Samskifti: - Nei, hvat sigur tú? Er tað sannheit? Hatta vóru góð tíðindi hjá okkum útróðrarmonnum at hoyra!
Fyrrapartin í gjár var útróðrarmaðurin Mortan Johannesen í Havn rættiliga harmur og undrandi, tá talan var um NMT-skipanina. Hetta gav hann eisini týðiliga úttrykk fyri í Sosialinum í gjár.
Gekst soleiðis sum Føroya Tele hevði ætlað, so skuldi henda skipanin niðurleggjast á nýggjárinum. Og fyri útróðrarmenn var hetta eitt rættiliga stórt bakkast í møguleikanum at kunna samskifta við land og við aðrar bátar.
Í hesum samskiftinum lá eisini tann neyðugi møguleikin hjá útróðrarmonnum at kunna fáa tey nýggjastu veðurtíðindini umvegis telefonina frá Veðurstøðini í Havn.
Seinnapartin í gjár frættust kortini tey tíðindini, at Føroya Tele hevði broytt ætlan: NMT-skipanin verður ikki niðurløgd við ársskiftið, men fyrst, tá komið er nakað út í komandi ár.
Fyri Mortan og aðrar útróðrarmenn vóru hetta góð tíðindi. Hóast GSM-skipanin røkkur langt, so er NMT-skipanin kortini hon, sum roynist einabest, og sum teir føla seg bestar við.
Gomul skipan
Richard Mortensen, stjóri í FT Samskifti sigur við Sosialin, at orsøkin til ætlanina at niðurleggja NMT er rættiliga einføld:
Tað vísir seg eisini at vera rættiliga trupult at fáa bæði eykalutir og ráðgeving í tekniskum spurningum til NMT-skipanina.
Hetta hava tey longu sæð í grannalondum okkara, og er henda skipanin tí longu niðurløgd bæði í Danmark, Svøríki og Noregi fyri tíð síðani.
Enn er henda skipanin so virkin í Føroyum, men ikki so øgiliga leingi aftrat.
Stjórin í FT Samskifti upplýsir, at ætlanin er at NMT-skipanin skal virka eisini eftir nýggjár og nakrar mánaðir inn í nýggja árið. Samstundis við hetta verður arbeitt við at víðka um útbreiðsluøkið av GSM-netinum.
Støðan í dag er hon, at GSM røkkur millum 70 og 90 kilometrar úr landi, onkustaðni upp í 120. NMT røkkur 80 til 100 km., og VHF einar 110 km. úr landi.
Víðka útbreiðsluøkið
Tíðliga í ár kunnaði nevniliga Føroya Tele allar kundar sínar um hesar ætlanirnar.
Sagt varð í hesum skrivinum, at fyritøkan arbeiddi við at víðka um útbreiðsluøkið av GSM á havøkjunum kring oyggjarnar.
Víst varð á, at tríggjar støðir vóru settar upp: Á Klubbanum í Fugloy, á Knúki í Mykinesi og á Spáafelli í Suðuroynni.
Hesar støðir røkka út á 43 og 54 fjórðingar úr landi. Samstundis er tað ein sannroynd, at góðskan á samrøðunum er munandi betri við GSM enn við NMT.
Í skrivinum varð eisini sagt, at vanligar GSM-telefonir kunnu nýtast longri út enn áður. Hinvegin kundi verða neyðugt við eykaútgerð nærhendis markinum fyri útbreiðsluna av skipanini.
Richard Mortensen vísir á, at tað serliga er á ávísum støðum heilt inni við land at GSM-skipanin ikki hoyrist so væl.
- Men hetta er eisini ein partur av tí arbeiðinum, sum vit nú eru í ferð við at gera, sigur hann.
Nú er so varið givið til áheitanina á hesi síðuni!
Kári fegnast
Tað var annars tingmaðurin, Kári P. Højgaard sum á sinni tók hetta málið upp í løgtinginum.
Í mars mánaði t.v.s. um somu tíð sum tíðindini um niðurleggingina av NMT bórust hevði hann ein munnligan fyrispurning viðvíkjandi NMT 450.
- Tað vísti seg tá, at her var lítið og einki at gera. NMT mátti niðurleggjast á nýggjárinum.
- Men at ein nú hevur útsett hetta, samstundis sum ein arbeiðir við at betra um GSM-skipanina, tað gleðir meg nógv, sigur Kári P. Højgaard í stuttari viðmerking.
Hann hevur annars sett sær fyri at heita á fiskimálaráðharran, Bjørn Kalsø um at varðveita NMT, til GSM-skipanin verður fult útbygd og kann hoyrast allastaðni.










