Framúr sterkir íslendingar

Føroyska manslandsliðið hevði neyvan væntað, at íslendska ligalandsliðið, sum teir dystaðust við um vikuskiftið, var so sterkt, sum tað í veruleikanum var. Serliga í fyrra dystinum millum londini bæði, kom hetta óvart á føroyingarnar.

21.05.05 Føroyar-Ísland 18-39
22.05.05 Føroyar-Ísland 27-36

Henrik Gerster, landsliðsvenjari, segði við Sosialin leygardagin, at eftir hansara tykki høvdu føroyingar ein møguleika at basa íslendska ligalandsliðnum, um okkara menn høvdu ein góðan dag. Tá mundi føroyski landsliðsvenjarin neyvan vita, hvussu sterkt íslendska liðið, ið vitjaði í Føroyum, var.

Spældu føroyingar tunnar
Lat tað verða sagt beinanvegin. Íslendska liðið var snøgt sagt framúr gott, og tíverri vóru tað alt ov fáir føroyskir áskoðarar, ið høvdu lagt leiðina antin norður til Eiðis leygardagin ella niðan á Háls sunnudagin at síggja eina uppvísing í, hvussu hondbóltur skal spælast, tá ið hann er bestur.
Íslendska kappingin endaði fyri einari viku síðani, at tað var týðuligt, at íslendsku spælararnir vóru í góðari dystarvenjing. Tað sama kann tíverri ikki sigast um okkara leikarar, tí hjá teimum var neyvleikin og bóltfølingin als ikki tann sama, sum hon hevði verið, um føroyska kappingin hevði verið í gongd nú.
Eisini sást hetta aftur í leikferðini, tí tá ið Ísland setti ferð á álopsspælið hjá sær, megnaðu okkara spælarar als ikki at fylgja við, og við nógvari ferð spældu íslendingar føroysku verjuna tunna, og tað gekk lætt hjá teimum at koma til opnu málmøguleikarnar. Teir báðir føroysku málverjarnir, Levi Nybo og Lars Black, høvdu úr at gera, og í flestu førum vóru teir eisini prísgivnir.

Gekk betur í Havn
Í fyrra mansdystinum, sum var á Eiði leygardagin, hekk einki saman hjá føroyingunum. Av tí sama gjørdist talan eisini um eitt stórtap, 18-39, og tað kundi als ikki góðtakast. Í hesum dystinum sást ógvuliga væl, at føroyska liðið ikki var serliga væl samanspælt, og óneyðugu feilirnir, ið okkara menn gjørdu í álopspartinum, vóru nógvir í tali.
Tað skerst heldur ikki burtur, at føroyska verjan í dystinum á Eiði var alt ov friðarlig, og tú saknaði, at føroysku menninir fóru út at berjast við íslendsku leikararnar. Í slíkum altjóða dystum er neyðugt, at tú fert í harðar nærdystir, og sum spælir skalt tú rokna við at fáa nøkur blá merkir. Men á Eiði var føroyska verjan alt ov lítið ágrýtin, og tað sigur ikki so lítið, at føroyingarnir í fyrra dystinum einans fingu eitt gult kort tíðliga í dystinum, og eina útvísing beint fyri leiklok fyri at brúka munn. Tað er snøgt sagt ikki nóg gott, tí í einum altjóða mannfólkadysti eigur eitt lið altíð at fáa nøkur gul kort og nakrar útvísingar.
Tað tóktist tó sum um, at føroyska liðið hevði sett sær fyri at fáa uppreisn í dystinum í Havn sunnudagin, tí tá var gejsturin heilt ein annar, og í verjupartinum fóru føroysku spælararnir av álvara út í íslendsku spælararnar og bardust við teir, sum tað sømir seg.

Fínur seinni hálvleikur
Besta avrikið hjá føroysku monnunum var seinni hálvleikur á Hálsi, sum føroyingarnir í veruleikanum vunnu við einum máli. Tá sást tú eitt sindur av skipaðum spæli, og eisini sást føroysku spælararnar tora at gera eina roynd at bróta seg ígjøgnum sterku íslendsku verjuna, og tað lukkaðist eisini í fleiri førum.
Tað skal tó sigast, at føroyski hálvleikssigurin var bygdur á eitt sindur tunt grundarlag, tí tað skerst ikki burtur, at íslendingar skrúvaðu niður fyri blussinum í seinna hálvleiki. Eitt nú skiftu teir málverjan í steðginum, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað var stórur munur á teimum báðum íslendsku málverjunum.
Men føroyska avrikið á Hálsi var avgjørt góðkent, og tað man uttan iva eisini geva monnum blóð á tonna fyri at halda fram við miðvísu venjingini fram móti Challenge Trophy Cup í Írlandi í heyst.