hevur sett sær stór mál fyri framtíðini. Hóast sjónvarpið nú er 14 ára gamalt, hevur tað ongatíð havt greið mál at stevna eftir. Ikki fyrrenn nú. Tí leygarkvøldið undirskrivaði sjónvarpsnevndin og leiðslan [...] vikuskiftið Í skjalinum, eru tey mál skrivað upp, sum sjónvarpið skal stevna fram ímóti komandi árini. Sosialurin heldur hetta skjal hava so stóran týdning fyri hvønn einasta føroying, at vit prentaðu tað í fullum [...] uttan at hava nakað at halda seg til, antin sjónvarpið nú skal leggja á handa bógvin, ella á hin. Tí hevur stórur saknur verið í Øravíkarkjalinum. Nú hevur leiðslan í sjónvarpinum eitt ítøkiligt endamál
kkurin er komin við í seinastuni í sambandi við viðurskiftini við Danmark. -Vit tosaðu nógv um ES og har eru vit so fult og heilt samdir um, at vit skulu vera uttan fyri ES. Men tó so at vit eiga at hava [...] soleiðis at vit í Útnorði kunnu hava ein fyrimun av einum ella øðrum samstarvi eitt nú á umhvørvisøkinum. Umboðini fyri báðar javnaðarflokkarnar vóru samd um at menna samstarvið í Útnorði, soleiðis at vit í framtíðini [...] eitt økt samstarv millum londini. -Vit hava eitt gott land og tit hava eitt gott land. Latið okkum hvør í sær og eisini í felag røkja hesi góðu lond. Saman kunnu vit gera nógv gott fyri bæði londini sigur
onnur søga, og hevur helst samband við, at teir eru í nógv tættari knýttir at Onglandi, enn vit eru at Danmark. Ikki bera okkum býtt at Olaf Olsen sigur, at vit hava allar fortreytir fyri at fáa sum mest burturúr [...] allastaðni, eisini í góðum størvum. Og vit duga eisini ganga undan og byggja upp. Vit hava bygt trolaraflotan í Grønlandi upp. Vit lærdu norðmenn at fiska við troli. Vit hava staðið á odda fyri kanadiska [...] okkum. Tí tað plaga vit ikki, sigur Olaf Olsen. Hann sigur, at hann veit ikki um tað er tað, at føroyingar eru so illgrunasamir ímóti hvørjum øðrum. Hann vil heldur ikki at siga, at vit eru øvundsjúkari enn
Nú Sámal Petur skal stovna partafelag, sær tað út til, at pengar ikki tróta. Pengar eru tøkir, pengar leypa av á summum játtanum o.s.fr. Eg vil enn einaferð spyrja Sámal Petur, hvar peningurin, sum ikki [...] ítøkiligum, hvat viðvíkur Barskor! Vit vilja eisini hava svar uppá, hvør hevur ábyrgdina, um so er, at eitthvørt óhapp hendi inni í tunlinum á Kalsoynni. Okkum vitandi eru tær ikki alment opnaðir.
ríkisrættarligu støðu Føroya. ONF hevur hinvegin víst á, at á ítróttarliga økinum hava vit onki við Danmark at gera, har eru vit púra sjálvstøðug. Síðani fyrstu nevndina hava hesir formenn verið í ONF: Torleif [...] Íslandi hendi tað fyri bert tveimum vikum síðani. Gongd komin á Sum nevnt er onki hent við umsókn okkara í fleiri ár, men nú tykist gongd vera komin á. Peter Tallberg úr Finlandi, sum er nevndarlimur í IOC [...] komandi vár at kunna seg um viðurskiftini. ÍSF ætlar nú at leggja nógva orku í at fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini, tí verður tað ikki nú, eru ikki stórar vónir fyri at tað verður yvirhøvur. Limaskapur
Føroyar eru farnar tvey pláss aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eu nú nummar 118 av 192 londum. Vit eru tó framvegis frammanfyri lond sum Malta, Luxemburg og Liechtenstein. Albania er [...] er eitt pláss frammanfyri okkum. Danmark er eisini farið tvey pláss aftur og er nú nummar 8. Noregi er nummar 14 og Svøríki nummar 15. Finland, sum hevru tikið seg nógv fram, er heilt afturi á einum 61
verða vit betri fyri. Men til 1. útbjóðingarumfarið eiga vit at fáa ta ekspertisu vit kunnu. Oljufyrisitingin hevur gjørt nógv burtur úr at útbúgva síni egnu fólk. M.a. hevur Herólvur Joensen, sum nú er leiðari [...] oljufeløg -Eiga vit at loyva nógvum oljufeløgum at leita ella satsa uppá nøkur? -Eg haldi, at vit eiga at ansa væl eftir, at tey oljufeløgini, sum fáa loyvi, eru før fyri at lyfta uppgávuna. Tað eru nevniliga [...] fyrimunum, hevur gagnað føroysku sakini: at vit eru blivnir varugir við vandarnar samtíðis sum vit hava fingið oljufeløgini at venda eyguni henda vegin. Uttan fyri ES Nú situr Jóhannus Hansen í Danmark og arbeiðir
nevndin skal finna skikkað fólk, sum eru áhugað fyri at taka av, verður tað keðiligt um neyðugt verður at fara til Danmarkar at finna nevndarformann. - Ikki allar súðir eru syftar við hesi avgerð. Tað kunnu [...] árið er endað³, ikki vóru nóg neyvar. - Hvørja trygd hava vit fyri at Landsgrannskoðanin sleppur aktivt inn í myndina, tá viðtøkurnar ikki eru neyvari, segði Jóannes Eidesgaard og vísti á, at Landsgra [...] ina, men tá vísti eg á, at fíggjarnevndin ikki kundi viðgera mál, sum liggur í tinginum. Hetta var nú mál, sum samgongan átti at taka sær av, segði Jóannes Eidesgaard. Hann fýltist á broytingina í viðtøkunum
ferðin, hon verður latin einum føroyingi. Tey smáu norðurlendsku londini eru væl umboðað í nevndini í NORDBO, og nevndarlimirnir eru rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen [...] hvørja viku hevur hann megnað at givið lurtarunum innlit í heimin fagra bókmentaliga heimin, sum vit altíð eru umgyrd av. Umframt ta føroysku hevur hann haraftrat verið medvitandi um, at tað eisini finst ein [...] Í ár eru 20 ár liðin, síðan Birgir Kruse gjørdi sína fyrstu útvarpssending. Síðan hevur hann javnan verið at hoyrt í útvarpinum, einamest við tónleikasendingum, men seinastu árini hevur hann eisini havt
ikki. Kanska halda summi, at føroyskt er nakað stirvið, uppturkað rekatræ. Hugsaninar eru ymiskar. Men so kunnu vit spyrja, hvussu ofta almenningurin hevur luttikið í nøkrum málpolitikki. Her hugsi eg serliga [...] sum t.d. kundi verið hildin í Norðurlandahúsinum. Ja, hví ikki skipa fyri einum málkjakfundi, so vit kundu fingið at sæð okkara vísmenn á Fróðskaparsetrinum. Ella hevur almenningurin als ongan rætt í [...] skipa fyri einum breiðum málkjakfundi, sum kundi verið hildin í útvarpshøllini ella Norðurlandahúsinum. Nú Móðurmálsorðabókin enn ikki hevur sæð dagsins ljós, hví so ikki havt ein mennandi kjakfund um hesa