Frælsi er tikið frá mær

– Eg sleppi ikki heim, uttan at hann gevur mær loyvi. Eg havi ynskt at flyta heim til Føroya nú í fleiri ár, men eg sleppi ikki. Eg avgeri ikki sjálv, hvar eg og dóttir mín skulu búgva. Tað er grátuligt og ófatiligt, sigur 33 ára gamla Siri Hovsgarð.

– Eg sleppi ikki heim, uttan at hann gevur mær loyvi. Eg havi ynskt at flyta heim til Føroya nú í fleiri ár, men eg sleppi ikki. Eg avgeri ikki sjálv, hvar eg og dóttir mín skulu búgva. Tað er grátuligt og ófatiligt, sigur 33 ára gamla Siri Hovsgarð.

 

Hon bert ein av fleiri føroyskum kvinnum, sum eru stavnsbundnar í Danmark, tí at lógin sigur, at tær ikki kunnu flyta heim til Føroya við barni sínum, uttan so, at pápin gevur loyvi til tess.

 

Sosialurin hevur hitt Siri Hovsgarð, sum býr í Danmark, har hon hevur barn saman við manni, sum hon ikki livir saman við. Lógin sigur, at um hon vil flyta heim við barni sínum, so skal pápi barnsins geva loyvi til tess.

 

Fyri seks árum síðani fingu Siri, og føroyski maki hennara tá, eina dóttur. Beint áðrenn Siri gjørdist varug við, at hon var við barn, vóru tey farin hvør til sítt. Men orsaka av, at eitt barn nú var ávegis, valdu tey at royna aftur. Sæð í bakspeglinum var tað kanska fyrsta stigið móti hesi óloysiligu støðu hjá Siri.

 

– Vit vóru saman aftur, og vanligt er í Danmark, at foreldrini hava felags foreldramyndugleika. Tað ynskti hann eisini, greiður Siri frá. Og sjálvandi játtaði Siri hesum.

 

– Eg minnist eg lat eitt orð falla um, at hetta í veruleikanum merkti, at eg ikki kundi flyta heim aftur til Føroya uttan so, at hann gav mær loyvi. Men eg trúði ongantíð tað kundi fara so langt, sigur Siri.

 

Hóast hon kendi til donsku reglugerðina um, at felags foreldramyndugleiki millum annað inniber, at bæði skulu vera samd um hvar barnið skal búgva, so trúði hon ikki, at tað kundi vera galdandi fyri tveir føroyingar, búsitandi fyribils í Danmark í lestrarørindum.

 

Men fyri einum góðum mánaði síðani var tað staðfest, at soleiðis er tað.

 

Lesið søguna í VikuskiftisSosialinum, sum fæst kring landið, og sum eisini kann keypast á sos.fo