Løgmanssteypið
Eftir at Skála hevði vunnið í Klaksvík seinasta vikuskiftið, var spenningur undan dystinum. Skála kundi við at vinna móti B68, tryggja sær víðari luttøku í steypakappingini. B68 skuldi hinvegin helst vinna dystin um teir skuldu víðari.
B68 trýsti
Fitt av vindi var á Skála leygardagin, og darvaði hetta eisini spælinum. B68 hevði vindin í ryggin fyrra hálvleik, og fingu teir lagt eitt trýst á Skála frá byrjan.
Hóast nógva vindin, gjørdu bæði liðini tað sum frægast var, nevniliga at halda bóltinum niðri. Serliga B68 megnaði at fáa spælið at koyra. Málmøguleikarnir teir komu fram til vóru ikki tilvildarligir, men góð gjøgnumspæld álop.
Tað var serliga í vinstra síðu at B68 kom ígjøgnum og fekk lagt innfyri.
Skálamenn lógu fyri tað mesta aftarlaga á vøllinum og lúrdu uppá kontra. Tær ferðirnar teir royndu seg við uppspæli, blivu teir sum oftast steðgaðir, áðrenn teir komu inn í brotsteigin hjá B68.
Tað vóru bert spældir 7 minuttir tá fyrsta málið kom. Øssur Hansen fær bóltin í vinstru síðu og spælir innfyri, har Anders Nygaard setti fótin á. Eitt einkult, men vakurt mál.
Tá 11 minuttir eru farnir kemur B68 uppá 2-0. Aftur er tað uppspæl í vinstru síðu, bólturin endar hjá Jan Inga Petersen, sum spælir Anders Nygaard frían.
Nú væntaðu flest øll at Skála fekk trupult at koma við aftur í dystin. Higartil høvdu teir ikki havt nakra veruliga roynd uppá málið hjá B68.
Og tað var eisini B68 sum hevði greiða yvirvág næstu løtuna. Teir komu fram til fleiri góðar málmøguleikar, men antin skotu teir við síðuna av, ella bjargaði málmaðurin hjá Skála. Verjan hjá Skála var eisini ótrygg hesa løtuna. Ofta hendi tað seg at teir løgdu aftur til málmannin og bólturin fór út til horna. Eisini hevði verjan ilt við at meta um høgar bóltar sum í vindinum duttu niður á tann váta vøllin.
Skála við aftur
Hóast tað sá svart út, eydaðist tað Skála at koma inn aftur í dystin. Bólturin verður spældur inn í B68-brotsteigin. Tað sá út til at verjan hevði tamarhald á støðuni, men ein misskiljing endar við at Marius Joensen gerst fríur, og kann minka um munin fyri Skála til 1-2. Hetta var miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Løtu seinni kundi Skála javna um teir vóru meira neyvir í skotroyndini. Jonhard Frederiksberg kemur at standa væl fyri í brotsteiginum, men málmaðurin hjá B68 bjargar.
Skálamenn trúðu nú uppá, at teir kundu fáa okkurt burturúr dystinum. Men 10 minuttir áðrenn hálvleik, er tað aftur B68 sum spælir upp í vinstru síðu og innfyri, har Anders Nygaard aftur stendur væl fyri. Hann setur høvdið á, og bólturin hevur kós við síðuna av málinum, men rakar ein Skálamann so hann fór í málið til 1-3.
Avgerðin fellur
Seinni hálvleikur var ikki meira enn 3 minuttir gamal, tá Anders Nygaard aftur slapp leysur. Hesuferð bleiv bólturin spældur ígjøgnum mitt fyri, og danin skeyt framvið málmanninum hjá Skála til 4-1.
Tá so Skála fekk Paula Hansen útvístan eftir 15 minuttir í seinna hálvleiki, varð dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Eftir hetta dovnaði spælið, og meginparturin gekk fyri seg uttan fyri brotsteigin hjá Skála. Hetta var eisini væntandi, nú B68 spældi við einum mann meiri.
B68 kom eisini fram til stórar málmøguleikar, sum kundu givið fleiri mál.
Skála hevði hendinga skotroyndir úti frá, uttan at hetta gjørdist vandamikið. Soleiðis gekk restin av dystinum, og komu tískil ikki fleiri mál.
B68 var betra liðið og vann uppiborið. Bæði liðini vístu, at sjálvt um veðrið ikki var av tí besta, ber til at fáa spælið at koyra, í staðin fyri at royna seg við longum og høgum bóltum.
Dysturin í tølum
Skála-B68 1-4 (1-3)
0-1: Anders Nygaard
0-2: Anders Nygaard
1-2: Marius Joensen
1-3: Sjálvmál
1-4: Anders Nygaard