Tá Eyðun Eliasen leitaði eftir einum hugskoti til sína endaligu verkætlan á Arkitektaskúlanum í Århus hevði hann gjáir í huga, og tí fór hann undir at kanna gjáir í Føroyum nærri.
Eyðun hevur altíð hildið, at gjáir høvdu verið spennandi at kanna nærri við eini verkætlan fyri eygað, og at tær kunnu nýtast til eitthvørt. Tí gjørdi hann av at arbeiða við eini gjógv til endaligu verkætlanina á skúlanum.
Úrslitið av hesi verkætlan er sera forvitnisligt, og spennandi er at síggja modellini, sum Eyðun hevur latið gjørt.
Leygardagin hevði Eyðun Eliasen fyrilestur í Norðurlandahúsinum um verkætlanina, og samstundis lat framsýning við modellum og tekningum upp.
Kapping passaði til verkætlanina
Í oktober í fjør fekk Eyðun aðru virðisløn í eini arkitektakapping, sum UNESCO skipaði fyri í Costa Rica.
Eyðun sigur, at tað var av vilvild, at hann fór við í hesa kappingina. Tá hann las treytirnar fyri kappingina, sá hann, at hon var væl í trá við hansara verkætlan. Tí sendi hann tekningarnar inn.
Dómsnevndin hevur eftir øllum at døma dámt hesa verkætlanina avbera væl, tí bara ein onnur varð mett at vera betri. Skipað varð fyri kappingini í sambandi við vistfrøðiligu ráðstevnuna hjá UNESCO.
Ein av orsøkunum til at verkætlanin fekk virðisløn var, at einki fremmant tilfar verður nýtt, og tað grótið, sum verður sprongt út, skal nýtast aftur uttanfyri rúmini.
? Vit norðbúgvar eru uppvaksnir í ógvusligari náttúru, og fleiri støð vóru, sum fólk fyrr als ikki kendu. Fyrr varð hildið, at ymiskt ókent og gandakent búði í teimum støðum. Støðini vóru sum dyr inn í annan heim, og tað er hetta, sum er royni at avmynda við hesi verkætlanini, sigur Eyðun.
Eyðun sigur, at hesi rúmini hjá honum mynda nøkur lokkandi rúm inn í ein annan heim inni í berginum.
Hetta kann kallast eitt minimalistiskt modell uppá ein annan heim. En nútímans verkætlan vísandi til fyrndargamla pátrúgv.
Huld rúm
Tá Eyðun av fyrstan tíð fór undir verkætlanina hevði hann í huga at gera onkran bygning úti í gjónni, men hann heldur, at hetta hevði sett ov stór merki í náttúrliga umhvørvið á staðnum.
Síðani fekk Eyðun tað hugskotið at bora út inni í vegginum í gjónni, og tað fall honum natúrligt at gera.
Ætlanin í verkætlanini er at bora nøkur stór rúm inn í sjálvan gjáarveggin. Hesi rúmini skulu upplýsast við sólarljósi, sum skal sleppa niður í tað eina rúmið.
Eyðun sigur, at rúmini fyrst og fremst eru gjørd til summarhálvuna, tá sólin stendur hægri. Sólarljósið skal so kastast aftur av tí eina vegginum, og hetta skal veita øllum rúmunum ljós.
Nú úrslitið langt um leingi fyriliggur, er Eyðun bara heilt væl nøgdur við avrikið. Orsøkin til at so rúm tíð gekk, áðrenn verkætlanin varð sýnd fram, er, at hon kundi ikki almannakunngerast fyrr enn kappingin í Costa Rica varð avgjørd, og síðani skuldi bíðast eftir plássi í Norðurlandahúsinum.
Ætlað ferðfólki
Tá arkitekturin fór undir verkætlanina, hevði hann ikki fremst í huganum, hvussu tað kundi gerast í verki. Tí hevur hann ikki kannað nágreiniliga, hvussu hesi rúmini veruliga skulu gerast.
Eyðun sigur tó, at hann hevur tosað við verkfrøðingar, sum ikki meta tað vera so torført at gera rúmini.
? Tað ber heilt avgjørt til at gera hesi rúmini, men so má eg gera nakrar smávegis broytingar fyrst, sigur Eyðun.
Hann heldur, at tað hevði verið spennandi, um tað hevði borið til at fingið stuðul til at fremja hesa verkætlanina. Rúmini skulu verið ætlað til ferðafólk og bólkar, ið vilja hava eina náttúruuppliving av teimum heilt stóru.
Og hann noktar ikki fyri, at tað er møguligt?