Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, er ikki samdur við teimum, sum arbeiða ímóti ALV skúlanum við Áir. Blaðskrivingin síðstu tíðina er fallin honum fyri bróstið.
- Álopini í blaðgreinum í seinastuni móti ALV-skúlanum líkjast mest eini herferð, íð miðjar eftir at taka beinini undan einum góðum og vælvirkandi skúla, sum ongan góðan tykist at eiga. Tað mest harmiliga er, at alt tað innihaldsliga í skúlanum, alt hansara virksemi og allur hansara týdningur, verður køvt í smáligum juristaríi um nakrar tekniskar treytir viðvíkjandi bygningunum sjálvum, sigur Hans pauli Strøm.
Serliga greinin í Sosialinum 10. desember, undir yvirskriftini ?Funnin fressur at spara ALV skúlan burtur?, tóktist Hans Paula hugstoytandi og burturvið. - Eins ljót og yvirskriftin var innihaldið í greinini. Har og í fleiri øðrum líknandi greinum og viðmerkingum verður beinleiðis mælt landsstýrinum til at stongja skúlan. Men grundgevingarnar fyri hesum eru púra burturvið, heldur Hans Pauli Strøm
- Í staðin fyri hesi illviljaðu álopini á skúlan eiga allar góðar kreftir tvørturímóti at stuðla og útbyggja skúlan. Heldur enn at skúlin verður mótarbeiddur, eigur hann at verða styrktur fíggjarliga og skipanarliga. Vit eiga at venda hesum negativa tosinum móti skúlanum á høvdið. ALV skúlin skal hava betri møguleikar, enn hann nú hevur, til at økja og víðka um sítt virksemi, so hann enn betur enn nú verður førur fyri at útinna sína uppgávu: at veita fólki, sum á ymsan hátt eru við skerdan lut, eina neyðuga endurbúgving, ein førleika ella grundarlag undir einum førleika, so tey kunnu so vítt tað er møguligt gerast før fyri at klára seg sjálvan, ikki bara á serligum, sonevndum vardum arbeiðsplássum, men eisini á tí vanliga arbeiðsmarknaðinum, metir Hans Pauli Strøm.
ST stevnumið
Hans Pauli Strøm vísir á aðalorðaskifti í løgtinginum um støðuna hjá teimum brekaðu í samfelagnum. - Hetta var m.a. gjørt út frá altjóða viðurkendum stevnumiðum hjá ST, samanfatað í teim sonevndu ?Fyrimyndarreglunum um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk?. Ein av teim fremstu reglunum har er júst endurbúgving, sum er orðað soleiðis: ?Endurbúgving...er ætlað at geva brekaðum møguleikan fyri at fáa og halda sínum fremsta kroppsliga, sansingarliga, menningarliga, sálarliga og sosiala førleika, og soleiðis skapa teimum møguleika fyri at broyta lív sítt, so at tey kunnu gerast sjálvbjargnari?.Vit hava ongan annan stovn í landinum, enn ALV-skúlan, sum burturav røkir hesa endurbúgvingaruppgávuna. Tí skulu vit geva honum betri umstøður at røkja hesa uppgávuna, metir Hans Pauli Strøm.
Hann minnir víðari á høvuðsreglurnar, ið siga soleiðis: ?Tjóðirnar eiga hvør sær virknar at stuðla, at brekað fólk verða innlimað á vanliga arbeiðsmarknaðin. Hesin virkni stuðul kann verða ymisk tiltøk, t.d. arbeiðsmarknaðarútbúgving, arbeiðsfremjandi kvotuskipanir, arbeiðspláss, sum eru serliga ætlað brekaðum, og vart arbeiði, lán ella stuðul til smá virki, einkarrættarsáttmálar ella framíhjárættindi til vinnu, skattalættar, sáttmálafyrimunir ella aðrar tøkniligar ella fíggjarligar fyrimunir til fyritøkur, sum seta brekað í í arbeiði. Tjóðirnar hvør sær eiga eisini at eggja arbeiðsgevarum til at gera neyðugar broytingar, so teir fáa havt brekað fólk í arbeiði.?
Bert ALV skúlin
Hans Pauli metir, at vit gera lítið og onki fyri at liva upp til hesa ST-regluna.
- Tað er næstan bara ALV-skúlin. Men hóast hann væl kundi verið til nógv størri aktiva hjálp, so sleppur hann tað ikki, av fyrisitingarligum forðandi reglum og praksis á almannaøkinum, og av vantandi fíggjarligum møguleikum.
- Hóast tað er pláss fyri 24 næmingum á ALV-skúlanum, so eru bara 18 í dag. Ilt er at vita, hví almannamyndugleikarnir, sum vísa næmingum til skúlan, ikki troyta henda møguleikan fyri endurbúgving til fulnar. Teir 18 næmingarnir eru í tveimum flokkum. Tað er pláss, fólk og øll útgerð, til at hava undirvísing til sonevnda teldukoyrikortið. Men skúlin fær onga játtan til tað , almannamyndugleikarnir tykjast heldur vilja senda fólk á skeið á handilsskúlan fyri nógvar pengar, sigur Hans pauli Strøm.
Sjálvandi eigur ALV-skúlin beinanvegin at fáa fíggjarligar møguleikar fyri hesum. Men ALV-skúlin eigur eisini at fáa játtan til at fara undir nýtt og víðkað virksemi, nevnliga tað sum verður nevnt allarfyrst í ST-høvuðsregluni um javnlíkar møguleikar fyri arbeiði, og tað er arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Tað er so upplagt og sjálvsagt, at skúlin eigur at fáa fíggjarligar møguleikar fyri at bjóða arbeiðsmarknaðarútbúgvingar sum endurbúgvingartilboð. Verður hetta ikki gjørt, so dugi eg ikki at síggja, hvussu man annars kann liva upp til hesa góðu ST-høvuðsreglu um arbeiði, ið sigur, at ?tjóðirnar eiga hvør sær at viðurkenna ta meginreglu, at brekað fólk mugu fáa møguleikan fyri at útinna síni mannarættindi, serliga hvat arbeiði viðvíkur. Bæði á bygd og í býi mugu tey fáa somu møguleikar til vinnuskapandi og lønandi arbeiði á arbeiðsmarknaðinum.?, sigur løgtingsmaðurin.
Hans Pauli metir, at fær ALV-skúlin eisini møguleika at bjóða arbeiðsmarknaðarútbúgvingar, kann meira veruleiki gerast burtur úr føgru orðunum.
Høpisleys álop
- Eitt av teimum høpisleysu álopunum í blaðskrivingini móti skúlanum var, at landsstýrið átti at stongt skúlan tí tíðin er farin frá honum. eisini verður sagt, at ein ST-samtykt sigur, at brekað skulu ikki goymast burtur, so hví goyma tey burturi í óbygdum?. Veruleikin er, at ongin annar stovnur hevur sum ALV skúlin megnað at fingið í hundraðvís av fólkum við skerdum førleika út í eitt virkið arbeiðslív og samfelagslív. 90% av næmingunum, sum fara úr ALV-skúlanum, fara beinleiðis út í eitt virkið arbeiðslív, tey flestu teirra aftaná víðari framhaldsútbúgvingar, t.d. tekniskar, skrivstovu o.a., nøkur eisini hægri útbúgvingar, t.d. er onkur vorðin løgfrøðingur, vísir Hans Pauli Strøm á.
Hann metir, at tørvurin er vaksandi.
-Mangt bendir á, at tað er alstórur og veksandi tørvur fyri júst hesi uppgávuni hjá ALV-skúlanum, nevniliga at so nógv sum møguligt av teimum, har brekið ikki heilt forðar fyri tí, heldur vinna ein førleika til at koma út í arbeiðslívi, enn at gerast passivir avlamis- ella fyritíðarpensjonistar. Tí hyggja vit eftir gongdini í talinum av avlamispensjonistum, so er nógv tann størsti vøksturin í tí bólkinum, sum fáa lægstu avlamispensjónina (sí talvu). Tað er júst hesi sum skuldu havt bestu møguleikarnar fyri endurbúgving, sigur Hans Pauli Strøm.
- Tað eru altíð fleiri orsøkir, ið gera seg galdandi. Kortini tykist vøksturin av teimum við lægstu avlamispensjón at vera so stórur, at tað kundi bent á, at vit ikki hava gjørt nóg mikið við endurbúgvingina. Vit hava ikki troytt teir møguleikar vit hava, til fulnar , sum t.d. á ALV-skúlanum. Vit hava ikki havt nóg nógvar og nóg góðar møguleikar fyri endurbúgving , sum t.d. við at havt styrkt ALV-skúlan og givið honum møguleikar fyri at økt um tilboðini um endurbúgving, metir Hans Pauli Strøm.
Ongan góðan
Hans Pauli metir, at tað tykist, sum eigur skúlin ongan góðan.
-Skúlin er ein sjálvsognarstovnur, men umframt nú at verða væl umboðað í stýrinum, stendur Almanna- og Heilsumálastýrið eisini fyri fíggingini, og fyri eftirlitinum Og tað er Almannastovan sum vísir næmingarnar til skúlan og rindar fyri teir um forsorgarlógina. So hóast tað ikki hevur formligu ábyrgdina, so er tað almannaverkið, sum í stóran mun avger virksemið á skúlanum. Hetta er fløkjasligt og tað tykist ikki at virka nóg væl. Tað hevði verið nógv ruddiligari, og tað hevði óivað styrkt ALV skúlan skipanarliga, um hann heldur kom undir Undirvísingarmálastýrið. Har er í hvussu er ein professionel skúlafyrisiting, sum saman við skúlastjóranum kundi givið skúlanum tær góðu umstøður, hann hevur tørv á, metir løgtingsmaðurin.
- Víst hevur verið á, at ALV-skúlin og Brandskúlin ikki báðir framhaldandi kunnu liggja sum grannar við Áir, tí næmingarnir á ALV skúlanum, hava so stóran ampa av brandvenjingunum hjá Brandskúlanum. Annar má dvína, verður sagt, og dult verður ikki fyri, hvør tað skal verða. Men hetta eigur ikki at verða neyðugt. Tað má bera til hjá báðum skúlaleiðslunum at loysa henda trupulleikan, uttan at onnur uttanífrá blása til eldin, metir Hans Pauli Strøm, løgtingsma