langt síðani skrivaðu tit um, hvat tey ungu í Havn skuldu gera um kvøldið og í vikuskiftunum, tí tey høvdu onga staðni at fara. Tit tosaðu eisini við onkran í Klaksvík, sum skipaði fyri dansi har norðuri [...] okkurt at fara til, so tey ikki bara mugu ganga úti í kuldanum. Mín spurningur er, nær fara tit at skriva um okkum, sum ikki búgva í Havn og heldur ikki í Klaksvík. Tað kan gott vera, at onnur eisini hava [...] veit tað væl, og eg skal svara tað sama, sum eg svaraði í seinastu viku, tá onkur hevði ein líknandi spurning. Yngd ætlar sær eisini at fara víðari í landinum, soleiðis at tað ikki bara verða Havnin og Klaksvík
eg sjálv var í sorg av tí, at pápi mín var deyður, og eingin var har, sum kundi siga mær, hvat eg so skuldi gera. Møguleikarnir í Føroyum vóru uppbrúktir, og í samráð við barnaverndina í Havn, valdi Anna [...] góðari ráðgeving og góðum skúla, ber til at hjálpa einum DAMP-barni í Føroyum. - Í dag verða DAMP-børn send av landinum á sama hátt sum menningartarnað fyri nógvum árum síðani. Í so máta eru vit ikki komin [...] Torleif í forskúla hjá Nonnunum og síðani í 1. flokki, men tað var skjótt greitt, at hann hevði ein serligan tørv. Hann fekk fysioterapi á Sernámsdeplinum, talufrálæru og bert fýra eykatímar í skúlanum
góður vøkstur er í einum øki. Men tað er synd at siga, at tað hevur verið gongdin í Mykinesi. Meginpartin av tíðini er øskukalt í 37 av teimum 40 húsunum í bygdini, meðan tað bara er lív í trimum teirra. [...] Eingi børn hava verið í oynni í nógv ár, men gongst eftir ætlan, so kemur broyting í um eini fimm ár ella so. Orsøkin til tað er, at Katrin Johannesen og Esbern í Eyðansstovu, sum búgva í Mykinesi, hava avgjørt [...] framtíð teirra skal liggja í oynni, og tað merkir aftur, at sonur teirra, sum er tvey ára gamal, skal í skúla í oynni um eini fimm ár. ? Hetta er okkara heim Vit fingu orð á Katrina í telefonini og hon greiðir
Bygdarráðsformaðurin í Hósvík, Jógvan Mørkøre, gjørdist ikki sørt argur, tá hann í blaðnum í gjár las, at Øssur av Steinum, skúlaleiðari á ALV skúlanum við Áir, kærdi seg um umstøðurnar hjá ALV skúlanum [...] hita við sær, sum í álandsvindi køvir bygningin, har ALV heldur til.. Jógvan Mørkøre er illa við av, at ALV skúlin førir fram at tað, at tosa við kommunalu myndugleikarnar er sum at sláa í eina dýnu, og at [...] skúlin torir at rópa hart, tí neyvan eru øll loyvini hjá skúlanum í lagið. Men tað eru tey hjá Brandskúlanum. - ALV skúlin finst ikki í arkivinum hjá Hósvíkar kommunu. Hann er ikki til, sigur Jógvan Mørkøre
00 evangeliskt møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadag kl. 20.00 bønarmøti. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 14.00 sunnudagsskúli og kl. 17.30 bøn, kl. 18.00 møti við Kenneth Madsen frá Open [...] Streymoynna, við danska dramabólkinum Impuls, verður í kvøld kl. 20.00. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06.00 bøn, kl. 21.00 ungdómsmøti, í morgin kl. 06.00 bøn, kl. 17.00 landsbøn. Sunnudagin [...] Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 har »ung úr Leirvík« skipa fyri. Eisini verður pizza á skránni. Øll eru vælkomin. Nebo, Toftir Johannes Frants Poulsen, trúboðari í Venezuela,
Reykjavík. Veitslan verður í Leguhúsinum í Nesvík kl. 19.00. Leygardagin 18. des. kl. 16.00 giftast í Hvalbiar kirkju Diana Midjord, Hvalba og Lars Müller, Vágur. Veitslan verður í Roynhøllini kl. 19.30. [...] giftast í Kvívíkar kirkju, Durita á Lofti, Sandavágur, og Regin Áki Hansen, Kvívík. Døgurði er fyri innbodnum. Eftir kl. 21.30 er opið hús í Glæmuni í Kvívík. Týsdagin 28. desember kl. 15.30 giftast í Hebron [...] 14.00 giftast í Eiðis kirkju Anja Hansen, Miðvágur og Jógvan Eidesgaard, Eiði. Døgurði er fyri innbodnum. Eftir kl. 21.00 er vælkomst í EB-húsinum. Leygardagin 18. des. kl. 14 giftast í Mizpa á Eiði, Helfrid
Mørkøre sigur í viðmerking til greinina í blaðnum leygardagin, har greitt verður frá gongdini í tvídráttin millum ALV skúlan og Brandskúlan, at hetta bert staðfestir, at skrivstovuveldið í Havn hóreiggjar [...] tikin yvir høvdinum á kommununi í Hósvík. Jógvan Mørkøre loyvir sær at ivast í, um hetta hevði hildið í einum borgarligum rættarmáli. Eina avgerð Bygdarráðsformaðurin í Hósvík dylir ikki, at hann er spentur [...] sær sum tað vil, men at hetta góðtaka tey ikki í Sundalagnum. Hann vísir á, at tað av røttum ikki eigur at vera náttúrufriðingarnevndin, ið loyvir einum skúla, men kommunalu heilsumyndugleikarnir. Náttúr
Tú hevur havt stórt gagn av at ganga í Skúla við Áir. Tað frøir meg, og vil eg ynskja tær góða eyðnu við próvnum. Síðan skrivar tú, at eg kundi roynt at farið í Handilsskúla og síðani tíl Áir fyri at síggja [...] ímóti nøkrum skúla, men mannagongdini at plasera skúlar og annað líknandi uttan um myndugleikarnar á staðnum og síðani koma aftur og siga, at teir sova í tímanum og eru sum bleytar dýnur at sláa í. Tá ið eg [...] høgir myndugleikar arbeiða í móti mær. Tað verður ikki eg, sum stongi nakran skúla, tað verða teir myndugleikarnir, sum komu dragsandi norður hendanvegin, tað sum eingin vildi hava í aðrari kommunu. Tá stóðu
honum fyri bróstið. - Álopini í blaðgreinum í seinastuni móti ALV-skúlanum líkjast mest eini herferð, íð miðjar eftir at taka beinini undan einum góðum og vælvirkandi skúla, sum ongan góðan tykist at eiga [...] Strøm vísir á aðalorðaskifti í løgtinginum um støðuna hjá teimum brekaðu í samfelagnum. - Hetta var m.a. gjørt út frá altjóða viðurkendum stevnumiðum hjá ST, samanfatað í teim sonevndu ?Fyrimyndarreglunum [...] fyrimunir til fyritøkur, sum seta brekað í í arbeiði. Tjóðirnar hvør sær eiga eisini at eggja arbeiðsgevarum til at gera neyðugar broytingar, so teir fáa havt brekað fólk í arbeiði.? Bert ALV skúlin Hans Pauli
men skulu taka støði í einum søguligum tíðarskeiði og síðani skulu vit skapa burtur úr tí, greiðir Katrin Bonde frá. Katrin Bonde gongur á skúla í Nykøbing Falster í Danmark. Í Danmark er hópin av ha [...] næmingunum førleika at undirvísa eftir lokið prógv. Nú er Katrin í næstu starvsvenjingini og hon fer fram í sjónleikarumhvørvinum á Gamla Meiarínum í Havn. Og tað er ikki hissini uppgáva, Katrin hevur fingið [...] handverkið í sær sjálvum, og at tað vit gera, skal úttrykkja nakað ógvusligt og dramatiskt. Nógvir búnar vit gera, síggja út til at verða gjørdir úr fínasta tilfari, silki, leðri og øðrum, men tað er í grundini