Oddagrein: Meira enn nakrantíð tørvur á Merkinum

Fyri níti árum síðan komu tríggir unglingar saman í Keypmannahavn og evnaðu til føroyska flaggið, sum vit kenna tað í dag. Tann maður, ið skapti flagg okkara, var ungur studentur úr Famjin, Jens Oliver Lisberg. Í juni 1919 varð Merkið borið fram í Keypmannahavn av Jens Oliver Lisberg, Janusi Øssursyni og Paula Dahl. Merkið varð sum kunnugt viðurkent av bretska hersetingarvaldinum tann 25. apríl 1940 og við hesi viðurkenning endaði ein týðandi táttur í føroyskum tjóðskaparstrevi. Henda tilgongd var ikki uttan trupulleikar, og tað er lítið at ivast í, at heimsbardagin, sum vendi upp og niður á mongum av heimsins viðurskiftum, var tann einstaka hending, sum fekk avgerandi týdning fyri lagnu Merkisins. Tað er í hesum høpi vert at minnast, at tað vóru føroyskir sjómenn, sum vóru ídnastir at vísa flaggið.

Tað liggur nær at spyrja, hvønn týdning, ið Merkið hevur fyri føroyingar í eini tíð, har altjóðagerðin vindur uppá seg, har landamørk kámast og har mentanarliga sambandið millum Føroyar og útheimin veksur við rúkandi ferð. Eru tjóðarmerkini ikki leivdir frá eini fortíð, har mesti dentur varð lagdur á munir millum tjóðir heldur enn á alt, sum bindur saman? Svarið er, at tað júst undir hesum umstøðum meira enn nakrantíð er tørvur á Merkinum. Í eini tíð, har tjóðir leggja saman, har stórar altjóða eindir taka yvir meira og meira av teimum uppgávum, ið liggja hjá landastjórnum er umráðandi at varðveita alt tað, sum savnar einstøku tjóðina. Bert við at verja, menna og varðveita tjóðareyðkenni kunnu vit fara inn í altjóðagerðina uttan at missa okkum burtur.

 

Hvat hugsa vit um, tá vit loyva okkum at nýta heitið tjóðareyðkenni? Vit hugsa fyrst og fremst um okkara mál og mentan – um alt tað, ið ger okkum til føroyingar. Vit hugsa við øðrum orðum um alt tað, sum vit, hóast politiskt og átrúnaðarliga ósamd, eru felags um. Tað er tí sera umráðandi, at vit øll fara væl um móðurmálið, at vit røkja og verja okkara mentan og mentanararv – at vit taka felags ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi.

 

Mál og mentan broytast, soleiðis hevur tað altíð verið. Men júst hetta ger tað so umráðandi, at vit fara væl um tey virði, sum mál og mentan umboða. Mál, mentan og umhvørvi eru bleyt virði. Tilvitanin um hesi virði er vaksandi. Vit føroyingar vilja eins og tjóðir flest varðveita okkara felags mentanararv, samstundis sum vit ynskja, at samtíðarmentan okkara skal blóma og mennast. Hetta má síggjast í verki og vilja at rinda kostnaðin. Hetta merkir, at vit røkja og fara væl um mentanararvin. Hetta merkir, at skapandi og útinnandi list hava góð kor. Hetta merkir, at børn og ung verða væl og virðiliga kunnað um okkara søgu og mentan, samstundis sum tey læra at virða aðrar mentanir, læra at virða øll menniskju uttan mun til húðalit, kynsligt tilknýti ella átrúnaðarligt støði. Fyri at kunna virða teg sjálvan mást tú duga at virða onnur. Hetta eru alt nakrar týðandi fortreytir fyri, at vit kunnu varðveita ein sterkan samleika og mennast sum tjóð í einum alt meira samansjóðaðum altjóða samfelag undir okkara vakra Merki.

Sosialurin