Løgreglan kannar nú, um nakað samband er millum unga mannin sum í oktober varð handtikin og skuldsettur fyri eina neyðtøkuroynd aftanfyri Sjónleikarhúsið í Havn 30. september, og tvær aðrar fráboðanir, har kvinnur hava verið álopnar í Havnini. Tað upplýsir Hildur Hentze, varaleiðari á kriminaldeildina.
Talan er um tvær hendingar.
Fyrra hendingin hendi í mars, tá ein ung kvinna slapp undan einum álopsmanni við at spræna hárspray í eyguni á álopsmanninum. Hetta skrivaði in.fo um málið tá.
- Unga kvinnan var á veg til hús, tá ið hon bleiv álopin av einum manni, sum royndi at hála hana inn í ein myrkan garð. Hon bleiv eisini sligin í andlitið, áðrenn hon fekk fatur á einum dunki við hárspray, ið hon hevði í taskuni hjá sær og fekk sprænt hetta í andlitið á manninum, sum síðani slepti henni. Gentan rann so til hús, og dagin eftir meldaði hon tilburðin til løgregluna.
Seinna var stutt undan ólavsøku, har ein maður tók í eina kvinnu, sum tó megnaði at slíta seg leysa. Um tí hendingina skrivaði in.fo tann 25.07.15.
- Í nátt tók ein maður í eina unga gentu í Grím Kambansgøtu í miðbýnum í Havn, men gentan fekk skrætt seg leysa og rann avstað. Vakthavandi sigur, at meira verður ikki gjørt við málið, tí man veit ikki, hvat maðurin vildi gentuni.
Ungi maðurin hevur noktað seg sekan í báðum málunum, men sambært varaleiðaranum á kriminaldeildini, so verður ein møguligur samanhangur kannaður, tí bæði málini líkjast hendingini aftanfyri Sjónleikarhúsið.
- Av tí, at hendingarnar líkjast, so verður nú kannað, um tað var sami maður. Allir tríggjar kvinnurnar vórðu álopnar, tá tær vóru á veg heim um náttina. Allar tríggjar vórðu eisini hálaðar í, men í teimum báðu fyrru hendingunum, eydnaðist tað kvinnunum at sleppa undan, áðrenn álopsmaðurin fekk gjørt nakað.
Hildur Hentze upplýsir, at mynd er nú tikin av manninum, ið síðani verða vístar fyri kvinnunum, fyri at staðfesta, um talan er um sama mann.
Í oktober avgjørdi Føroya rættur at varðhaldsfongsla unga mannin í fýra vikur. Í november varð avgjørt at leingja um varðhaldsfongslingina í fýra vikur aftrat, meðan maðurin millum annað verður mentalkannaður.










