Funnin fressur at spara Alv skúlan burtur

Bygdarráðsformaðurin í Hósvík, Jógvan Mørkøre heldur, at tíðin er farin frá at goyma brekað og sjúk burtur á ALV skúlanum og at skúlin átti at verið niðurlagdur. Hann vísir á, at skúlin hevur ikki neyðgu loyvini

Bygdarráðsformaðurin í Hósvík, Jógvan Mørkøre, gjørdist ikki sørt argur, tá hann í blaðnum í gjár las, at Øssur av Steinum, skúlaleiðari á ALV skúlanum við Áir, kærdi seg um umstøðurnar hjá ALV skúlanum. Orsøkin var, at grannin, Brandskúlin, undir venjing hevur nógvan royk og hita við sær, sum í álandsvindi køvir bygningin, har ALV heldur til..

Jógvan Mørkøre er illa við av, at ALV skúlin førir fram at tað, at tosa við kommunalu myndugleikarnar er sum at sláa í eina dýnu, og at skúlin í byrjanini hevði reint umhvørvi við Áir.

- Tey eru von at hava granna , ið dálkar, tí tey hava áður havt dálkandi hvalastøð til granna, sigur Jógvan Mørkøre.

Jógvan Mørkøre sigur, at hann skilir ikki, at ALV skúlin torir at rópa hart, tí neyvan eru øll loyvini hjá skúlanum í lagið. Men tað eru tey hjá Brandskúlanum.

- ALV skúlin finst ikki í arkivinum hjá Hósvíkar kommunu. Hann er ikki til, sigur Jógvan Mørkøre.


Kommunumál?

Hann vísir á, at tað eru kommunalu myndugleikarnir, ið skulu geva loyvini í slíkum málum og tá Brandskúlin á sinni kom, vildi eingin hava hann. Hósvíkar kommuna játtaði at hava skúlan í økinum, tá táverandi landsstýrismaður Finnbogi Ísakson kom norður at biðja kommununa um at hava skúlan, tí landsmyndugleikarnir kundu ikki taka støðu, men kommunan.


Málið ikki viðgjørt

Jógvan Mørkøre vísir á, at kommunan ikki fær viðgjørt ALV skúlan, tí hesin finst ikki í arkivinum hjá Hósvíkar kommunu.

Hann heldur, at tað er ALV skúlin, sum má laga seg eftir Brandskúlanum, sum hevur loyvini.

Hann leggur atfurat, at ALV skúlin t.d.heldur ikki hevur svarað fyrispurningi frá kommununi um at lata inn kloakk ætlan, sum allir stovnar í kommununi skulu lata inn, eftir boðum frá Heilsufrøðiliga Starvsstovuni. Jógvan Mørkøre sigur, at hesi boð hevur Brandskúlin aktað.


Skip uttan pappír

Jógvan Mørkøre sigur seg ivast í, um heilsu- og brunamyndigleikar hava kannað skúlan og hann sammetir virksemið á skúlanum við tað, at føra skip uttan neyðugu pappírini.


Stong ALV skúlan

Jógvan Mørkøre heldur, at tíðan langt síðani er farin frá ALV skúlanum við Áir.

Landsstýrið átti at stongt skúlan, tí tíðin er er farin frá honum. Ein ST samtykt sigur, at brekað skulu ikki goymast burtur, so hví goyma tey burturi í óbygdum?, spyr Jógvan Mørkøre

Hann sigur seg vera samdan við leiðaranum á ALV, Øssur av Steinum, tá hesin førir fram, at grannarnir báðir, ALV- og Brandskúlin, hóska ikki saman, men heldur, at tí átti ALV skúlin at verið beindur burtur.

- Um teir so fegnir vilja hava brandskúla í Klaksvík, so lat teir taka alt, eisini tað vandamikla, ið er eftir her hjá okkum, sigur Jógvan Mørkøre og sipar til, at partur av virkseminum hjá Brandskúlanum nú er á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

- Ella teir kunnu fáa ALV- skúlan, nú so nógv verður tosað um útjaðaraøkini, sigur Jógvan Mørkøre.



Øssur á Brandskúlan

Tað er funnin fressur hjá landsstýrinum at spara skúlan burtur og flyta fólkini á annan skúla.

Skemtiliga leggur hann afturat, at so kundi leiðarin á ALV skúlanum fingið starvið, sum verður leyst, tá ein maður afturat verður settur á Brandskúlanum, tí leiðarin er kønur í fyrstuhjálp.

Jógvan Mørkøre leggur dent á, at hann hevur einki ímóti fólkunum á ALV skúlanum, men hann metir bert at tíðin er farin frá skúlanum, tí hann metir ikki vera rætt, at goyma fókini burtur norðuri við Áir.


Miðdepil fyri sjófólk

Annars metir Jógvan Mørkøre, at rættast hevði verið at gjørt ein miðdepil fyri okkara siglandi fólk við Áir. Har kundu sjómansskúlarnir verið, umframt Vaktar- og Bjargingartænastan.

Men Jógvan Mørkøre staðfestir, at eftir hansara tykki, so er tað ALV skúlin, sum má víkja fyri Brandskúlanum, tí hesin seinni hevur neyðugu loyvini, mótvegis ALV skúlanum.