samansettar formar við rugbreyðum, sum hann hvølvir á borðið, haðani tey beinanveg verða tikin frá til at koyra út til ymsu kundarnar, sum skulu hava breyð. Úti í handlinum stendur Elinborg enn, sum hon gjørdi [...] kundarnar við hýruvogni, greiðir hann frá. Tveir plagdu teir at vera, sum líkasum skiftust um at koyra fyri bakaran. Til Rituvíkar og Æðuvíkar. Inn á Skipanes og eisini út á Toftir, koyrdu teir. Tá Hallgrim [...] heimaftur, heldur Hallgrim, tí hann hevur lært her og eisini arbeitt her í fleiri ár. Jú, tey fara uttan iva at fáa tíðina at ganga, bæði Elinborg og Hallgrim Miðberg, hóast tey ikki vera í bakarínum. ?Vit
fyrr. Nú skal hann frá Meirilutin í býráðnum í donsku kommununi Farum samtykti um vikuskiftið at koyra tann umstrídda Peter Brixtofte úr borgarstjórasessinum og at velja ein skuggaborgarstjóra í hansara [...] tá hann breyt lógina, tá hann vegna kommununa tók eitt lán upp á 250 mió. krónur í apríl í fjør uttan at kunna býráðslimirnar um tað. Heiðursløn Svenska stjórin hevur samtykt at stovna eina heiðursløn
hittast. Og ein kaldan mikudag setti eg so kós móti Malmö úr Göteborg. Tað er eitt fitt petti at koyra, okkurt um 300 kilometrar, so eg hevði góða tíð at hugsa í bilinum á veg suðureftir vesturstrond Svøríkis [...] kortinum. Men so finni eg onkusvegna fram til ítróttarøkið, og tá er lættari at vita, hvar eg skal koyra. Og langt um leingi, snari eg so inn á Rådmansgatan. So er bara at finna nummar 23C, og seta bilin [...] bleiv stjóri í Skånska Cement, tað sum seinni bleiv Skanska. Og frá hesum báðum haldi eg at eg bleiv, uttan at geva mær so nógv far um tað, varugur við, hvat er rætt og skeivt. Tað er sum um, at liggja tveir
1939, men tað sæst ikki á henni, hon koyrir sum fyrsta dagin, og verður Sverri uttan iva á odda, tá ellisakførini fara at koyra raðkoyring í samband við flaggdagshaldið í Havn í næstum. Børnini minnast altíð
Man skal ikki fyrigykla sær, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin koma at sita í eini samgongu uttan tað verður ósemja um heilt nógv mál, eitt nú vinnumálini. Men tað vilja eisini vera ósemjur, skulu [...] semjast við hann um tann vinnuliga politikkin men avgjørt ikki um tann tjóðskaparliga politikkin. So uttan mun til hvat man ger, so skal ein ikki lata eyguni aftur fyri, at vit ikki verða samdir. -Men roknar [...] annars vera eitt sindur óheppið, at fólk hava ikki skilt, hvat tað vil siga at vera innan fyri og uttan fyri ríkisfelagsskapin. -Tað uppskotið til samtyktar, sum er samtykt, er ein tillaging innan fyri
-menn fingu sær sjálvtøkuhandlar ? nú gera vit alt fyri tey uttan at tasta vøruna inn, tá gjaldast skal. Kanska er tað longst sum best at koyra út í Grønland til mín fasta keypmann ella kanska skal eg fara [...] búgva í eysturbýnum, fara til handils úti í Grønlandi. Hetta krevur ikki nakra nærri frágreiðing uttan hana, at okkum dámar at keypa harúti, og við bili hevur tað einki uppá seg. Tað er eisini so hugnaligt [...] innantanna undir vøruuppályftingarseansuni. So skal eg aftur baksa alt niður aftur í vognin aftur og koyra og stýra úteftir gólvinum við skeiklaða vogninum, og knossast við at fáa alt úr vogninum inn í bilin
trupul og ógvuslig. Bussførarin sigur, at ætlanin, sum bussarnir koyra eftir, er alt ov strømm, og bussførararnir noyðast tí ofta at koyra skjótari enn loyvt er og noyðast teir eisini at vera frekir í ferðsluni [...] grannalondum okkara eru reglur gjørdar fyri, hvussu leingi ein bussførari hevur loyvi at sita við róðrið uttan steðg. Men í Føroyum eru ongar reglur um koyri- ella hvílitíðir. Ferðslutrygd hevur, eftir áheitan
undir við, at bilførararnir koyra í góðum bilum. Tað man koma av, at so nógvir nýggir bilar eru á vegunum nú. Tað, ið fólk fáa mest bót fyri, er gloymd koyrikort og at koyra uttan at sita í trygdarbelti. At [...] morgunin og vakthavandi boðar frá, at eitt ferðsluóhapp er inni á Sundi. Jákup Martin býður seg fram at koyra inn á Sund at fáa greiðu á, hvat er hent. Tíbetur hevur óhappið ikki nógv uppá seg, bilarnir hava [...] frágreiðing frá báðum pørtum um, hvussu óhappið er hent og meta um bilarnir eru í nóg góðum standi at koyra víðari. Eftir hvørt útkall skal ein frágreiðing skrivast og hetta er einki undantak. So er tað upp
bæði eina ferð og tvær ferðir. Brotnar fløskur, rútar, gløs, saksar... alt verður blakað í posan uttan at pakka tað inn. Eisini dósirnar, sum til dømis kettumatur er í eru herviligar. Eisini visti ein [...] yvirhildin, so verður posin ikki heintaður. Nú er tað eisini gjørt soleiðis, at tað er ókeypis at koyra rusk niðan á brennistøðina, og hetta er fyri at lætta um hjá ruskmonnunum, men siga teir, at tað eru
liðini tað sum frægast var, nevniliga at halda bóltinum niðri. Serliga B68 megnaði at fáa spælið at koyra. Málmøguleikarnir teir komu fram til vóru ikki tilvildarligir, men góð gjøgnumspæld álop. Tað var [...] varð dysturin í roynd og veru avgjørdur. Eftir hetta dovnaði spælið, og meginparturin gekk fyri seg uttan fyri brotsteigin hjá Skála. Hetta var eisini væntandi, nú B68 spældi við einum mann meiri. B68 kom [...] fram til stórar málmøguleikar, sum kundu givið fleiri mál. Skála hevði hendinga skotroyndir úti frá, uttan at hetta gjørdist vandamikið. Soleiðis gekk restin av dystinum, og komu tískil ikki fleiri mál. B68