Gyseligt at verða kasseraður

Hann er fløguaktuellur við føstufressum aftur eftir 20 árum. Hann er bersøgin og ikki bangin fyri at úttala seg. Hann hevur havt fleiri damur og er narraður einaferð. Nú er hann fallin til í Nólsoy og er nóLsoyingur við stóra H. Og so heldur hann, at øll mannfólk eiga at royna ein tríkant, áðrenn tey doyggja

Hann byrjaði longu frá heilt ungum at hava áhuga fyri tónleiki.
– Mamma flutti saman við Jóan Jakku Guttesen, sum spældi tónleik. Vit búði í einum lítlum kamari í Klokk­ara­gøtu tá við atgongd til køk og WC, og Jóan Jakku flutti inn við gigant­iskum bassforsterkara, gitt­ara og bandupptakara, sigur Terji Rasmussen.
Lítla familjan hevði tað ógvuliga trongligt, men níggju ára gamli Terji gjørdist beinanvegin bergtikin av gittarspælinum hjá stjúkpápanum, og tað vardi ikki leingi, fyrr enn hann fekk Jóan Jakku at læra seg nøkur greb.
– Hann lærdi meg so eini fýra-fimm greb, men tað var so eisini tað. Vinmenninir vóru longu byrjaðir at klimpra upp á gittar og tosaðu um, hvussu kool tað hevði verið at havt eitt orkestur, sigur Terji Rasmussen.
Sum sagt so gjørt. Tað var so skjótt, at eitt orksetur varð skavað saman og han var ikki meir enn 11-12 ára gamal, tá Rockboys var sett á stovn.
– Vit fluttu so yvir á Reyn har vit búðu í nokk so nógv ár í eini íbúð í Klett­garðinum. Eg fekk so eitt trummu­sett, tí nú skuldi eg verða trummu­sláari. Har var eisini trongligt, men hóast alt tvey rúm umframt ein lítil køkur. Eitt WC var eisini, men eingin brúsa, og niðri í gonginum stóð so trummusettið. Reynafrensarnir komu inn har og vóru vilt imponeraðir yvir øll instrumentini, og eg føldi meg sum ein kong. Og har byrjaði tað av álv­ara, sigur Terji Rasmussen.

Sera aktivur
Nú var hann við til at stovna ein ann­an bólk, ið kallaðist Funkies. Og teir spældu so saman í nøkur ár.
– Vit spældu fyrstu ferð á Sandi í 1979, og so gek tað bara slag í slag. Vit spældu so at siga hvørt einasta viku­skifti, og vit vóru bara 14-15 ára gamlir, tá vit áttu útgeð fyri út móti 300.000 krónum. Tað var alt upp á borg og tað var ótrúligt, at tað gekk. Men Simme var lagaligur, og Alfred, sum hevði musikkhandil inni á Skála­fjørð­inum, var eisini sera lagaligur, sigur Terji Rasmussen.
Tá teir so góvust at spæla, var út­gerð­in mest at kalla útgoldin, so tað var ein rættiliga fitt upphædd í part, tá teir so seldu instrumentini.
Síðani tað hevur Terji Rasmussen verið nógv úti um seg innan tónleik.
– Vit góvu Terji og føstufressar út fyri 20 árum síðani, men ímeðan havi eg gjørt tvær fløgur við Moirae og tvær við Eyðun Nolsøe, og eg havi gjørt eina barna­fløgu, Kettlingarnir, sum er nokk so apropos føstufressar, sigur Terji Rasmussen, sum eisini eitt tíðarskeið spældi við Frændum.
Nú er so Terji og føstufressar tvey kom­in á gøtuna, og meginparturin av løg­unum eru komin í prosessini at framleiða fløguna.
– Eg hevði eini tvey løg liggjandi, og Leivur kom við enum og Arnold við einum øðrum, og hini eru so kom­in, meðan vit hava framleitt fløg­una, sigur Terji Rasmussen.
Nú er skuffan so mest sum tóm, men Anker Eli Mortensen, ið hevur verið sangskrivari hjá Terja í mong Harrans ár, hevur eina rúgvu av tekstum liggjandi.
– Eg klári slett ikki at fylgja við har, sigur Terji Rasmussen.

Endaði í Nólsoy
Í 2001 var Terji Rasmussen, sum tá búði í Keypmannahavn við unn­ustuni, Anniku, sum hann eigur tvær døtur saman við, í Føroyum. Tá var mest sum vónleyst at fáa børn inn á ansingarstovn, og tí var hann í Nólsoy at hyggja eftir einum húsum, sum tá stóðu til sølu.
– Mær dámdi tey húsini sera væl, men eg bjóðaði so ongantíð upp á tey, sigur Terji Rasmussen.
Tey bæði tosaðu so aftur og fram um, hvat frægast var at gera, og endin var so, at Terji setti seg í samband við barnaansingina í Nólsoy, og har var leyst og liðugt beinanvegin.
– Ikki bara kundu vit fáa døturnar inn á ansingarstovnin, men eg kundi eisini fáa arbeiði har, so tað kundi ikki verið betri, sigur Terji Rasmussen.
Tey tosaðu so um hetta aftur og fram, og meðan Terji hevði sera góðan hug at royna Nólsoy – í hvussu er eina tíð – so var daman eitt sindur meiri ivasom.
– Hetta fór ikki úr høvdinum á mær, so eg bleiv við at tosa um, »hvat við Nólsoy«, men tað var »tað visti hon ikki«. Hon var Havnarteys – akkurát sum eg, sigur Terji Rasmussen.
Tey samdust so um at royna tað, tey kundu jú altíð fara aftur til Havnar, um tað skuldi verið. Hann fekk ar­beiði, døturnar sluppu í barnagarð, og hartil fekk hann so leiga eini hús.
– Tað var fínasta slag, tað var bíligt, so man kundi rættiliga koma fyri seg, sigur Terji Rasmussen.

Narraður
Hetta var eitt hálvt ár framman undan, og ímeðan tey so bíða at flyta til Nólsoyar, fann hon sær so ein annan mann.
– So stóð eg har. Hon kom upp tað summarið, men hon gekk og vur­deraði, hvat hon skuldi gera og hvar hon skuldi fara. Tað endaði so við, at hon valdi hin, og tey búgva nú niðri í Danmark við báðum døtrum okkara, sigu Terji Rasmussen.
Hann sigur, at man kann siga heldig­vís í dag, valdi hon sær hin, sjálvt um tað ikki var so stuttligt akk­urát tá.
– Tá ein tíð so var gingin, so kundi eg skiva ein lista við positivum ting­um og negativum tingum, og tað vísti seg, at tann positivi listin gjørd­ist so avbera langur, meðan tann negativi var næsta einki, sigur Terji Rasmussen
Umvent setti hann eisini upp, hvat var gott við forholdinum og hvat var ringt, og har var positivi listin næpstan ikki at fáa yga á, meðan tann negativi var alinlangur.
– So tað kundi líka so væl havt verið eg, sum endaði forholdið. Men kenslan av at verða kasseraður er gyselig, sjálvt um tað, at forholdið ikki er meir, er ikki so ræðuligt. Tá man hugsar aftur á støðuna í dag, má man siga, at tað var útmerkað, at hon valdi so, sum hon gjørdi sigur Terji Rasmussen.
Tað var eitt sindur rokaligt at koma til Nólsoyar. Hann kendi ongan, og hevði ikki so ógvuliga lætt við at koma í samband við nólsoyingar at byrja við.

Integreraður
Tað var eitt sindur trupult at gerast partur av bygdarlívinum í Nólsoy.
– Eg havi vanliga ikki ilt við at koma í samband við fólk, men fyrstu tíðina keddi eg meg. Men so fór eg at tosa við teir eldru og gomlu menninar, sum sótu á Kaffisotvuni um kvøldarnar. Onkuntíð drakk eg eina øl, onkuntíð kaffi og onkuntíð bara vatn, bara fyri at fáa selskap, sigur Terji Rasmussen.
Og tað vísti seg at vera eitt gott hugskot.
– Tað, sum eg fekk at vita um Nólsoy og tað, ið har gongur fyri seg, var frá teimum, so tá eg so skuldi tosa við aðrar nólsoyingar, hevði eg eina vitan um tingini, og tað haldi eg, teir gjørdust eitt sindur ovfarnir av, sigur Terji Rasmussen.
Nakrir nólsoyingar settu sær so fyri at gera ein rættan mann burtur úr hes­um mannliga pedagoginum úr Havn, sum var komin til Nólsoyar at búgva.
– Eitt var at fáa meg við til haru­skjóting, og ein hálaði meg so norður á oynna at læra meg at skjóta til máls eftir fløskum. Eg fór so við, men eg eri so ringur av hæddarræðslu, og tí vónaði eg at sleppa upp á oynna beinanvegin, tí so kundi eg ganga á sløttum, men eg endaði suður eftir síðuni, og tað gekk væl, til vit komnu til Gjógvará og skuldu upp gjøgnum hana, sigur Terji Rasmussen
Tá gekk ikki longur, og hann vendi við aftur – haruleysur.
– Men tað var eitt ótrúliga gott ball um náttina, og eg lærdi eisini at fletta harur. Fletti tvær ella tríggjar harur, og tað var eg ótrúliga stoltur av, sigur Terji Rasmussen.
Hann hevur kortini ongantíð aftur verið so skotið harur, og hann er ong­antíð heldur biðin á fjall.
– Eg haldi at teir uppgóvu tað bara – Teir søgdu bara sum so, at har er einki mannfólk í honum, sigur Terji Rasmussen.
Hann heldur kortini, at nólsoyingar eru fittir upp á nógvar mátar, og hann heldur eisini, at nólsoyingar duga ógvuliga væl at gera gjøldur burtur úr fólki upp á tann fitta mátan, ein prik­utan og stuttliga máta.
– Við Nólsoy er tað so, at antin tekur tú allan pakkan, og so trívist tú, ella setur tú teg at grenja og flytir tú eftir stuttari tíð, sigur Terji Rasmussen.

Like father...
Trubadururin sigur, at børn í mangar mátar verða eins og foreldrini vóru.
– Pápi mín eigur fýra børn við fýra ymiskum konum, og mamma eigur tvey børn við tveimum ymiskum monn­um. Og eg, eg eigi fimm børn við fýra ymiskum kvinnum, sigur Terji Rasmussen.
Forholdini eru tó ikki farin fyri bakka við hansara góða vilja hvørja ferð. Og tað ber heldur ikki til at tosa um konur.
– Eg havi ikki havt so nógvar konur, faktistk havi eg aldrin verið giftur. Men eg havi bygt hús saman við einari, sum eg fekk ein son við, sum í dag er 21 ár. Tað gekk tó galið eftir 6-7 ár, sigur Terji Rasmussen.
Sama var galdandi við henni, sum hann helt saman við, áðrenn hann flutti til Nólsoyar.
– Eg geri altíð upp har. The Seven Year Itch. Ná, men so fór eg á pedagog­skúla, og har møtti eg einari damu, men vit fluttu ongantíð saman. Tað var meira eitt slag av jólaævintýri, og har tað so spurdist so ein dóttir burturúr, sig­ur Terji Rasmussen.
Hann hevur tó ongantíð havt nakað samband við hana yvirhøvur, uttan tá tey møttust av tilvild.
– Hon var so inni á gólvinum hjá nær, akkurát tá eg var fluttur til Nóls­oyar. Tá var hon 10 ára gomul. Eg helt kanska, at tað fór at gerast eitt forhold tá, men so var ikki. Tað er altíð nakað, ið liggur og nívir. Aftur fokkað eitt barn upp. Og so ikki samband við tað, elendigt, altso. Men so kom hon aftur, tá hon var 15 ár, so nú hava vit regluligt samband aftur, sigur Terji Rasmussen.

Besta avgerðin
Hann kom so til Nólsoyar á sumri 2002, nýliga narraður.
– Men eg haldi, at longu sama heyst­ið dukkaði Margreth so spakuliga upp. Hon er nokk so nógv yngri enn eg, 17 ár. Tað er nokk so stórur munur. Men siga vit, at vit komu rættiliga saman um várið 2003, so eru vit í hvussu er komin upp um hasi sjey árini, og vit eru ikki komin í nakað runukastarí enn, so kanska heldur tað nú forever, tað trúgvi eg upp á, sigur Terji Rasmussen.
Tá hann nú hyggur í bakspeglið, so heldur hann, at týdningarmestga av­gerðin í lívinum var at flyta til Nóls­oyar. Tað tóktist langt frá soleiðis, tá hann tók hesa avgerðina, men nú ivast hann ikki.
– Eg havi ongantíð verið so glað­ur og havt so nógv yvirskot. Tá eg tók av­gerðina, tyktist hon ikki so týdn­ingar­mikil, men tað hevur síðani víst seg at vera tað týdningarmesta. Eftir tvey ár keypti eg hús her úti, og tað havi eg ikki angrað, eri faktist ómetaliga glaður fyri tað, sigur Terji Rasmussen.
Fyri stuttum fekk Terji Rasmussen eina dóttir saman við Margreth, og tað heldur hann kann fáa tað kreativa fram í honum aftur.
– Tá eg flutti til Nólsoyar, steðgaði alt mest sum upp, og eg havi einki fram­leitt í eini tíggju ár. Men nú kann eg seta meg framman fyri Sóley (dóttrini, red) at klimpra, og hon er mest sum tvangs­­innløgd at lurta – kann ikki flýggja, sigur Terji Rasmussen.
Hann heldur, at hann nú endiliga er komin á rætta hill, bæði so og so, og tað er nógv við Margreth, hann hámetir.
– Tað, sum eg hámeti mest við konu­fólki, er teirra eginleiki at bera yvir við mínum idiotisku tingum, og at taka mínar veikleikar við einum smíli. Og har er Margreth meistari, meistari á økinum. Ótrúligt, at hon heldur meg út, sigur Terji Rasmussen.

Verja um málið
Fyri at venda aftur til tónleikin, so er tað serliga eitt, ið eyðkennir Terja Ras­mussen, og tað er, at hann altíð syngu á føroyskum.
– Tað er komið við tíðini. Fyrstu sang­irnir, eg gjørdi, vóru á donskum, og teir vóru heilt víst gjørdir við íblástri av Gasolin. Størri kundi tað ikki gerast tá. Men við tíðini gjørdist mær greitt, at tað var neyðugt, at onk­ur tók ábyrgd viðvíkjandi føroyska mál­inum í føroyskum tónleiki, sigur Terji Rasmussen.
Hann sigur, at burtursæð frá Kára P. var lítið av mergjaðum føroyskum máli í sangtekstunum.
– Eg gjørdist meiri og meiri til­vit­aður um at syngja føroyskt, eisini tí at eg sá, at nógv av tí føroyska sum kom út – undantikið Kára P. – var ógv­uliga vánaligt. Málsligt út av lagi. Har vóru sjálvandi gomlu vísurnar hjá Harka­liðnum, men so kom slíkt undarligt í 80’unum, sum var tað reina fjas og tvætl, sum tað sjálvandi eisini skal vera pláss fyri, sigur Terji Rasmussen.
Føroyski teksturin var ringur at innføra, so hann byrjaði at gera løg til sangir úr Føroya Fólks og annað, og eitt tað fyrsta var lagið til yrkingina Eystein hjá Róa Patursson úr yrkingar­savninum Á alfara vegi, sum kom út umleið 1972.
– Hann var 16 ár, tá hann skrivaði yrk­ingina um beiggja sín, sum druknaði í Sandá, og eg var 16 ár, tá eg gjørdi lagið, sigur Terji Rasmussen.
Tað fall honum lætt og væl at syngja føroyskt, og á fyrstu føstufressum var til dømis eitt lag, sum kallaðist Ljóðmynd, sum fyrst hevði ein enskan tekst. Tá kom Anker Eli inn í myndina. Síðani kom hann upp í Frændur, og teir sungu jú bara føroyskt.
– Men Kári P. gav einki út, og Frændur var bara politiskt, so eg var ógv­uliga tilvitaður um, tá samstarvið við Anker Eli byrjaði, at nú skuldi tað vera føroyskt, og tað skuldi vera nakað, ið fólk kendi aftur. Tað skuldi vera frá gerandis­degnum, og tað skuldi vera nakað, sum fólk kundu kenna aftur í dag eins væl og um 100 ár, sigur Terji Rasmussen.

Yesterday
Tónleikarar tosa javnan um at skriva sín Yesterday. Sipað verður til sangin hjá The Beatles, sum av mongum verð­ur mettur sum teirra besti.
– Tað er ringt at siga, hvør mín Yesterday er. Fleiri halda, at Yesterday hjá Beatles als ikki er teirra Yesterday. Ein sangur, har orð og lag ganga upp í eina hægri eind, er »Handan mjørkan«, meðan Anker Eli Mortensen heldur, at »Tíðartónar« á nýggju fløguni er okkara Yesterday, sigur Terji Rasmussen.
Skal hann nevna onkran sang, sum fær tað at renna kalt niður eftir rygg­inum og fær tár í eyguni á honum, so skiftir tað ógvuliga nógv.
– Sangir, sum fáa meg at tára, skifta við tíðíni. Tann fyrsti var »What a wonderful world« hjá Luis Arm­strong, ein annar var »Tak er kun et fattigt ord« hjá Poul Bundgaard. Seinni er tað Weather Report við ein­um instrumental lagi, sum eitur »A remark you make« og »A Whiter Shade of Pale« hjá Procol Harum. Tað er so ymiskt, og »Tíðartónar« hjá okkum sjálv­um á nýggju løguni er eisini ein, eins og »Í tínum tonkum« hjá Eyðun Nolsøe. Tónleikur er so kensluborin, so hann skal helst raka eitt ella annað í okk­um, sigur Terji Rasmussen.
Fyribils má so sigast, at Terji Rasmussen hevur rakt plett. Við Terji og Føstufressar og við Terji og Føstufressar tvey. Og kastar klimprið framman fyri Sóley nakað av sær, ganga í hvussu er ikki 10 ár til vit fáa Terji og Føstu­-
fressar trý.


FAKTA

Navn: Terji Rasmussen
Føddur: 18.06.1966

Útgávur:
1981 og 1983 Funkies. Báðar single
1986 Frændur II har fyrsta lagið hjá Terja kom út. (Eros)
1988 Frændur 80'ini
1990 Terji & Føstufressar
1996 Moirae, 1998 Moirae - Sangir úr náttini
1999 Eyðun & Terji
2000 Eyðun & Terji - Eitt nummar og 17 onnur
2001 Terji & Kettlingarnir,
2010 Terji & Føstufressar Tvey
umframt løg á øðrum útgávum.

Hevur síðan 2000 framleitt nógvar fløgur fyri onnur, millum annað Vágaverk við Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall og Loksins hjá Magnus á Stongum.

Útbúgving:
Útbúgvin sum námsfrøðingur á Føroya Læraraskúla januar 1995

Børn:
Fríði Tanggaard Bjørgvin f. 14 apríl 1989
Rósa Tovudóttir f. 15 oktober 1992
Ritva Tanggaard Bech f. 16 apríl 1998
Døgg Tanggaard Bech f. 22 august 2000
Sóley Tanggaard Jacobsen f. 6 mai 2010