- Vit skulu ikki taka okkum alla æruna. Men í øllum førum fegnast vit.
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum sigur, at tað eru deilig tíðindi hjá honum at fáa at vita, at innflutningurin av tubbakki er fallin meiri enn ein triðing hesi síðstu 10 árini.
Hann heldur ikki, at Fólkaheilsuráðið, ella føroyskir myndugleikar, kunnu taka sær allan heiðurin fyri tað.
- Tað er rákið um stóran part av heiminum, at fólk roykja minni og minni og tað rákið er eisini komin inn á okkum, sigur hann.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at seinastu árini hevur nettupp royking verið tað økið, Fólkaheilsuráðið lagt størsta dentin á, helst ímillum børn og ung.
Serliga hava tey lagt dent á átøk, sum skulu forða fyri, at børn og ung fara at roykja yvirhøvur.
Fólkaheilsuráðið sigur, at yvirskipaða endamálið er, at tey, sum eru fødd í 2000 ella seinni, skulu ongantíð fara at roykja.
Tí verða átøk nú fyriskipað í samstarvi við skúlarnar við tí endamáli at halda allar 6. flokkarnar roykfríar.
Neyðugt við átøkum
Annars vísir Pál Weihe á, at Fólkaheilsuráðið hevur givið landsstýrismanninum í Heilsumálum sjey tilmæli um, hvussu tað ber til at minka um roykingina.
- Vit eru púra samd við landsstýrismannin, tá ið hann í Sosialinum mikudagin segði, at tollfríur innflutningur av tubbakki eigur at avtakast.
Hann heldur eisini, at prísurin á sigarettum eigur at verða settur upp, tí tað er ein royndur lutur, at prísurin hevur stóra ávirkan á nýtsluna.
Í hesum sambandi heldur hann, at tað hevði verið hóskandi, at prísurin á sigarettum hækkar 10%.
Fólkaheilsuráðið mælir eisini til, at lógin verður herd soleiðis, at tað als ikki verður loyvt at roykja á øllum matrikulnummarinum hjá skúlum og dagstovnum til børn, hvørki inni ella úti.
- Tað eigur heldur ikki at verða loyvt at roykja í húsum, har børn eru í dagrøkt.
Tað er longu bannað at roykja innandura og Pál Weihe hevur áður ført fram í Sosialinum, at tað kann ikki vera meiningin, at lærarar og pedagogar bara kunnu fara út í tún at roykja upp í andlitið á børnunum, samstundis sum roynt verður at prentað niður í tey, hvussu skaðiligt, tað er.
- Royking skal slett ikki verða forbundin til støð, har børn eru, tí tað er í barnaárinum, at ringir vanar verða gróðursettir, heldur Pál Weihe.
Í hesum sambandi kann nevnast, at hetta stigið hava fleiri myndugleikar longu tikið. Eitt nú hevur Tórshavnar Kommuna bannað royking á øllum matrikulnummarum hjá skúlum og og dagstovnum í kommununi.
Tað sama hevur skúlin á Toftum gjørt og kanska aðrir stovnar við.
Skeið í avvenjing
Pál Weihe heldur somuleiðis, at størri dentur eigur at verða lagdur á at bjóða fólki skeið í at leggja av at roykja. Hesi skeið skulu ikki bara í miðstaðarøkinum, men kring alt landið. Talan skal vera um vælskipað tilboð og vit eiga at lýsa væl og virðiliga við hesum skeiðum.
Tað heldur hann er neyðugt, tí hjá einum stórroykjara, er tað eitt ódnartak at leggja av.
- At fáa minkað um roykingina er eitt drúgt og tungt hál, men tað er ógvuliga eggjandi at fáa at vita, at tað virkar og at innflutningurin at tubbakki er í stórari minking, sigur Pál Weihe.
Karsten fer at trýsta á
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at innflutningurin av tubbakki er minkaður so nógv.
Hann heldur, at hetta vísir, at miðvísi roykipolitikkurin hevur givið úrslit.
Men hann vísir eisini á, at eitt úrslit av roykipolitikkinum er, at hugburðurin til royking er nógv broyttur til tað betra og tað heldur hann er gleðiligt.
Eitt úrslit av tí er, at onkrar kommunur og stovnar, føra ein strangari roykipolitikk, enn lógin annars krevur.
Hann sigur, at hetta eggjar avgjørt til at halda fram við átøkum ímóti royking.
- Vit vita, at bilbukt fæst ikki við royking eftir einum degi. Men kunnu vit flyta nøkur mørk av og á, er nógv vunnið.
Og nú hann er landsstýrismaður, ætlar hann eisini sjálvur at flyta nøkur mørk.
Eitt, hann ætlar at fremja, er at avtaka møguleikan at keypa tollfrítt tubbakk og hann umhugsar eisini at fáa samgonguna at taka undir við at prísurin skal hækka.
Karsten Hansen fer eisini at tosa við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, um at seta roykiforboð á øllum matrikulnummarinum hjá skúlum, dagstovnum, dagrøkt og øðrum stovnum fyri børn og ung.
- Tað er mín uppgáva at trýsta á og tað fari eg at gera, sigur hann.
LES EISINI GREININA: Taktikkurin ímóti royking eydnaðist
LES EISINI GREININA: Roykja ein triðing minni










