Gullið er framvegis á skránni

Teir tríggir føroyingarnir eru millum stuðulsspælararnar hjá íslendska Vali, sum undan kappingarbyrjan miðaði eftir at enda millum trý tey ovastu og framvegis hevur vón um at vinna meistaraheitið

Tað var einki lag í bussinum, tá ið ferðalagið hjá íslendska fótbóltsfelagnum Valur mánakvøldið koyrdi aftur til Reykjavíkar, eftir at teir høvdu vitjað á Hafnafirði og har lagt rygg til 3-2 tap ímóti FH.

Tað var heldur einki at siga til tað, at lagið ikki var so gott. Dygst undan steðginum hevði ein av føroysku spælarunum, Christian R. Mouritsen, við sínum fyrsta máli í landskappingini, lagt Val á odda 2-1. Tólv minuttir eftir hvíldina varð ein av FH monnunum rikin av vølli, og so sá tað rættuliga ljóst út hjá føroyingunum og teirra liðfeløgum. Men FH javnaði ein minutt eftir útvísingina, og tað eydnaðist heimamonnunum í Kaplakrika á Hafnafirði at skora sigursmálið, hóast teir vóru undirmannaðir.

- Vit høvdu nógv meiri spæl og fleiri møguleikar. Teir høvdu ein opnan møguleika, sum teir skoraðu upp á, og so fingu teir tvey mál eftir horna. Tað var ikki nóg gott hjá okkum.

Hetta sigur ein av teimum trimum føroyingunum í Vali. Tað er vinstri vongverjin, Pól Jóhannus Justinussen, sum vit tosa við. Hann er fastur maður á liðnum. Tað eru Jónas Þór Næs, sum er vongverji í høgru, og Christian R. Mouritsen, sum er framrættaður miðvallari, eisini.

Valur er eftir 12 av 22 umførum næstfremst í bestu deildini. Higartil hevur liðið tapt tríggjar ferðir, og tað er merkisvert, at tvær ferðir hevur liðið tapt, tá ið teir hava spælt ellivu ímóti tíggju. Fyrra ferðin var ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggum, sum er á triðja plássi.

- Vit duga ikki at greiða frá, hví hetta hevur tørnað soleiðis út, men tað er greitt, at hetta er nakað, sum vit mugu arbeiða við, sigur Pól Jóhannus Justinussen. Hann og liðfelagarnir høvdu frí í gjár, og klokkan 17 í dag fara teir at venja. Næsta avbjóðingin verður mikudagin í næstu viku, tá ið teir eiga heimavøll ímóti Grindavík. Heimavøllurin hjá Vali, á Líðarenda, er tætt við flogvøllin í Reykjavík, har flogfarið hjá Atlantsflog lendir.

KR, sum Rógvi Jacobsen spældi við fyri seks árum síðani, er greitt oddalið og favorittur at vinna meistaraheitið.

- Tað verður torført at fáa KR aftur. Undan kappingarbyrjan settu vit kós eftir topp trý. At røkka hesum er góður møguleiki, og vit halda framvegis, at tað er møguleiki at røkka gullinum. Í síðstu viku spældu vit 1-1 ímóti KR, og um nakar vinnari skuldi verið í tí dystinum, so áttu vit at havt vunnið. Vit høvdu meiri spæl og fleiri møguleikar, men vit skoraðu bara eitt mál.

Upprunaliga var Valur tætt knýtt at virkinum hjá KFUM í Reykjavík, og á heimavøllinum á Líðarenda er standmynd av tí í Føroyum so kenda Fríðriki Fríðriksson, sum var undanmaður í KFUM í Íslandi.

Valur hevur vunnið meistaraheitið 20 ferðir. Tað er bara KR, sum Valur í ár kappast um meistaraheitið við, ið hevur verið meistari fleiri ferðir enn Valur. KR hevur vunnið 24 ferðir. Valur vann meistaraheitið fyrstu ferð í 1930, og síðsta meistaraheitið vann felagið í 2007.


Liva sum yrkisleikarar

Kristian Guðmundsson er venjari hjá Vali. Hann var venjari hjá HB í fyrraárið og fyrrapartin av 2010, og tað er hann, sum hevur verið millummaður, so føroysku spælararnir nú eru í Vali. Teir fóru yvir stutt eftir ársskiftið, og teir vera í Reykjavík inntil fyrst í oktober, tá ið landskappingin verður liðug.

- Hetta er spennandi roynd fyri okkum. Vit verða ikki ríkir av at spæla fótbólt í Íslandi, men vit kunnu liva av tí, og vit hava góðar umstøður sum yrkisspælarar. Venjing er á skránni klokkan 17 hvønn dag. Vit eru við hús aftur um átta tíðina. Tá ið vit ikki arbeiða er møguleiki fyri nógvari hvíld, og so hava vit møguleika at læra býin og mentanina at kenna og ikki minst at læra íslendska málið, greiðir Pól Jóhannus Justinussen frá úr Reykjavík. Hóast hann og hinir síðani á nýggjárinum bara hava verið heima í sambandi við landsdystirnar, so fylgja teir væl við í føroyskum fótbólti.

- Vit hoyrdu útvarpingina á Rás2, tá ið ÍF vann 3-1 á B68, og vit fara at fylgja við í kvøld, tá ið Víkingur og EB/Streymur fara at dystast.

Umhugsa tit møguleikan aftur at spæla í Føroyum?

- Vit eru allir bundnir av 2 ára sáttmála. Men í íslendskum fótbólti er tað sum aðra staðni, at tað verður keypt og selt, tá ið høvið er til tað, og prísurin er tann rætti. Umboð fyri feløg kring alt Europa fylgja væl við í íslendskum fótbólti. Spælarar verða seldir til feløg í hinum norðurlondunum og til eitt nú Skotlands og Onglands, men tað er fyrst og fremst upp til feløgini at gera av. Allir, sum spæla, eru áhugaðir at royna, hvussu langt tað ber til at koma, men fyribils vita vit ikki um annað, enn at vit fara at halda fram í Vali.


Eru betri fyri

Munurin millum bestu føroysku liðini og bestu íslendsku liðini er neyvan serliga stórur, men Pól Jóhannus Justinussen heldur, at talan er um øðrvísi viðurskifti í Íslandi:

- Vit venja og spæla á grasi. Tað er øðrvísi enn í Føroyum. Í vetur vandu vit sera nógv við vektum og skjótleikavenjingar. Í Vali royna vit at halda upp á bóltin, men fleiri av veikaru liðunum brúka nógv at leggja langar sendingar úr verjuni og fram til teir fremstu.

Nógvir útlendingar eru í íslendskum fótbólti. Í Vali eru tað bara tríggir – Jónas, Christian og Pól Jóhannus. Allir hinir eru íslendingar.

- Tað er kapping um plássini, og tá ið tað eru nógvir, sum kappast um plássini, so verður dygdin í venjingunum góð. Ferðin er hægri og kropsstyrkin størri, og tað hevur aftur við sær, at spælararnir verða betri fyri. Eg haldi, at vit eru allir betri fótbóltsspælarar nú, enn tá ið vit komu yvir higar í januar, er metingin hjá Pól Jóhannus Justinussen, sum ikki ivast í, at fleiri føroyingar kundu staðið seg væl í fremstu røð í Íslandi.

Eingin ivi man vera um, at allir tríggir føroysku spælararnir í íslendskum fótbólti fara at fáa landsliðsboð, tá ið Føroyar 10. august fara at spæla á útivølli í Belfast.