Skipskeyp
Vágur: Tað grør um gangandi fót í Suðuroynni. Í farnu viku keyptu hvalbingar nýggjan trolara til oynna og týsdagin varð aftur ein trolari skrásettur í Suðuroy.
Hesuferð eru tað vágbingar, sum hava keypt nýggjan trolara.
Og aftur hesaferð er tað ein djúpvatnstrolari nú fær heimstað í Suðuroy.
Tað eru teir fimm Augustinussen brøðurnir í Vági, sum nú hava keypt eitt skip afturat, saman við øðrum.
Trolarin, teir hava keypt, er ikki heilt ókendur í Vági. Talan er nevniliga um , Hvannaberg, sum Jákup Olsen og aðrir keyptu úr Íslandi í 2001 at fiska rækjur við.
Men tann royndin miseydnaðist fullkomiliga og longu seinasta vár fór báturin á heysin.
Hetta seinasta árið hevur hann ligið í Havn, men nú er hann so aftur endaður í Vági.
? Endaligi sáttmálin varð undirskrivaður beint fyri døgverða mikudagin og tá yvirtóku vit bátin, sigur ein av undangongumonnunum, Helgi Augustinussen, sum millum manna verður nevndur Hegga. Nýggi trolarin skal eita Sancy. Hann er smíðaður í Noregi í 1978, men hann varð longdur í Danmark í 1986. Hann er 40,7 metrar langur, 9,3 metrar breiður og hann er settur at taka 248 tons. Maskinan er 1103 kW.
Í góðum standi
Tá ið vágbingar keyptu bátin fyrru ferðina, fingu teir hann fyri 14 milliónir og teir hildu seg hava gjørt eitt gott keyp.
Nú vágbingar hava keypt bátina aftur, fingu teir hann fyri sjey milliónir og Hegga dylir ikki fyri, at hann heldur, at teir hava fingið ein sera góðan bát.
?Báturin er í allarbesta standi, tí tað er ógvuliga nógv gjørt við hann, síðani hann upprunaliga kom undir føroyskt flagg í 2001.
Maskinan er tikin í botn og annars er hann høvuðsumvældur, so nú er hann í sera góðum standi.
Gomlu føroysku eigararnir søgdu eisini, at hann vísti seg at vera sera sjógóður.
Somu menn áttu eisini ein annan Sancy, sum varð seld av landinum fyri nøkrum árum síðani. Men fiskiloyvið vildu teir ikki selja í sama viðfangi, hóast áhugi avgjørt var til staðar, tí teir vildu varðveita tað í Vági. Og tað verður hetta fiskiloyvi, sum nýggja Sancy nú fær.
Hon fer sostatt at fiska á djúpum vatni undir Føroyum.
Men tað verður ikki beinanvegin, at hann verður klárur at fara til fiskiskap.
Sancy skal nú á beding í Havn at verða málað, umframt at ymiskt annað skal gerast við hann.
Tað arbeiðið tekur einar 8-10 dagar og tá verður farið til Vágs, har nýggj verksmiðja skal setast í hana, men Hegga væntar, at teir verða klárir at fara til fiskiskap um einar seks vikur. Tað verður Andras Samson í Havn, sum skal føra hann.
Hann leggur afturat, at báturin fer at kosta níggju milliónir, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap.
Nógvir møguleikar
Sancy er bátur við nógvum møguleikum, tí umframt at hann kann brúkast til ísfisk, hevur hann eisini tann fyrimun framum aðrar djúpvatnstrolarar, at hann hevur frystilast, so hann kann eisini fiska rækjur ein part av árinum, ella frysta onnur fiskasløg, skuldi tað verið.
? Vit kunnu frysta alt, vit fáa í trolið og sum ikki verður ísað.
Og nú, teir hava keypt trolaran, er hann fult útgjørdur at fiska eftir rækjum, men tað verða ikki teir møguleikarnar, teir fara at royna, í hvussu so er ikki í fyrstu syftu.
Í fyrstu syftu fara teir undir Føroyar at fiska, eins og hinir djúpvatnstrolararnir.
--? Annars kundu vit loyst til rækur beinanvegin, skuldi tað verið.
Men rækjuloyvi hava teir ikki fingið. Tann møguleikin verður umhugsaður til seinni.
Brøðurnir Augustinussen hava frammanundan trolaran, Roc Amadour, umframt fiskavirkið Sancy Seafood í Vági.