hann sjálvur ikki skuldi fáa lut í tí ágóða sum hann hevði verið so eldhugaður fyri at fremja limunum at gagni.
Í orðsins rætta tídningi hevur felagið við Karli mist ein trúgvan arbeiðshugaðan stríðsfelagaða sum seint verður gloymdur.
Góða Thea og børn. Við tøkk fyri tíðina okkum untist at hava Karl innanborða okkara millum og við størstu virðing fyri ta yrki hann útynti arbeiðaranum til frama drýpa vit høvur í djúpastu samkenslu við tykkum.


Sum fuglur tú fegnast um spírandi vár
um lívið sum sprettir úr moldum
tó stókkut er tíðin og tald eru ár
sum tær eru givin á foldum

Hvør dagur sum dropar í tíðurnar hav
hvør løta úr ókendum kemur
brátt kvøldar í vestri og sól fer í kav
og deyðin at hjartanum nemur

Nú hvílir tú frægi í døggvátu lág
og slept hava harðballnar hendur
nú fjørður er rógvin og stillin er vág
tín kós móti himni sær vendir

Friður verur við minni tínum kæri vinur

Havnar Arbeiðsmannafelag