noyddist fyrst í 1900'unum at veita bankunum ikki minni enn 2.685 mió. kr. Síðan samanleggingina í 1994 hevur bankin goldið 214 mió. kr. í skattum og avgjøldum. Partaeigararnir ? sum í høvuðsheitum er [...] Klók orð forða fyri einskiljing Nevndin í Føroya Banka staðfestir í sínari ársfrágreiðing, at landsstýrið kann fáa pengarnar aftur, sum landið setti í bankanum í 90'unum. ? Millum politikarar hevur ofta [...] kapitalveitingin frá landsstýrinum. Í bankanum hava vit ikki bert sett av ímóti tapi. Vit hava eisini havt tap, stór tap, stendur at lesa í ársfrágreiðingini. ? Leiðslan í bankanum hevur sæð tað sum sína fremstu
hoyra! Fyrrapartin í gjár var útróðrarmaðurin Mortan Johannesen í Havn rættiliga harmur og undrandi, tá talan var um NMT-skipanina. Hetta gav hann eisini týðiliga úttrykk fyri í Sosialinum í gjár. Gekst soleiðis [...] Hetta hava tey longu sæð í grannalondum okkara, og er henda skipanin tí longu niðurløgd bæði í Danmark, Svøríki og Noregi fyri tíð síðani. Enn er henda skipanin so virkin í Føroyum, men ikki so øgiliga leingi [...] Veðurstøðini í Havn. Seinnapartin í gjár frættust kortini tey tíðindini, at Føroya Tele hevði broytt ætlan: NMT-skipanin verður ikki niðurløgd við ársskiftið, men fyrst, tá komið er nakað út í komandi ár
við, tá ið føroyskt kór á ferð í Amerika fer at framføra. Mándagin fór kamarkórið Atlantic Voices av landinum. Sama kvøldið høvdu tey konsert í Áskirkjuni í Reykjavík. Í gjár fóru tey úr Keflavík og til [...] Reykjavík. Sambandið Á heysti í 2004 var Frits Johannesen og vitjaði í New York. Alla halgannadag, sum hetta árið var sunnudagur, var hann í kirkju í First Moravian Church, 154 Lexington Ave at 30th Street [...] skulu tey eitt nú syngja í First Moravian Church á Manhattan. Fyrsta konsertin var á middegi mikudagin í Scandinavia Center. Skírisdag halda tey frí. Langa fríggjadag syngja tey í First Moravian Church,
nevndirnar verða valdar av nýggjum. Í hesi vikuni hevur fokus verið sett á ójavna kynsbýtið í nevndunum, í sambandi við fyrispurning frá undirritaða til landsstýrismannin í javnstøðumálum. Hetta átti at verið [...] ikki at verða ein diskvalifikatión í sær sjálvum. Hetta vóni eg, at landsstýrið tekur í álvara, nú fokus er sett á málið. Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum lovaði so í løgtinginum mikudagin, at hann vildi [...] tingkvinna Tjóðveldisfloksins. ???? 35 nevndarsessir verða í valdir í hesum døgum. Talan er um nevndarsessirnar hjá teimum almennu partafeløgunum, sum í dag eru mannaðir við 28 monnum og 7 kvinnum. Tað almenna
liðið hevði sett sær fyri at fáa uppreisn í dystinum í Havn sunnudagin, tí tá var gejsturin heilt ein annar, og í verjupartinum fóru føroysku spælararnir av álvara út í íslendsku spælararnar og bardust við [...] føroysku málverjarnir, Levi Nybo og Lars Black, høvdu úr at gera, og í flestu førum vóru teir eisini prísgivnir. Gekk betur í Havn Í fyrra mansdystinum, sum var á Eiði leygardagin, hekk einki saman hjá [...] als ikki góðtakast. Í hesum dystinum sást ógvuliga væl, at føroyska liðið ikki var serliga væl samanspælt, og óneyðugu feilirnir, ið okkara menn gjørdu í álopspartinum, vóru nógvir í tali. Tað skerst heldur
Christiansen, sum er professari í løgfrøði á lærda háskúlanum í Tromsø, sigur við Aftenposten, og norska bannið ímóti alkoholreklamu hongur í einum klønum tráð. Hann vísir á eitt mál í Svøríki. Har stevndi ein [...] niðurstøðu, at bannið var ikki í samsvari við ES-reglur. Professarin ivast ikki í, at ger ein norsk matstova tað sama, fer hon eisini at vinna eitt tílíkt mál í norska dómsvaldinum. Í vikuni frættist, at ein [...] Alkoholreklama skjótt loyvd Eins og í Føroyum er tað bannað at lýsa við rúsdrekka og øli í Noregi, men sambært einum løgfrøðiprofessara og einum fyrrverandi eftirlitsmanni hjá EFTA er tað ikki vist, at
Sancy. Hann er smíðaður í Noregi í 1978, men hann varð longdur í Danmark í 1986. Hann er 40,7 metrar langur, 9,3 metrar breiður og hann er settur at taka 248 tons. Maskinan er 1103 kW. Í góðum standi Tá ið [...] Báturin er í allarbesta standi, tí tað er ógvuliga nógv gjørt við hann, síðani hann upprunaliga kom undir føroyskt flagg í 2001. Maskinan er tikin í botn og annars er hann høvuðsumvældur, so nú er hann í sera [...] Skipskeyp Vágur: Tað grør um gangandi fót í Suðuroynni. Í farnu viku keyptu hvalbingar nýggjan trolara til oynna og týsdagin varð aftur ein trolari skrásettur í Suðuroy. Hesuferð eru tað vágbingar, sum
0 mió. kr. í 2000 til 208,3 mió. kr., men høvuðsorsøkin til úrslitið var skaðagongdin í 2001. Nettoskaðarnir lækkaðu úr 170,0 mió. kr. niður í 140,5 mió. kr., sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum [...] hevði eitt verri ár í 2001 í mun til 2000. Hóast hetta, so eru tey væl nøgd á Tryggingarfelagnum. Hetta skyldast, at fyri 2001 var yvirskot á tryggingarvirkseminum áljóðandi 1,9 mió. Í 2000 gjørdist úrslitið [...] minkaður nakað í mun til 2000. Hetta skyldast serliga gongdina á altjóða partabrævamarknaðinum. Ein stórur partur er eisini settur í lánsbrøv, men gongdin á hesum økinum var nøktandi í mun til partabrøvini
hann í huga at gera onkran bygning úti í gjónni, men hann heldur, at hetta hevði sett ov stór merki í náttúrliga umhvørvið á staðnum. Síðani fekk Eyðun tað hugskotið at bora út inni í vegginum í gjónni [...] einum hugskoti til sína endaligu verkætlan á Arkitektaskúlanum í Århus hevði hann gjáir í huga, og tí fór hann undir at kanna gjáir í Føroyum nærri. Eyðun hevur altíð hildið, at gjáir høvdu verið spennandi [...] Eliasen fyrilestur í Norðurlandahúsinum um verkætlanina, og samstundis lat framsýning við modellum og tekningum upp. Kapping passaði til verkætlanina Í oktober í fjør fekk Eyðun aðru virðisløn í eini arkitektakapping
niðurstøðuni í kanningini. Talið á gistingum talar fyri seg. Í fjør gistu bert 1400 útlendsk og 1200 føroysk ferðafólk í Norðoyggjum, og tey gistu í miðal tvær nætur. Hetta kastaði 2,7 milliónir krónur av [...] kom í lag eftir ein ferðavinnufund, sum varð hildin í Klaksvík í apríl mánaði 1998. Niðurstøðan á hesum fundi var, at ein verkætlan skuldi gerast um støðuna og menningarmøguleikar hjá ferðavinnuni í Norðoyggjum [...] verða í dag settar til ferðavinnuna, at hon kann vera við til at styrkja búskapin og geva samfelagnum eitt eyka bein at standa á. Men í Norðoyggjum er hesin málsetningur ikki náddur, verður sagt í niðurstøðuni