Stríðið harðnar millum Kallsberg og Eidesgaard

Jóannes Eidesgaard tykist hava breiðan stuðul frá bæði samgongu og andstøðu fyri at strika tunlarnar norður um Fjall, og Fólkaflokkurin stendur heldur ikki saman um hjartabarnið hjá Anfinni Kallsberg. Fíggjarmálaráðharrin lovar, at Kallsberg ikki sleppur at endurtaka søguna frá í fjør

Er ABC-samgongan ein samgonga í orðsins sanna týdningi?

Hesin spurningurin hongur í luftini eftir fyrstu viðgerð av fíggjarlógini fyri 2010, sum fór av bakkastokki klokkan 09 í gjáramorgun, og sum helt fram í dag.

Í londunum kring okkum er fíggjarlógaruppskotið, sum ráðharrin leggur fram, eitt úrslit av politiskum samráðingum millum stjórnarflokkar og eventuellar stuðulsflokkar.

Tá er innanhýsis stríðið longu tikið. Tá eru avtalurnar greiðar. Handlarnir eru komnir uppá pláss. Uppskotið glíður ígjøgnum parlamentariska maskinaríið uttan stórvegis hólmgongur. Og tann tinglimur, sum fer solo, verður náðileyst grýttur út á síðulinjuna. 



Tunlar kontra vælferð

Men soleiðis er ikki í Føroyum. Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini fór av bakkastokki í gjáramorgunin og helt fram í dag. Og kjakið undirstrikaði, at snúningsdepilin í føroyskum politikki beint nú er maktkampurin millum Fíggjarmálaráðið og Fíggjarnevndina í løgtinginum. Ella rættari sagt millum Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra úr Javnaðarflokkinum, og Anfinn Kallsberg, fíggjarnevndarformann úr Fólkaflokkinum.

Fleiri leysir endar eru í ársins fíggjarlógaruppskoti, t.d. spurningurin um pensjónsreformin, inntøkutrygd og sjúkrakassan. Men stóra ósemjan er á íløgusíðuni, sum hevur ein karm uppá 317 milliónir krónur. Anfinn tvíheldur um, at pláss er fyri tunlunum norður um Fjall. Men Jóannes metir ikki, at rúm er fyri hesum íløgum, tá hallið á fíggjarlógini er so stórt sum 764 milliónir krónur.

Og Sandoyartunnilin? Hann tykist vera gliðin heilt út í myrkrið.

- Tað snýr seg um vælferð kontra tunlar. Tað snýr seg um trúvirði og um politiska samvitsku. Eg kann ikki liva við, at vit stramma á vælferðarøkinum og samstundis seta tunnilsverkætlanir í gongd fyri hundraðtals milliónir, segði Jóannes Eidesgaard í tinginum í gjár.

Og tá Jóannes verður spurdur, hvat “vælferð” merkir í hansara hugaheimi, nevnir hann sjúkrahúsverkið, skúlaøkið, røktarheim, bústovnar, bjálving av húsum o.s.fr. Tey sonevndu bleytu virðini. 



Tunlar eru vælferð

Men Kallsberg noktar at seta vælferð upp ímóti tunlum. Fyri hann er tað ikki “antin ella”, men “bæði og”. Og hann spyr, um vælferð ikki eisini merkir vælferð til útjaðaran.

- Síðani sekstiárini hava vit útbygt infrakervið í hesum landinum. Og íløgukarmurin á ársins fíggjarlóg er hægri enn nakrantíð. Tí fari eg at endurskoða uppskotið og fáa tunlarnar inn í roknistykkið, lovar Anfinn Kallsberg.

- Sannleikin er tann, at Jóannes hevur staðið fyri hesum íløguraðfestingunum einsamallur. Einki annað landsstýrisfólk hevur fingið eitt bein til jørðina. Og Jóannes skal ikki sleppa at ignorera løgtingssamtyktir og trumfa sítt egna ígjøgnum, lovar Anfinn Kallsberg.

Í fjør eydnaðist tað formanninum í Fíggjarnevndini at broyta stórar partar av uppskotinum hjá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, m.a. við at fáa nógv umtalaðu tunlarnar norður um Fjall samtyktar við árslok. Og afturfyri hetta fingu aðrir løgtingslimir í Fíggjarnevndini sínar leskiligu bitar. Bill og Tobbi fingu asfalt til Eysturoynna. Magni Laksáfoss fekk sítt til skótarørsluna. Eyðgunn Samuelsen fekk ein trivaligan bita til Tekniska Skúla í Klaksvík o.s.fr. Men Jóannes bedýrar, at soleiðis verður ikki í ár.

- Man kundi næstan seta navn á hvørja játtan, so týðiligt var spælið millum limirnar í Fíggjarnevndini fjør. Men Anfinn sleppur ikki at endurtaka hesa søguna, slær Jóannes Eidesgaard fast. 



Fólkaflokkurin í tvíningum

Beint nú sær út til, at Anfinn Kallsberg má lúta í hesum nevaleikinum millum tveir elefantar í ABC-samgonguni. Kaj Leo Johannesen sigur, at hansara flokkur stendur aftanfyri fíggjarlógaruppskotið hjá Eidesgaard. Hetta hóast Bjørn Kalsø í Sosialinum í næst seinastu viku ikki var fegin um, at tunlarnir norður um Fjall eru strikaðir, tí Norðoyggjar hava brúk fyri arbeiðsskapandi tiltøkum.

Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri sín formann, og formaðurin í tingbólkinum, John Johannesen, segði í gjár, at stundin ikki er til at byggja persónligar minnisvarðar hjá einstøkum politikarum. Og andstøðan tykist eisini taka undir við einum sonevndum “tunnils-time-out”, sum Jóannes kallar tað.

Fólkaflokkurin stendur heldur ikki saman um tunlarnar norður um Fjall. Formaðurin vísti sín stuðul til stríðið hjá Jákupi Mikkelsen og Anfinni Kallsberg fyri tunlunum, tá hann í Degi og Viku í seinastu viku segði, at Fólkaflokkurin ikki fór at góðtaka, at partar av samgonguni allieraðu seg við andstøðuna. Men samstundis hevur avvarðandi landsstýriskvinna, Annika Olsen, meiri enn einaferð boðað frá, at hon tekur undir við núverandi raðfestingum í uppskotinum hjá landsstýrinum. Og tað sama gera Poul Michelsen og Bjarni Djurholm.

Tí bendir lítið á, at formaðurin í Fíggjarnevndini fer at fáa tunlarnar norður um Fjall á fíggjarlógina fyri 2010.