Nú Sámal Petur skal stovna partafelag, sær tað út til, at pengar ikki tróta. Pengar eru tøkir, pengar leypa av á summum játtanum o.s.fr. Eg vil enn einaferð spyrja Sámal Petur, hvar peningurin, sum ikki bleiv brúktur á Kalsoynni 1996 (oyramerktur) Húsar?Syðradalur bleiv av?
Nær vísir Sámal Petur skattgjaldarunum, hvussu tær (oyramerktu) játtanirnar verða brúktar?
Nær kemur Sámal Petur við einum ítøkiligum, hvat viðvíkur Barskor! Vit vilja eisini hava svar uppá, hvør hevur ábyrgdina, um so er, at eitthvørt óhapp hendi inni í tunlinum á Kalsoynni. Okkum vitandi eru tær ikki alment opnaðir.










