HJÁ BAKARANUM
Tey byrjaðu í bakarínum sama dag fyri skjótt 40 árum síðan. Og síðan hava tey hildið saman, Elinborg og Hallgrim Miðberg í Saltangará. Í dag er Bakaríið selt, men navnið Miðberg fer framvegis at standa á skeltinum.
?Eg kom úr Vestmanna og hevði ongantíð verið í Eysturoynni fyrr, hóast eg hevði verið runt Afrika, greiðir Hallgrim Miðberg frá.
?Eg byrjaði sum bakarasveinum hjá Antoni Johannesen. Sama dag byrjaði ein nýggj genta í handlinum, og har hava vit so verið síðan, hóast bakaríið hesi árini hevur verið í trimum húsum.
Í húsinum við síðuna av posthúsinum í Saltangará liggur bakaríið hjá Miðberg. Tað hevur verið í hesum húsinum síðan 1978 og fer framhaldandi at verða í sama stað, hóast eigararnir nú verða nýggir.
Vit spyrja eftir bakaranum, og fáa at vita, at hann er har inni aftanfyri. Jú, hann er við at taka breyð úr ovninum. Tekur fleiri samansettar formar við rugbreyðum, sum hann hvølvir á borðið, haðani tey beinanveg verða tikin frá til at koyra út til ymsu kundarnar, sum skulu hava breyð.
Úti í handlinum stendur Elinborg enn, sum hon gjørdi tann dagin í august 1962, tá verðinsmaðurin úr Vestmanna, sum ongantíð hevði verið í Eysturoynni, byrjaði at baka í Runavík.
Hallgrim Miðberg greiðir frá, at hann lærdi at baka hjá Frants Restorff í Havn, har hann varð útlærdur í 1960.
Hann helt tó ikki fram í bakarayrkinum beinanveg, tí hann fór út at sigla. Hann fór við einum norskum farmaskipi og var millum annað ein túr runt Afrika, úti á Madagaskar og á Mauritius.
Inn í Eysturoynna
Heim aftur komin sá hann, at Anton Johannesen, bakari í Runavík, søkti eftir bakarsveini. Hallgrim søkti og fekk starvið.
Tann 21. august 1962 byrjaði hann at baka í teimum húsunum, sum í dag hýsa Runavíkar Býráði.
?Tað er í grundini nokk so stuttligt, heldur Hallgrim. Tí annar teirra, sum nú hevur keypt bakaríið, er borgarstjórin, sum í dag ræður í sama húsi.
Tað gekk heilt stutt tíð, til gamli bakarin gjørdist sjúkur, greiðir Hallgrim frá. Og bara eini tvey ár eftir, at hann var byrjaður í bakarínum, hevði hann yvirtikið tað. Tá var hann sjálvur annar í bakarínum, og tvær gentur í handlinum.
Saman við sjálvari fyritøkuni fylgdu eisini starvsfólkini, og serliga ein yvirtøka gjørdist øðrvísi enn hinar.
Væl hevur verið elt og bakað, tí árið eftir at Hallgim Miðberg hevði keypt bakaríið frá Antoni Johannesen, giftust hann og Elinborg Knudsen, sum bæði byrjaðu sama dag í fyritøkuni.
Tey hildu so fram í sama húsi til 1969, tá bakaríið flutti longri inn á fjørðin.
Og í 1978 bygdu tey so tann bygningin, har bakaríið hjá Miðberg húsast í dag. Sjálv búðu tey tá í erva, men eru seinni flutt í onnur hús at búgva.
Broytingar
Jú, broytingarnar hava verið stórar, greiðir Hallgrim Miðberg frá. Alt samfelagið er jú broytt, so tað er greitt, at tað mátti merkjast hjá bakaranum eisini.
?Tá eg byrjaði, vóru fýra bakarar í Eysturoynni. Ein á Skála, ein í Gøtu, ein í Fuglafirði og so vit. Tann í Gøtu er nú givin, meðan bakarí enn eru í Fuglafirði og á Skála.
Vøra varð koyrd út til kundarnar við hýruvogni, greiðir hann frá. Tveir plagdu teir at vera, sum líkasum skiftust um at koyra fyri bakaran. Til Rituvíkar og Æðuvíkar. Inn á Skipanes og eisini út á Toftir, koyrdu teir.
Tá Hallgrim Miðberg keypti bakaríið, keypti hann sær eisini ein vøruvogn. Hann kostaði 12.000,- krónur, minnist hann.
Í dag verður vøran eisini koyrd út til kundarnar, men nú er tað bara upp aftur longri teinur. Heilt til Eiðis og Norðskála verður nú farið.
Í dag eru 14 fólk í føstum starvi á bakarínum, umframt onnur, sum arbeiða styttri tíð. Og umsetningurin er vaksin frá umleið 125.000,- krónum, tá Hallgrim Miðberg yvirtók, til einar sjey milliónir í dag.
Trivist væl
Hallrim fer yvir til eitt borð, har teir standa og elta breyð. Tekur deiggj og letur ongan iva vera um, at hetta hevur hann gjørt fyrr.
Aftan fyri hann stendur Oddur Heinesen við eina rørimaskinu. Hann hevur bakað hjá Miðberg í 32 ár, greiðir Hallgrim frá.
?Jú, bæði vit bæði og arbeiðsfólkið sum heild hava trivist væl, heldur hann.
Tað var eitt sindur av ótryggleika á summum, tá tað frættist, at hann fór at selja, greiðir Hallgrim Miðberg frá. Men tey fingu skjótt at vita, at alt fór at halda fram sum áður. Og tað fara starvsfólkini eisini at gera.
Sofus Hansen, sum er annar av nýggju eigarunum, kemur í bakaríið at arbeiða.
?Hann kemur líkasum heimaftur, heldur Hallgrim, tí hann hevur lært her og eisini arbeitt her í fleiri ár.
Jú, tey fara uttan iva at fáa tíðina at ganga, bæði Elinborg og Hallgrim Miðberg, hóast tey ikki vera í bakarínum.
?Vit sleppa so at vera omma og abbi fulla tíð, um vit vilja tað.