At fara til skips bert 16 ára gomul, var ikki nakað sum nógvar aðrar føroyskar kvinnur høvdu gjørt frammanundan.
Fyri Johnvá var hetta ikki so nógv at rópa hart upp um. Hon hevði mangan verið umborð á báti áður, og heima við hús var nógv prátað um fiskiskap og útróður.
Bæði pápi hennara og tann elsti beiggin vóru sjómenn, og tað kom meiri enn so fyri, at hon var við, tá teir umborð á Liljuni landaðu fisk í Sørvági, haðani hon eisini hevur ættarbond.
Nú var tann lívsfríska og arbeiðsfúsa gentan til reiðar at fara undir eina nýggja avbjóðing. Hon hevði arbeitt eitt sindur sum arbeiðsgenta, m.a. í heiminum hjá manninum, ið kom at gerast skipari hennara henda túrin - Sigmund Heinesen í Klaksvík.
- Ein dagurin spurdi hann meg, um eg visti onkran sum kundi koma við sum messudrongur við Jákup B á einum túri til Grønlands. Eg svaraði honum, at tað kundi eg gott gera. Hetta kom helst nakað óvart á hann, tí hann svaraði, at hetta mátti tyggja eitt sindur uppá tað.
- Eg spurdi síðani foreldrini um loyvi: Mamma var ikki heilt við uppá tað, men pápi spurdi meg bara, hvønn eg skuldi til skips við. Tá eg so segði, at tað var við Jákup B og við Sigmundi sum skipara, svaraði hann bara: “Tað var ikki so býtt”, greiðir Johnvá brosandi frá.
19. september fyri sløkum 48 árum síðani legði Jákup B út á nýggjan túr við Johnvá sum messugentu. Hóast hon hevði fingið játtilsi frá foreldrum sínum, vóru tað kortini ikki øll ið vóru eins fegin um hetta.
- Tá vit løgdu frá landi var lagið gott umborð og vit sungu ymiskar sangir. Men fyri tey mongu, sum stóðu eftir á bryggjuni var hetta ein rørandi løta, og fleiri grótu, millum annað mamma mín. Tey væntaðu heilt einfalt ikki, at vit fóru at fóru at koma heilskapað aftur, nú ein kvinna mynstraði við.
Hinvegin vísti tað seg, at tey bóru boð aftur í bý. Gjørdu ein skjótan og sera góðan túr í Eysturgrønlandi, sum bert vardi í góðan hálvan annan mánað. Og tann unga Johnvá slapp at royna alt tað sum kundi roynast umborð á einum slíkum línuskipi sum Jákup B.
- Eg keddi meg ikki eina einastu løtu á túrinum, sigur Johnvá Josephsen, ið sjálv mynstraði sum nr. 25 henda túrin, har hon samstundis rundaði tey 17 árini.
Systir og dóttir
Liðin eru fimmti ár, síðani línuskipið Jákup B og Klakkur komu á Klaksvík fyrstu ferð. Hetta fer sjálvandi ikki aftur við borðinum, men verður heiðrað soleiðis sum tað sømir seg.
Tað eru kanska ikki øll sum vita tað, at longu tvey ár eftir hetta, mynstraði ein kvinna umborð á Jákupi B sum messudrongur. Hetta varð samstundis hennara fyrsti og einasti túrur til skips.
Frammanundan hevði kokkurin, Erling Joensen úr Gjógv provianterað til allan túrin, og tí var lætt og einfalt hjá teirri ungu klaksvíkgentuni at fara til verka í messuni.
Johnvá kendi nógvar av teimum ungu dreingjunum sum fóru við. Fleiri teirra vóru á sama aldri sum hon, og aðrir eldri. Hóast hon var einsamøll kvinna umborð, varð hon ongatíð happað av hesi orsøk.
- Nei, eg kenni einki til orðið happing. Tað var heldur hinvegin: Teir yngru føldu meg sum eina systur, meðan teir eldru føldu meg sum eina dóttur. At eg skuldi verða til ólukku fyri skip og manning, var ongatíð tikið uppá tungu, vísir Johnvá á.
Hon hevði sum vera man nakað av sjóverki, men tá tey vóru komin til Vestmannaoyggjarnar merkti hon einki til tað. Tað einasta sum hon ikki kundi etað var havragreytur, sum hinir av manningini hinvegin dámdu sera væl.
Aftanfyri skorsteinin
Arbeiðið í messuni umborð á einum skipi verður gjørt eftir ávísari skipan og innan ávísa tíð. Johnvá varð purrað út ára á morgni, og arbeiddi so til nakað út á kvøldið, tá hon fór á frívakt.
Hóast hennara arbeiðið var í messuni, ynskti hon at sleppa at gera tað sama sum allir hinir arbeiddu við.
- Eg meini so við, - teir ótu jú ikki alla tíðina, sigur hon brosandi. - Eg varð tí við í øllum arbeiðinum umborð. Eg slapp tí bæði at egna, krøkja inn, blóðga, arbeiða í lastini og mín sann eisini at banka ís.
Fríløturnar vóru brúktar til ymiskt. Serliga væl dámdi henni fríløtuna seinnapart sunnudag. Tá varð altíð borðreitt við lagkøku, og við einum slíkum í hond og einum heitum kaffi aftrat, plagdi hon at seta seg afturum skorsteinin umborð og bara njóta útsýnið.
- Tað var fantastiskt bara at sita soleiðis og nýta tey stóru og veldigu ísfjøllini. Ognú, sum tað var flott.
Gott at hoyra kvinnurødd
Hóast nógv var at gera umborð, var eisini tíð at tosa heim og við onnur skip sum eisini vóru á fiskileið.
Serliga væl minnist hon ta einu samrøðu, sum hon hevði við Palla hjá Mariannu, sum var skipari umborð á Klakki. Hesin vildi bara vita, hvussu eg hevði tað.
- Hann var eisini bleytur av sær, og hann segði tá, at tað var sera gott at hoyra málið á eini kvinnu sum var til skips.
Dagur datt av degi umborð á Jákupi B, og sohvørt sum lastin fyltist við fiski, kom dagurin, tá kósin varð sett aftur ímóti Føroyum.
- Her var altíð okkurt at takast við, serliga hjá mær sum væl dámdi at rokast umborð. Tíðin føldist tí ongatíð long umborð.
- Hinvegin var tað sera løgið at koma í land aftur. Tað virkaði faktiskt rættiliga tómt. Nú høvdu vit 25 umborð verið so tætt saman, og tí gekk líkasum ein tíð, áðrenn vit í teirri gomlu klikuni komu saman aftur.
Eingin skomm at fara til skips
Johnvá var bert henda eina túrin til skips. Men hon hevur ikki hugsað stórvegis um, at hon helst var fyrsta føroyska kvinnan sum var til skips.
- Eg veit ikki hví, ið ikki fleiri ungar kvinnur eru farnar til skips gjøgnum árini. Kanska halda tær, at tað er skomm at vera sjómaður, eg veit ikki. Fyri meg er eitt arbeiði eitt arbeiði, óansæð um man er maður ella kvinna.
- Man lærir heilt ótrúliga nógv av at vera til skips. Man mennist av at fara heimanífrá, og tí ein fær at vita, at alt er ikki ein sjálvfylgja, vísir hon á.
Nevnast kann í hesum sambandi, at presturin, bíbliutýðarin og rithøvundurin, K.O. Viderø í einum av bókum sínum júst vísti á hetta sama, við tað at hann kallar Suðurlandið fyri ein góðan skúla.
Í dag er hetta við kvinnuligum sjómonnum vorðið alt meiri vanligt, ikki minst ta tíðina, ið Næraberg var heimahoyrandi í Klaksvík. Hesa tíðina vóru nógvar ungar kvinnur til skips, m.a. ein ommudóttir hennara.
- Men eg haldi, at var størsta skandala at Næraberg fór av landinum. Ommudóttir mín elskaði í øllum førum sjómanslívið.
Trussu-suppa, ger so væl!
At vera einsamøll kvinna í einum mannfólkaheimi, og enntá umborð á einum skipi, var helst ikki tann stóra avbjóðingin fyri ta 16-17 ára gomlu klaksvíksgentuna.
Johnvá royndi hinegin sum frægast at ignorera mannfólkaprátið, men ikki óvæntað komu støður, har gingið varð henni heldur nær.
Henda eina dagin hevði hon fylt sær ta stóru grýtuna við vatni, tí nú skuldu visksistykkini kókast. Hetta løgdu teir sjálvandi merki til, serliga ein av ungu monnunum.
- Hann gav mær tá eitt ordiligt prik, tí tá eg setti suppuna á borðið segði hann bart út, at hann skoytti í øllum førum ikki um trussu-suppu.
- Skiparin hoyrdi hetta, og gav honum av grovfílini fyri tað sum hann hevði sagt um meg. Tja, eg veit líka, hann bleiv so seinni eisini forlovaður!
Havið er óútrokniligt
Aðrastaðni í greinini er nevnt, at Johnvá ynskti at royna alt sum roynast kundi umborð á einum línuskipi. Eitt av hesum arbeiðum var at hála fiskin inn.
Ein dagin er hon í ferð við hetta. Hon var farin í eina bláa skjúrtu, sum hon hevði tikið frá beiggja sínum.
- Ja, eg stóð við uppbrotnum ermum og hálaði inn. Tað var blikalogn, og eg hugsaði tí ikki um annað, enn arbeiðið sum eg skuldi gera.
- Eg havi helst staðið í øðrum tonkum, og ansaði ongum, ikki fyrrenn ein stór alda knappliga reisist beint har sum eg stóð. Men lukkutíð fekk kokkurin hálað meg inn, og einki annað hendi.










