Sjúkrahúsviðurskifti og Hans Pauli Strøm

Tann sum hevur fylgt eitt lítið sindur við í hesum álvarsmálið sum nú er við at taka seg upp, kann staðfesta, at Hans Pauli Strøm, av álvara hevur lagt seg í teymarnar fyri at fáa niðurlagt Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyðar Sjúkrahús – maðurin skilir heilt einfalt ikki – at tað eru menniskjalagnur og lív, hann spælir við.

At niðurleggja eitt vælvirkandi sjúkrahús (les tvey) fyri at upprætta eitt Lazaret! Maðurin má vera fullkomiliga klikkaðar í høvdinum - og eg óttist fyri, hvat hann veruliga hevur í kvittanum.

Øll minnast vit sum eldri eru “Læknastríðið” í Klaksvík í 50 unum – tá Landstýrið sendi danska løgreglu og hundar eftir okkum norðoyingum - og eg eri ræddur fyri, at tað fer at eydnast Hans Paula Strøm – sum eigur at vera koyrdur frá beinanvegin – at uppnáa eitt nýtt stríð - hesaferð eitt innanhýsis “borgarastríð” ímillum Havnina/landssjúkrahúsið og restina av landinum.

At kalla Klaksvíkina fyri “Heilsubý landsins” og koma norður at renna og eta sunnan kost, tað er alt í lagið við tí - men at hava ætlanir um at syndrað eitt vælvirkandi sjúkrahús, bæði her og á Tvøroyri, tað verður ikki góðtikið av okkum í útjaðaranum – ikki talingur um – her má nakað gerast, og tað í stundini.

Og tí spyrji eg – hvar eru okkara politikkarar – var tað ikki teir, sum skuldu verja borg? Eg undrist yvir, at onki hoyrist frá teimum - oftani fyrr enn óv seint er.

Javnaðarflokkurin hevur væl ikki gloymt valið, sum var í januar, tá teir gingu aftur í atkvøðum og mistu 1 løgtingslim, er ætlanin hjá floksleiðsluni at lata Strømmin koyra í hesum vandavogni sum hann nú hevur sett á skinnaran - so skal leiðslan – sum hevur peikað á hann sum landsstýrismann – VITA og rokna við – at teir hava medábyrgd fyri hesum óskili.

Eitt annað er so tað, at komandi løgtingsval helst verður eitt satt skrædl fyri javnaðin – men orðatakið sigur, at “sum ein reiðir, liggur man”.

Fólkið er upplýst í dag, og tey gloyma ikki longur so skjótt, sum politikkararnir halda.

Hetta sum eg her havi nevnt um Javnaðarflokkin er sjálvsagt tað sekundera – tað primera – tað sum í hesum føri kemur í fyrstu rekkju, eru menniskjalagnurnar og sjálvt lívið, tí tað er eittans, og ikki til at spæla við, hvørki av landsstýrisfólkum ella nøkrum øðrum.

Tað verður so nógv av peningi nýttur til alt møguligt, so tað kann ikki vera rætt, at tað ikki eru ráð til eina læknavaktarskipan fyri Norðoyggjar og Eysturoynna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað er gott og mangan neyðugt at spara – men tað er ikki rætt at spara so, at tað stendur um mannalív.