heilt við uppá tað, men pápi spurdi meg bara, hvønn eg skuldi til skips við. Tá eg so segði, at tað var við Jákup B og við Sigmundi sum skipara, svaraði hann bara: “Tað var ikki so býtt”, greiðir Johnvá [...] Gjørdu ein skjótan og sera góðan túr í Eysturgrønlandi, sum bert vardi í góðan hálvan annan mánað. Og tann unga Johnvá slapp at royna alt tað sum kundi roynast umborð á einum slíkum línuskipi sum Jákup [...] borðinum, men verður heiðrað soleiðis sum tað sømir seg. Tað eru kanska ikki øll sum vita tað, at longu tvey ár eftir hetta, mynstraði ein kvinna umborð á Jákupi B sum messudrongur. Hetta varð samstundis
er sonur navnframa Billy Graham, og ikki kann sigast annað, enn at hann gongur í fótasporum pápa síns. Boðskapurin var hin sami einfaldi gleðiboðskapurin, sum pápi hansara talaði um allan heim. Gud elskar [...] við Gud. Eitt ævigt fortapilsi bíðar tær. Men Gud hevur ein útveg. Hann sendi son sín at doyggja fyri teg og frelsa teg. Trúgv á hann og tú skalt vera frelstur. - Um tú gloymir alt annað, eg sigi í kvøld [...] síni. Hóast boðskapurin er einfaldur, so ber hann fram. Sambært fyriskiparunum komu yvir 300 fólk fram, tá Franklin Graham bjóðaði fólki at taka ímóti Jesusi sum sínum frelsara. Franklin Graham hevði eina
eina løtu seinni komu pápi heim til gongu millum tveir mans, sum leiddu hann. Hetta var vorið sum sjúkraflutningur. Pápi fór so til songar. Pápi kom at liggja leingi sjúkur, og tað tók honum eisini langa [...] á Kák, sum vildi sleppa um ánna, men sum ikki kláraði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv [...] parti av flogfarinum, sum ikki var komið uppundan. Vit sóu í einum seiðakikara ein stivla og eina hond, sum eins og veittraði til okkara. Hetta var 2. piloturin John Raymond Hill, sum framvegis sat í stólinum
hann ikki tímur so nógv hóvasták. ?Frits er ikki so roksutur. Hann vil hava okkurt at henda, og so fer hann bara í gongd?, sum onkur segði. - Jú, tað er nokk rætt, sigur Frits. Eg havi ikki so gott tol við [...] skulu tora at seta mørk og lata vera við altíð at vera so fittir og lagaligir. Í øllum øðrum lívsins førum hava vit óskrivaðar reglur, sum øll laga seg eftir, tí tær eru ein sjálvfylgja. Soleiðis átti tað [...] myndamálið, sum goymir seg í teimum eldru bókunum. Tað nyttar onki bara at sita og petta setningar sundur og gera málsligar venjingar, har tú skalt seta einstøk orð inn. Málið er ein livandi vera, sum skal upplivast
allarbesta í lívinum, (tað sigst, at hon sum nýføðingur var so lítil, at hon kundi ligið í eini skógva-eskju), so hevur hon tó altíð verið ógvuliga røsk og arbeiðsom. Sum ung genta var hon í Klaksvík og lærdi [...] Jónsvein sum býr í Svendborg og so Egon, sum eisini býr í Havn. Tey fyrstu árini arbeiddi hon í fiski í Sandavági, kanska mest í Turkihúsinum hjá Zacharias Nielsen, pápabeiggjanum. Pápi var eisini sjómaður [...] Skinnvirkinum hjá Vilhelm Nielsen, ein annar av pápabeiggjunum. Har var seymað nógv ymiskt burturúr seyðaskinni, bæði klædnapløgg so sum inniskógvar, vøttir, húgvur og vestar, og so eisini skinnpútur og teppir
i náttúruni broytast sjáldan frá degi til dags, so hevur 0,2 ókritiskt verið brúkt sum konstantur. Um M bert ókritiskt verður ásett sum ein konstantur, so hevur tað tí natúrligu avleiðing, at fokus – kanska [...] – altíð verður sett á F sum verandi alt avgerandi fyri hvussu ein fiskastovnur kan gagnnýtast. Broytingar í M – deyðiligheit, sum stendst av øðrum enn fiskiskapi – eiga at vera eitt prioriterað fokus Seinastu [...] broytingum í náttúruni – nakað, sum vit onga ávirkan hava á – ella kann talan eisini vera um viðurskifti, sum vit beinleiðis hava ávirkan á? Hvat er broytt seinastu 20-25 árini, sum gevur grundarlag fyri at reisa
hevur hitt Siri Hovsgarð, sum býr í Danmark, har hon hevur barn saman við manni, sum hon ikki livir saman við. Lógin sigur, at um hon vil flyta heim við barni sínum, so skal pápi barnsins geva loyvi til [...] gamla Siri Hovsgarð. Hon bert ein av fleiri føroyskum kvinnum, sum eru stavnsbundnar í Danmark, tí at lógin sigur, at tær ikki kunnu flyta heim til Føroya við barni sínum, uttan so, at pápin gevur loyvi til [...] felags foreldramyndugleiki millum annað inniber, at bæði skulu vera samd um hvar barnið skal búgva, so trúði hon ikki, at tað kundi vera galdandi fyri tveir føroyingar, búsitandi fyribils í Danmark
hann sigur, at hann vildi bara aftur til Føroyar. So hann var bara í Jugoslavia í stutta tíð og kom so aftur hendanvegin. Kríggj er ørskapur Djordjevic sigur, at tað er ikki so stórur munur á londunum báðum [...] sálina. ? Tað fyrsta eg hugsaði var, at hetta má vera perfekt, tí her eru so mong fjøll og hav allastaðni rundanum. Og lívið er ikki so stressandi her, sum tað er í Jugoslavia. Tú skalt altíð renna til okkurt [...] róligt, tá ein er liðugur at arbeiða og venja. Hetta er bara gott, sigur Djordjevic, sum tosar enskt, men skilir nakað av føroyskum, um tað ikki verður tosað ov skjótt við hann. Sjálvur tosar hann sum sagt enskt
kunnu vera samd um, at hetta er søgan um eina fyritøku, sum hevur havt viðgongd og mótgongd, men sum kortini hevur megnað at yvirlivað og ment seg tvørtur um ættarlið. Christian í Grótinum er ein sólskinssøga [...] Klaksvíkar Hornorkestur spældi. Borgarstjórin vísti á, at hetta er ein stórur og søguligur dagur í Klaksvík og Norðoyggjum, og hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar. - Eg eri heilt bergtikin, og eg fái eina [...] hetta er eitt skip, sum fer at framtíðartryggja samtakið, Christian í Grótinum, nógv ár fram. Karl Johansen helt, at nýggi og stásiligi nýbygningurin er eitt fantastiskt bragd, sum hann tók til, og hann
Rasmussen. Hann sigur, at man kann siga heldigvís í dag, valdi hon sær hin, sjálvt um tað ikki var so stuttligt akkurát tá. – Tá ein tíð so var gingin, so kundi eg skiva ein lista við positivum tingum [...] hann við til at stovna ein annan bólk, ið kallaðist Funkies. Og teir spældu so saman í nøkur ár. – Vit spældu fyrstu ferð á Sandi í 1979, og so gek tað bara slag í slag. Vit spældu so at siga hvørt einasta [...] settu sær so fyri at gera ein rættan mann burtur úr hesum mannliga pedagoginum úr Havn, sum var komin til Nólsoyar at búgva. – Eitt var at fáa meg við til haruskjóting, og ein hálaði meg so norður á oynna