Tað gekk soleiðis, sum ein stórur meiriluti av dønum – og kanska føroyingum við – ynsktu, tá Barrak Obama tíðliga í morgun hevði vunnið amerikanska forsetavalið. Men tveir av leiðandi donsku serfrøðingunum í amerikanskum politikki og samfelagi, ávara nú danir um, at forsetatíðin hjá Obama ikki neyðturviliga verður ein góð uppliving fyri danir.
- Eg vænti, at tað fer at taka fleiri á bóli, at Obama fer at føra sama uttanríkispolitikk, sum Bush. Hann er á mangar mátar bundin á hendur og føtur. Tað er framvegis kríggj í Afganistan og Irak, og tað er framvegis fíggjarkreppa, so tað eru ikki mangir pengar til taks, sigur Mads Fuglede, høvundur og lærari á Grundtvigs Højskole, við ekstrabladet.dk.
Hann heldur, at danir hava sannført seg sjálvar um, at tað nú verður ein sosialdemokratur við bleytum virðum, sum setur seg í ovala rúmið í Hvítu Húsunum.
- Hann hevur als ongar ætlanir um at gera USA til eitt kopi av Norðurlondum. Hann fer ikki at avtaka deyðarevsing, og hann fer ikki at avtaka vápnalógina, sigur Mads Fuglede.
Religiøsur forseti
Eisini David Nye, professari við Syddansk Universitet, center for Amerikanske Studier, undirstrikar, at á nøkrum økjum verður førdur sami politikkur sum undir Bush, og kanska fara danir at uppliva ein forseta, sum teir hava verri við at skilja.
- Hann er religiøsur, eins og Bush. Á mangar mátar hevur religiónir ikki ávirkað politikin hjá Bush. Tað fara vit at uppliva við Obama. Tá hann tosar um vælferð, so vil hann fíggja hana gjøgnum kirkjurnar, og tað fara danir kanska at hava ilt viða at skilja, sigur David Nye.
Valið av Obama fær eisini týdning fyri almenna Danmark í viðurskiftunum við USA. - Tað tætta sambandið millum Bush og Fogh hevur givið Danmark eina rødd, sum vit ikki kunnu rokna við frameftir, sigur Mads Fuglede.
- Teir báðir hava eitt tætt og gott samband, ein vinskap sum hevur tryggjað okkum, at vit koma ígjøgnum við okkara meiningum, sjálvt um vit ikki altíð verða hoyrd. Vit missa nakað av tí nú. Vit skulu byrja av nýggjum, men vit hava hópin av goodwill at arbeiða víðari við, sigur hann.
Men Fuglede undirmetir ikki, at valið av Obama hevur givið vónina aftur til amerikanararnar og allan heimin.
- Tað kann hava stóran týdning. Fólk sum Reagan og Schlüter kundu eisini fáa veruleikan at síggja minni hóttandi út, sigur Mads Fuglede við ekstrabladet.dk.









