Føroyar eru paradís fyri heilan

? Eg havi nú búð her í umleið tvey ár, og mær dámar sera væl. Hetta má vera paradís, tí tað er so óstressandi. Fólkini eru blíð, og eg dugi væl at síggja meg sjálvan sum búgvandi her í framtíðini, sigur Alexander Djordjevic, sum spælir við 1. deild hjá KÍ. Hann og unnusta hansara, Joan, skulu giftast í summar

? Faroes is paradise for brain and everything, sigur Djordjevic, tá hann verður spurdur um, hvussu hann trívist her. Hann flutti til Føroyar at búgva fyri umleið tveimum árum síðani at spæla fótbólt við KÍ. Hann heldur, at umhvørvið er ótrúliga sunt fyri sálina.
? Tað fyrsta eg hugsaði var, at hetta má vera perfekt, tí her eru so mong fjøll og hav allastaðni rundanum. Og lívið er ikki so stressandi her, sum tað er í Jugoslavia. Tú skalt altíð renna til okkurt har, og her ber tað til at taka tað róligt, tá ein er liðugur at arbeiða og venja. Hetta er bara gott, sigur Djordjevic, sum tosar enskt, men skilir nakað av føroyskum, um tað ikki verður tosað ov skjótt við hann. Sjálvur tosar hann sum sagt enskt, men fleiri føroysk orð hoyrast innímillum tey ensku, og tað ger hansara talumáta serstakan. Hann sigur, at hann ofta verður spurdur, um hann ikki kann tosa føroyskt, og hann royndi ta einu tíðina, men tað bleiv flent so mikið nógv at honum, at hann hálsaði umaftur til enskt beinanvegin, og við sannførdari rødd sigur hann, at honum tørvar tíð til at kunna seta seg inn í málið og koma at skilja tað fullkomuliga. Tosa tað, veit hann ikki, um hann nakrantíð fer at gera. Hann saknar ein skúla ella okkurt líknandi, sum hann kundi farið til fyri at lært seg tað føroyska málið.
Hann sigur, at tað var hart í fyrstuni, men tað gekk bara heilt stutt tíð, so byrjaði hann at trívast væl. Tað var Tomislav Sivic, sum setti seg í samband við hann og segði honum um Føroyar.
? Eg hugsaði beinanvegin, at eg mátti síggja hetta staðið við einans 5.000 íbúgvum, har øll kenna hvønnannan, sigur Djordjevic. Hann og Sivic kendust frammanundan frá fótbólti í Beograd í Jugoslavia. Sivic spældi ta einu tíðina við Reyðu Stjørnu, meðan Djordjevic spældi í hinum stórfelagnum í Beograd, Partizan.
Sostatt flutti Djordjevic frá professionellum fótbólti í Jugoslavia til amatør-fótbólt í Føroyum. Hann fekk arbeið hjá Klaksvíkar kommunu, og hann byrjaði at falla til. Tá kappingarárið var liðugt, fór hann aftur til Jugoslavia, men hann sigur, at hann vildi bara aftur til Føroyar. So hann var bara í Jugoslavia í stutta tíð og kom so aftur hendanvegin.

Kríggj er ørskapur
Djordjevic sigur, at tað er ikki so stórur munur á londunum báðum, tá tað kemur til at øll kenna hvønnannan og tosa um hvønnannan. Tí hóast Beograd er ein stórbýur við 4-5 milliónum íbúgvum, so sigur Djordjevic, at úti í økjunum kennast øll væl og vita alt um hvønnannan. Men hann trívist væl í Føroyum, og í juli skulu hann og unnusta hansara, Joan, giftast.
? Tað verður fyrstu ferð, at eg fari í kirkju, sigur hann og á andlitsbráðnum hómast okkurt, sum kann kallast spenningur.
Tað eru nógv ymisk fólkasløg í gamla Jugoslavia. Landið, sum í dag er býtt upp í nógv smærri lond eftir eitt drúgt og ræðuligt borgarakríggj. Har eru eisini fleiri ymiskir trúarrættningar. Katolikkar, ortodoksar, muslimar og so framvegis.
- ? War was stupid, sigur Djordjevic við eitt sindur av beisksemi í røddini. Hann greiðir frá, at tað hevur ikki gjørt nakran mun fyri flestu jugoslavar, at tað gamla Jugoslavia nú er burtur, og at landið er býtt upp. Hann tekur seg sjálvan sum dømi. Mamma hansara er kroati og katolikkur, og pápi hansara er serbi og ortodoksur. Hetta hevði millum annað við sær, at hann vaks upp við tveimum jólaaftan og nýggjársaftan um árið. Tí ortodoksar halda jól 1. januar og nýggjár 13. januar.
? Hvat eri eg so? Eg eri jugoslavi, hóast landið í dag er burtur, sigur hann sannførdur á málinum. Hann heldur fram, at tað er sera torført at greiða frá krígnum.
? Kríggj er ørskapur. Fólk verða púra ør av tí, og tað hendi so nógv, sum í dag er púra óskiljandi, sigur Djordjevic, sum tó ikki sjálvur tók lut í krígnum. Hann gjørdi sína hernaðarskildu tann tíð tað var, og tað var tað hjá honum. Hann hevur spælt fótbólt á hægsta støði, síðani hann var 17 ára gamal, og eisini hevur hann verið aðrastaðni og spælt. Til dømis í Suður-Korea og í Avstralia.
Um framtíðina sigur Djordjevic, at hann heldur, at hann hevur nøkur ár eftir í sær sum fótbóltsleikari. Hann veit ikki at siga við vissu, hvat hann fer at gera, tá tíðin er komin til at gevast. Hann kundið hugsað sær at verðið venjari, men tað er ikki at vita frammanundan, um tað fer at eydnast honum.
Hann sigur í øllum førum, at hann kundi hugsað sær at verið verandi í Føroyum, men tað verður nakað, sum hann og komandi kona hansara endaliga fara at gera av.