tilomælið frá havnameistaranum er tí, at mælt verður til at ganga umsóknini á møti, at byggja á ídnaðarøkinum oman fyri vegin. Havnanevndin samtykti á fundi 18. februar at taka undir við tilmælinum. Økið, sum [...] Lindenskov og Marin Katrina Frýdal, mælti til at taka undir við býararkitektinum. Á sjálvum býráðsfundinum førdi Marin Katrina Frýdal fram, at økið átti at verið boðið út sambært bíðilistanum, men hesum [...] Tað var longu í november 2005, at Asfaltvirkið á Sundi søkti býráðið um at víðka leigumálið av økinum, tí goymskuplássið til skerv var ov lítið. Tað hendir kortini lítið og einki í málinum fyrr enn As
uppgávu at taka sær av øllum logistiskum uppgávum undir boringini. Ætlanin er at seta á at bora í summar, eftir at boripallurin West Phoenix er liðugur at bora Victoria brunnin í norskum øki. Ilt er at meta [...] Tað var í 2008, at italska oljufelagið lat inn umsókn at bora Anne Marie brunnin á føroyska landgrunninum. Felagið hevur umsitið loyvið í fleiri ár og gjørdi loksins av at fara undir at bora. Sum skilst [...] talsmaður hjá ENI í Milano, har stóra italska oljufelagið hevur sítt høvuðssæti. –Vit rokna við at fáa endaliga loyvið at bora í næstu framtíð leggur hann aftrat. Fyrireikingarnar ganga annars væl, og herfyri vórðu
og eg eri ikki í iva um, at sama kemur at henda í Sandoynni. Men tá eg nú hoyri røddir vera frammi, sum seta spurnartekin við, um vit hava ráð ella um tað er rætt at fara undir at gera Sandoyartunnilin, [...] “Spurningurin er ikki, um vit hava ráð til at fremja íløguna, men um vit hava ráð til at lata vera við at gera hana”. Landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm hevur boðað frá, at hann kemur í løgtingið við anlegslógini [...] fortreytir fyri at vinnulívið í Sandoynni kann mennast, fólkatalið og trivnaðurin økjast, so er neyðugt at farið verður undir tunnilin til Sandoynna. Sjálvur eri eg fyri og vil virka fyri, at tunnil kemur
framvegis fer at hava. Tí er tað endamálsleyst at byrja slíkt orðaskifti nú, sigur Heðin Zachariasen. Hann vísir á, at tað eisini er nógv ferðsla úr Havn til arbeiðsplássini á bygd, men viðgongur, at tann tungi [...] umhugsa at krevja, at tey bygdafólk, sum arbeiða í Havni, eisini gjalda skatt í høvuðsstaðnum. Hesi niðurstøðu kemur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, við í blaðnum í gjár, har hann finst at tí, sum [...] fíggjarmálum, Magna Laksáfoss, ið hevur borið upp á mál at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk, har tað tað liggur í luftini, at Havnin kemur at gjalda til aðrar kommunur í landinum. Sosialurin hevur
orsøk til at fara yvir um ánna eftir vatni. Men við at fokusera á europearar fær tú størri mobilitet í arbeiðsmegina. Tí roknast má við, at europearar koma til landið við tí eina endamáli at arbeiða, fyri [...] greitt, at vit mugu viðgerða málið í størsta álvara, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður sigur, at eitt slogan hjá flestu politikarum altíð hevur verið: Arbeiði til allar hendur. Og sigast má, at hesin [...] arbeiðsmarknaðinum, tí tað er umráðandi, at eisini fakfeløgini eru við í hesum ætlanum sigur Jóannes Eidesgaard. Smidligari Løgmaður sigur, at tað er ógvuliga náttúrligt at fokusera upp á europearar. - Fyri tað
vit ynskja, at samtíðarmentan okkara skal blóma og mennast. Hetta má síggjast í verki og vilja at rinda kostnaðin. Hetta merkir, at vit røkja og fara væl um mentanararvin. Hetta merkir, at skapandi og [...] landastjórnum er umráðandi at varðveita alt tað, sum savnar einstøku tjóðina. Bert við at verja, menna og varðveita tjóðareyðkenni kunnu vit fara inn í altjóðagerðina uttan at missa okkum burtur. Hvat hugsa [...] átrúnaðarliga ósamd, eru felags um. Tað er tí sera umráðandi, at vit øll fara væl um móðurmálið, at vit røkja og verja okkara mentan og mentanararv – at vit taka felags ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi. Mál og
odda, vísir á møguleikan at avtaka sjómansskattin, minkaðan rentustuðul, mvg, at tímalønt sjálvi gjalda læknaváttan, minkaðan pápapening o.s.v. Heilt erligt, er ætlanin tann, at avlaga fiskivinnuna fullkomuliga [...] partur av flotanum framyvir at liggja, grundað á manningartrot, tá/um sjómanskatturin er avtikin. Í øðrum londum t.d. Noreg hava teir hækkað frádráttin til sjómenn, fyri at fáa fólk at manna fiskiflotan, meðan [...] Nú um dagarnar hoyra vit um, at arbeiðið við at gera fíggjarlógina fyri 2010 er byrjað. Hvussu kann minkast um undirskotið, hvat kann skerjast, og hvar kann samgongan sleppa framat við spariknívinum? Jú
hundar eftir okkum norðoyingum - og eg eri ræddur fyri, at tað fer at eydnast Hans Paula Strøm – sum eigur at vera koyrdur frá beinanvegin – at uppnáa eitt nýtt stríð - hesaferð eitt innanhýsis “borgarastríð” [...] sið og restina av landinum. At kalla Klaksvíkina fyri “Heilsubý landsins” og koma norður at renna og eta sunnan kost, tað er alt í lagið við tí - men at hava ætlanir um at syndrað eitt vælvirkandi sjúkrahús [...] Norðoyggjar og Eysturoynna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað er gott og mangan neyðugt at spara – men tað er ikki rætt at spara so, at tað stendur um mannalív.
sigur, at maðurin játtar, at hann hevði samlegu við kvinnurnar, men hann tvíheldur um, at hetta var salvboðið. Sostatt noktar hann fyri, at hetta skal vera hent ímeðan tær vóru í eini slíkari støðu, at tær [...] ákærdur fyri í tveimum førum at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær kvinnur, sum vóru so illa fyri, at tær vóru ikki førar fyri at verja seg. Í hesum sambandi er hann ákærdur fyri at hava skaffa sær samlegu [...] frænir av hendingini, tá ið ein maður varð meldaður fyri at havt samlegu við eina kvinnu, sum var so lin, at lá og svav og sostatt ikki var før fyri at verja seg. Tilburðurin fór fram eftir eitt morgunball
samfelagi, ávara nú danir um, at forsetatíðin hjá Obama ikki neyðturviliga verður ein góð uppliving fyri danir. - Eg vænti, at tað fer at taka fleiri á bóli, at Obama fer at føra sama uttanríkispolitikk [...] Hann heldur, at danir hava sannført seg sjálvar um, at tað nú verður ein sosialdemokratur við bleytum virðum, sum setur seg í ovala rúmið í Hvítu Húsunum. - Hann hevur als ongar ætlanir um at gera USA til [...] Amerikanske Studier, undirstrikar, at á nøkrum økjum verður førdur sami politikkur sum undir Bush, og kanska fara danir at uppliva ein forseta, sum teir hava verri við at skilja. - Hann er religiøsur, eins