Tú hevur havt stórt gagn av at ganga í Skúla við Áir. Tað frøir meg, og vil eg ynskja tær góða eyðnu við próvnum. Síðan skrivar tú, at eg kundi roynt at farið í Handilsskúla og síðani tíl Áir fyri at síggja munin, men tað er ikki neyðugt, tí at eg trúgvi tær. Her til skal sigast, at eg eri ikki ímóti nøkrum skúla, men mannagongdini at plasera skúlar og annað líknandi uttan um myndugleikarnar á staðnum og síðani koma aftur og siga, at teir sova í tímanum og eru sum bleytar dýnur at sláa í.
Tá ið eg vísti á Áir til røktarheim, varð tosað um at gevast við ALV skúlanum við Áir, men Heðin Zachariasen vegna Hvalvíks kommunu kom og bjóðaði grundøki í teirra kommunu, og so var tað málið loyst.
Eg snakki ikki um bygningarnar við Áir soleiðis. Tað sýnist, at tit skilja Áirnar út frá tí, tit útintu har. Hósvíkar kommuna hevur eitt ídnaðuarøki beint niðan fyri har, ið eg vísi á til sjómansskúlarnar, Vaktar og Bjargingar Tænastuna ella hvør tað skal verða. Eg bjóði matrikul hjá Hósvíkar kommunu út, og ikki tað hjá landsstýrinum.
Jens Pauli, tú ert væl komin at koma til Hósvíkar at tosa við meg. Eg fari eisini at geva tær eitt tilboð, eins og tú gavst mær, sum eg takki tær fyri. Tú kundi kanska fylgt við mínum arbeiði, har eingin er at hjálpa mær, men aðrir høgir myndugleikar arbeiða í móti mær. Tað verður ikki eg, sum stongi nakran skúla, tað verða teir myndugleikarnir, sum komu dragsandi norður hendanvegin, tað sum eingin vildi hava í aðrari kommunu. Tá stóðu Sjómansskúlarnir í vanda fyri sínari útbúgving her á klettum.
Skúlamál hevur Signar á Brúnni til málsøki, so tað er hansara leiklutur at niðurleggja skúlar ella upprætta skúlar. Eg vil bara hava loyvini til skúlaranar og ein og hvønn stovn, eins og kravið er til ein og hvønn borgara í komununi skal verða í ordan.
P. S. Tað næsta verður møguliga, at tú bjóðar ALV-skúlanum vælkomnum til Kvívíkar kommunu.
Hví ikki tað?
Jógvan Mørkøre,
Hósvík