Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er í tí stóra og heila samdur við tí, sum Jóhan Páll Joensen og Bjarni Olsen førdu fram í Degi og Viku í gjárkvøldið.
- Eg vil ikki kalla tað fyri katastrofu, men tað er greitt, at vit mugu viðgerða málið í størsta álvara, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at eitt slogan hjá flestu politikarum altíð hevur verið: Arbeiði til allar hendur. Og sigast má, at hesin málsetningur er uppfyltur til fulnar.
- Útlitini vóru annars ikki tey bestu, tá hendan samgongan tók við. Fleiri virkir lógu still og summi gera tað enn. Men nú er so arbeiði til allar hendur og meira til, og tað er ein eitt sindur óvanlig støða, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at mangul upp á arbeiðsmegi kann hava óhepnar avleiðingar við sær. Talan kann gerast um lønarglíðingar, sum aftur hevur við sær, at arbeiðir gerast dýrari. Og hetta kann so aftur verða viðvirkandi til eina økta inflatión.
- Tí er neyðugt at taka málið upp í størsta álvara. Ein lóg er á veg, sum eftir ætlan skal koma í gildi á nýggjárinum. Hetta er ein lóg sum gera tað smidligari hjá ES-borgarum at koma til Føroyar. Hon skal til hoyringar hjá øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum, tí tað er umráðandi, at eisini fakfeløgini eru við í hesum ætlanum sigur Jóannes Eidesgaard.
Smidligari
Løgmaður sigur, at tað er ógvuliga náttúrligt at fokusera upp á europearar.
- Fyri tað fyrsta er væl eingin orsøk til at fara yvir um ánna eftir vatni. Men við at fokusera á europearar fær tú størri mobilitet í arbeiðsmegina. Tí roknast má við, at europearar koma til landið við tí eina endamáli at arbeiða, fyri síðani at fara heim aftur, tá eingin tørvur longur er á fremmandari arbeiðsmegi, sigur løgmaður.
Hann sipar til, at tá ikki-europearar koma til Føroya, so er tað ikki altíð bara fyri at arbeiða, men ofta líka nógv fyri at finna sær eitt nýtt heimland.
- Tá miðað verður eftir europearum, so er tað eisini tí at tað skal virka báðar vegir soleiðis, at eisini føroyingar skulu hava smidliga og lætta tilgongd til aðrar arbeiðsmarknaðir úti í Europa, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Men mangulin upp á arbeismegi í Føroyum er avgjørt ein politiskur trupulleiki, sum nakað má gerast við, heldur løgmaður.










