Steypafinalan hjá monnum verður leikt í dag klokkan 16.00
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
-Eg gleði meg ótrúliga nógv. Fyrstu ferð eg var í Føroyum var til steypafinalurnar í fjør, meðan eg samráddist við Kyndil. Tá eg sá umstøðurnar í finaluni var eg seldur, og hugsaði at hetta kundi eg væl hugsað mær at roynt, sigur Martin Lellek, kyndilsvenjari. Kyndil spældi seg í finaluna eftir at teir vunnu á H71, eftir eitt framúr avrik í fyrru hálvfinaluni.
-Eg hevði ikki væntað at vit vunnu á H71 eftir tveir dystir. Eg helt at tað var tað torførasta mótstøðuliðið vit kundu hitta, og at vit vunnu á teimum vísir hvussu sterkir okkara spælarar eru, og hvussu góðir teir eru tá ið teir raka toppstøðið, heldur venjarin fyri.
Onkursvegna gjørdist venjarin bilsin um hvussu væl liðið hjá honum kom frá byrjan móti H71, men hann hevði eisini eina góða kenslu áðrenn dystin.
-Eg helt at vit høvdu ein sera góða taktiska venjing dagin fyri fyrru hálvfinaluna, har eg kendi á mær at leikararnir vóru sera fokuseraðir, so eg hevði eina góða kenslu undan dystinum, sigur Martin Lellek, ið tó ikki hevði væntað eina so góða byrjan sum talan gjørdist um.
-Eg hevði verið glaður um vit vunnu við einum ella tveimum málum, men at vit so vístu okkum at spæla so væl, tað kundi eg bert ynskja mær.
H71 hótti við at minka rættiliga nógv um munin í fyrra dystinum, eins og tað eina løtu var líkt til at hoyvíkingar fóru at taka savnaðu leiðsluna aftur, men í báðum førum megnaði Kyndil at taka tamarhaldið aftur á dystinum. Tað var fyrst og fremst leikarunum at takka, sigur venjarin. Teir vístu stóra sálarliga styrki og stríðsvilja, og teir stóðu saman tá ið tað sá trupult út, greiðir venjarin frá.
Nú stendur Kyndil so í steypafinaluni eftir eitt skiftandi kappingarár, har liðið nú loksins sær út til tryggja sær fjórða plássi í landskappingini. Men seinastu tíðina hevur liðið tykist alsamt sterkari, og Martin Lellek heldur eisini at liðið í dag er eitt heilt annað lið enn tað, ið byrjaði kappingarárið.
-At byrja við høvdu vit eina verju sum helst vildi standa niðri á seks metrum og taka ímóti, men í dag hava vit fingið nógv meira hædd á verjuna, og tað krevur eisini dirvi. Hetta eydnaðist eisini sera væl móti H71 við trimum verjuleikarum høgt á vøllinum, greiðir Martin Lellek frá og staðfestir: -Eg haldi vit spæla sera góðan hondbólt í løtuni.
Gaman í tapti Kyndil fyri Neistanum í bólkaspælinum, men hetta skulu fólk ikki leggja so nógv í, sigur kyndilsvenjarin. Hann vísir á at dysturin hevði ikki so nógv at siga, og at tað verður eitt heilt annað trýst at spæla undir í finaluni.
Og trýstið kann gerast avgerandi. Nakrir leikarar trívast væl undir trýsti, meðan nakrir lata seg órógva ov nógv, heldur Martin Lellek, ið tó væntar at leikararnir hjá sær fara at trívast. -Eg haldi teir vístu í Hoyvík at teir duga at spæla undir stórum trýsti, sigur venjarin og sipar til hvussu høllin larmaði tá ið H71 var um at taka leiðsluna í seinnu hálvfinaluni.
Tað ber ikki til at siga hvønn veg finalan fer at koppa heldur venjarin.
-Tað liðið, ið rakar dagin, ger fæst villur og avgreiðir sínar møguleikar best fer at vinna, og tað vóni eg at vit gera, sigur Martin Lellek at enda.