Ferðsla: Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er skrivað um ein bussførara, sum hevur koyrt býbuss í Havn í fleiri ár. Hann hevur sagt upp nú, tí arbeiðið er alt ov strævið, vaktirnar ov langar og ferðslan trupul og ógvuslig. Bussførarin sigur, at ætlanin, sum bussarnir koyra eftir, er alt ov strømm, og bussførararnir noyðast tí ofta at koyra skjótari enn loyvt er og noyðast teir eisini at vera frekir í ferðsluni. Tí er tað nærum sjálvsagt, at undir slíkum umstøðum er ferðslutrygdin ikki nóg góð.
Umframt ferðsluvandan kann henda drúgva koyringin, sum er ein kapprenning við tíðina, eisini verða vandamikil fyri bussførararnar og heilsustøðu teirra. Bussførarin, sum nú hevur sagt seg úr starvi, endaði á deild 8 á Landssjúkrahúsinum við hjartatrupulleikum.
Kanningar gjørdar
Kanningar í Danmark hava staðfest, at bussførarar eru í einum serligum vandabólki, tá talan er um blóðpropp í heilanum ? vandabólkurin er tann størsti av vandabólkunum í Danmark. Hesin trupulleikin heldur veksur enn minkar. Tað eru umleið 80% meira snanlíkt, at ein bussførari verður raktur av blóðproppi enn onnur. Fyri 10 árum síðani vóru prosentini á 40.
Í øllum grannalondum okkara eru reglur gjørdar fyri, hvussu leingi ein bussførari hevur loyvi at sita við róðrið uttan steðg. Men í Føroyum eru ongar reglur um koyri- ella hvílitíðir. Ferðslutrygd hevur, eftir áheitan frá føroyskum bussførarum, heitt á avvarðandi myndugleikar um at taka málið til viðgerðar. Skriv varð sent millum annað til Vinnumálastýrið, sum svaraði, at sjónarmiðini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru tikin til eftirtektar, og verða havd í huga tá broytingar og tillagingar verða gjørdar á økinum.










