Heldur ágangurin móti okkum fram, mugu vit eisini umhugsa at krevja, at tey bygdafólk, sum arbeiða í Havni, eisini gjalda skatt í høvuðsstaðnum. Hesi niðurstøðu kemur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, við í blaðnum í gjár, har hann finst at tí, sum fer fram í løtuni. Hann vísir til uppskotið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss, ið hevur borið upp á mál at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk, har tað tað liggur í luftini, at Havnin kemur at gjalda til aðrar kommunur í landinum.
Sosialurin hevur spurt tveir borgarstjórar uttanfyri Havnina, hvat teir halda um útmeldingina hjá Heðini Mortensen, um at bygdarfólk, sum arbeiða í Havn, eisini skulu gjalda skatt til Tórshavnar Kommunu.
Borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariasen, sigur, at áðrenn byrjað verður at tosa um útjavning, so má kommunubygnaðurin fáast upp á plass.
- Sum er flóta ov nógv øki, har tað er ógreitt, um tað er kommunurnar ella landið, sum hevur ábyrgdina. Vit mugu eisini hava greiði á, hvørjar uppgávur kommunurnar fáa, og hvørjar landið framvegis fer at hava. Tí er tað endamálsleyst at byrja slíkt orðaskifti nú, sigur Heðin Zachariasen.
Hann vísir á, at tað eisini er nógv ferðsla úr Havn til arbeiðsplássini á bygd, men viðgongur, at tann tungi endin helst vendir suðureftir.
- Havnin er høvuðsstaður, og vit eiga øll at virða ta serstøðu, ein slíkur býur hevur. Tí er Heðin Mortensen ikki hvør sum helst, og eg haldi ikki, at tað sømir seg fyri hann at koma við slíkum útmeldingum. Tað stendur onki í samgonguskjalinum um kommunala útjavning, sjálvt um øll vita, at nógvar inntøkur í Havn gjalda skattin á bygd. Men um vit skulu hava útjavninig, so skal hetta gerast undir neyvum treytum, sigur Heðin Zachariasen, sum eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Neyvan nøkur slagsíða
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, ivast stórliga í, um fleiri skattakrónur úr høvuðsstaðnum enda í Klaksvík, enn øvugt.
- Eg veit ikki, hvussu nógvir norðoyingar arbeiða í Havn, men ivist í, um samlaða roknistykkið hevur nakra slagsíðu. Vit hava nógv skip í Klaksvík, sum leggja nógvan pening eftir seg, og har partur av manningini millum annað kemur úr høvuðsstaðarøkinum. Tað er eisini nógv annað arbeiði her norðuri, sum dregur arbeiðsmegi hendanvegin, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Bæði Steinbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen halda tí, at Heðin Mortensen eigur at gloyma alt um at fáa skattakrónur frá teimum, sum arbeiða í Havn, men hava bústaðin í eini aðrari kommunu.