Jógvan Mørkøre sigur í viðmerking til greinina í blaðnum leygardagin, har greitt verður frá gongdini í tvídráttin millum ALV skúlan og Brandskúlan, at hetta bert staðfestir, at skrivstovuveldið í Havn hóreiggjar sær sum tað vil, men at hetta góðtaka tey ikki í Sundalagnum.
Hann vísir á, at tað av røttum ikki eigur at vera náttúrufriðingarnevndin, ið loyvir einum skúla, men kommunalu heilsumyndugleikarnir. Náttúrufriðingarnevndin skal halda seg til náttúruna og um ein byggningur.t.d. stendur ov nær eini á, men byggningar og virki koma undir kommunu og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, vísir Jógvan Mørkøre á.
Hann metir tí, at ein avgerð her er tikin yvir høvdinum á kommununi í Hósvík. Jógvan Mørkøre loyvir sær at ivast í, um hetta hevði hildið í einum borgarligum rættarmáli.
Eina avgerð
Bygdarráðsformaðurin í Hósvík dylir ikki, at hann er spentur uppá, hvat málið endar við, tí hann metir, at annar má dvína, tí báðir skúlarnir kunnu ikki framhaldandi liggja við Áir.
Hann vil hava eina avgerð í málinum og fylgir spentur gongdini, men hendir enki, so er hann til reiðar at skipa fyri fundi um viðurskiftini, har landsins myndugleikar luttaka.
Vanligt
Málið um ALV skúlan og Brandskúlan er gamalt. Síðani 1977 hevur ALV skúlin kært sína neyð, tí livandi er ikki fyri royki. Málið er síðani farið aftur og fram millum nevndir og stovnar, men einki ítøkiligt er hent.
Jógvan Mørkøre vísir á, at slíkt ikki er óvanligt. Tá hann á sinni fór upp í umhvørvisarbeiði hjá felagskommununum, lógu nógv óloyst mál. Jógvan Mørkøre sigur, at farið varð undir at loysa hesi, men at tað kann hava við sær, at ein verður hundskendur, men so má ein bert greiða fólki frá støðuni.
Hann vísir á, at lógin má fylgjast. Politikarar og onnur mugu viðgera lógir og ikki persónar og tað er ofta har, ið málini spretta.
Men í løtuni bíðar Jógvan Mørkøre spentur, tí Sosialurin hevur biðið Yvirfriðingarnevndina kanna málið um skúlarnar við Áir.