Føroya Banki vunnið almennar pengar aftur

Á aðalfundinum hjá Føroya Banka hósdagin varð staðfest, at bankin nú hevur vunnið hvørja krónu aftur, sum landsstýrið fyrst í 90'unum mátti veita bankanum. Tað, sum í fyrstu syftu líktist eini almennari hjálp, er endað við eini skilagóðari íløgu hjá landskassanum, sum kann vinna pengar burtur úr íløguni

? Við roknskapinum, sum vit í dag leggja fyri aðalfundin til góðkenningar, hevur Føroya Banki - krónu fyri krónu - vunnið aftur ta peningaupphædd, sum landsstýrið í 1992-93 noyddist at veita bankunum.
Soleiðis byrjar ársfrágreiðingin frá nevndini í Føroya Banka, sum varð latin á aðalfundinum hóskvøldið.
? Eftir bert 11 árum vann Føroya Banki allan peningin aftur. Landsstýrið hevur sostatt møguleika fyri at fáa sín pening aftur, og helst eisini við vinningi.
Landsstýrið noyddist fyrst í 1900'unum at veita bankunum ikki minni enn 2.685 mió. kr. Síðan samanleggingina í 1994 hevur bankin goldið 214 mió. kr. í skattum og avgjøldum. Partaeigararnir ? sum í høvuðsheitum er landsstýrið ? hava fingið 921 mió. kr. í vinningsbýti, og á kontuni fyri eginpening standa nú 1.557 mió. kr.

Rættan veg hóast stór tap
Føroya Banki hevur ikki bara vunnið pengar árini síðani 1993, tí bankin hevur onkur ár havt stór tap.
? Tað eru uttan iva tey, sum halda, at vit eru komin til skorin klæðir, tí kapitalveitingin fyrst í 90-árunum varð sett á burturleggingarkontuna - ella løgd í frystigoymsluna, sum onkur hevur tikið til - og at vit síðan bert hava kunnað tiðnað burturleggingarnar upp aftur og inntøkuført tær yvir raksturin.
? Nakað er um tað, men hinvegin hevur Føroya Banki síðan 1992 avskrivað ikki minni enn 3,6 mia. kr. sum endaliga mistar. Tapini hjá bankanum hava sostatt verið 900 mió. kr. størri enn kapitalveitingin frá landsstýrinum. Í bankanum hava vit ikki bert sett av ímóti tapi. Vit hava eisini havt tap, stór tap, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.
? Leiðslan í bankanum hevur sæð tað sum sína fremstu uppgávu at avmarka tapið hjá landsstýrinum mest møguligt. Tað kann ikki verða eitt mál í sjálvum sær at tapa mest møguligt, og tað er gleðiligt hjá bankanum, landsstýrinum og hjá okkum øllum somlum, at peningaveitingin frá landsstýrinum ikki varð tapt.

Klók orð forða fyri einskiljing
Nevndin í Føroya Banka staðfestir í sínari ársfrágreiðing, at landsstýrið kann fáa pengarnar aftur, sum landið setti í bankanum í 90'unum.
? Millum politikarar hevur ofta tað sjónarmið verið at hoyrt, at bankin má vinna aftur almennu peningaveitingina í 1992-93, áðrenn landsstýrið kann selja bankan. Hetta er í roynd og veru eitt sindur løgið sjónarmið, tí landsstýrið kann júst fáa sínar pengar aftur við at selja partabrøvini.
? Bankin hevur nú í hvussu so er vunnið pengarnar aftur, og landsstýrið hevur møguleika fyri at fáa sínar pengar aftur. Ikki við at taka teir úr bankanum, men við at selja partabrøvini og harvið bankan.
Nevndin í Føroya Banka sigur seg fylgja við í orðaskiftinum um eigaraviðurskiftini hjá bankanum í spenningi, men nevndin er eitt sindur ørkymlað.
? Tað er sjálvsagt ikki leiðsla bankans, sum skal gera av um og til hvørjar treytir, Føroya Banki skal seljast. Men vit halda, at tað fer at vísa seg at verða neyðugt, fyri at fremja eina hepna sølu, at landsstýrið og Fíggingargrunnurin taka nevnd og stjórn bankans við uppá ráð í størri mun, enn higartil hevur verið gjørt.
? Í Føroyum hevur nú leingi verið tosað um at einskilja almennar fyritøkur. Nógv klók álit eru skrivað, uttan at nakað yvirhøvur er komið burtur úr. Tað tykist, sum tey mongu álitini gera, at málið kemur í drag, sigur nevndin í ársfrágreiðingini.