komið í eina fasta legu. Diana vil tó siga so mikið sum, at komandi ár koma fleiri av teirra kundum til Føroya í fimm dagar. ? Tað koma eini 22 fólk hendanvegin, og ætlanin er at vísa teimum runt í landinum [...] verkstað í Syðrugøtu, har hon fer at gera klæðini, sum mamma hennara, Borgný Dam Patursson hevur sniðgivið og sum tær fyrst og fremst selja til útlandið. Hetta er nakað, sum tær báðar hava fingist við í einar [...] høvdið, sigur Diana. Hon sigur, at verkstaðurin verður opin eftir avtalu í framtíðini, men ætlar tó at hava opið hvønn leygardag í jólamánaðinum frá klokkan 10 til 17. Viðurkenning Diana greiðir frá, at
eftir skaðan, sum hann fekk, tá ið hann var í Nicosia í oktober og skoraði annað málið í 2-2 uppgerðini hjá Føroyum ímóti Kypros. Týskvøldið var Coventry í Millwall. Úrslitið var 1-1. Millwall, sum er [...] avgerandi fyri Coventry, at teir í fýra teimum síðstu uppgerðunum ikki hava tapt. Tríggjar ferðir hava teir fingið eitt stig burturúr, og eina ferð hava teir vunnið. Í fleiri av uppgerðunum, tá ið Coventry [...] avgerð um, at hann fór at royna at finna sær annað felag, tá ið sáttmálaskeiðið hjá honum í Coventry verður runnið í summar. Higartil hevur einki verið at frætt um, um nakað felag hevur verið framvið. Tað
hvussu bygdin í sínari tíÝ varÝ til. Á heimasíÝuni hjá Jógvan Arge sæst, at stevnan byrjaÝi á middegi, tá fólk hittust viÝ støÝna, har sethúsini, sum Niels L. Arge bygdi í 1853 standa. Í dag eru tey undirhús [...] á uppboÝi í Saksun áriÝ fyri. Kona Niels L. Arge, Maria Jákupsdóttir, var úr Klokkarastovu í Havn. Har høvdu synir teirra, eisini nevndir argjabrøÝurnir, altíÝ tilhald, tá teir vóru heimi í Havn. Teir [...] varÝveittu hús á Argjum, og høvi var at vitja inni í teimum. Eisini var høvi at leggja blómur viÝ minnisvarÝan yvir Andrass Mortansson úr Hvalba, sum bygdi Argir í 1829. TaÝ gjørdi stigtakarin til stevnuna, Marita
???? Tað var hugvekjandi at vera suðuroyingur týsdagin 22. juni, tá ið Sosialurin kom í hvørt húsarhald í Føroyum. Tað fyrsta, tú fær eyga á, er stór yvirskrift: »Suðuroyingar mugu ganga plankan út«. Tað [...] liggur. Hann sigur í sama andadrátti, at smáplássini doyggja út kortini. Hatta er ein fín hugsan hjá einum politikara at hava, serliga í hesum døgum, tá ið allir búskaparfrøðingar hanga í hvørjum horni og [...] man skuldi lesa seg ígjøgnum. Suðuroyingar mugu leggja alla oynna í eina kommunu fyri at fáa stuðul úr landskassanum til at seta virksemi í gongd aftur her suðuri. Hvør hundan man Jógvan við Keldu halda seg
hevur í fjølmiðlunum lovað, at tað verður veitt ansingartrygd til øll børn í Tórshavnar Kommunu aftaná 1. august 2004 ? tað er jú val í ár. Fleiri nýggir stovnar eru bygdir, sum eru klárir at taka í nýtslu [...] vit í Føroyum ikki raðfesta børn okkara hægri ! Hvat viðvíkur umsiting av dagstovnunum, hava tær stóru kommunurnar egnu sosialu deild ? og hava tí sjálvsagt nógv størri møguleikar at seta seg inn í bar [...] Pedagogfelag Jarvin Feilberg Hansen, formaður Dagstovnalógin ásetur, at tað skulu vera í minsta lagi 2/3 námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar á hvørjum stovni. Støðan ídag er júst tann øvugta
Hesar reglar, kombineraðar við einari føroyskari alivinnu á knøum, fingu fólk í føroyskari vinnu og í føroyskum politikki í ramasta álvara at skjóta upp, at Føroya Landstýri skuldi svíkja øll prinsipp og [...] Í tí farna hava føroyingar ikki altíð verið so fullir í hugflog, tá tað kemur til sambandið við útheimin. Vit stara okkum mangan blind uppá Danmark, tá tað kemur til handilssambond og ikki minst infrastruktur [...] delegatiónir í Japan. Hesir túrar vóru m.a. fyriskipaðir av Tórmóði Dahl sála, og fekk millum annað føroysk skelja- og rækjuvinna fitt av íblástri harifrá. Nýggir tankar er ikki júst ein yvirskotsvøra í føroyskari
á fjørðinum, endar í Fuglafirði sum mjøl. Og tó gjørdi línuskipið, Pison úr Klaksvík, fleiri roktúrar á Føroya Banka í fjør heyst, har sildin var álitið. Saltað og kryddað í gløsum í handilsdiskunum er [...] at keypa. Í mong ár hevur hesin gylti fiskurin, sum áður var gull verdur, ongan góðan havt í Føroyum. Tað var tann tíð, tá ið menn kundu fáa uppí eina krónu fyri hvørja sild á marknaðinum í Vágsbotni. [...] ongum. Hetta er toskur, sum heldur til heilt inni í taranum undir landi. Myndin, vit síggja saman við hesum greinastubbanum, er tikin inni á Skálafjørðinum í tí góða veðrinum, sum var týskvøldið. Skálafjørðurin
fram í móti málinum, sum er Himmalin. Tann, sum hevur tikið ímóti Guði við trúgv á Jesus Kristus, hevur fingið eina vón fyri framman, bæði her í lívinum og í tí komandi. Tað menniskja, sum livir í trúnni [...] tað er ein onnur bøn í Faðirvár, sum tykist líka so torfør at biðja, Og tað er triðja bøn: Verði vilji tín sum í himli so á jørð! Vit hava so lætt við at heita á Guð tá ið vit eru í neyð, ? ella tá ið vandarnir [...] ið flest menniskju duga at biðja yvirhøvur. Hetta er eisini tann bønin, ið tey flestu børnini í Føroyum, verða lærd at biðja av foreldrum sínum, frá tí at tey eru heilt smá. Henda bønin er slitsterk og
føroyskir partaeigarar eru við í, kann hava fatur í einum ?felti?, sum liggur báðumegin markið. Hetta er ein spennandi tíð fyri øll oljufeløgini, sum eru við í leitingini í hesum partinum av heiminum og [...] og hon fær fólk í hesi nýggju vinnu at koma á tal hvør við annan. Eitt fund áðrenn ráðstevnuna vil sjálvandi seta gongd á orðaskiftið um spurningar so sum, um oljan skal í land í Føroyum, hvussu vit kunnu [...] Mitt í øllum valmeldrinum melur borurin hjá Sovereign Explorer við fullari ferð longur og longur niður í føroysku undirgrundina. Føroyingar standa spentir og spyrjandi, nú tvey týðandi úrslit skjótt verða
verið valdur fólkatingslimur, meðan hann var í Tinganesi, eins og Edmund Joensen við næstseinasta fólkatingsval varð valdur, meðan hann var løgmaður í Føroyum. Báðir møttu á Fólkatingi, men lótu síðan sessirnar [...] siga í slíkum máli, vísir hann á. Løgmaður setir landsstýrismenn og kann eisini loysa teir úr starvi. Og hendir tað, at ein landsstýrismaður kemur í ta støðuna, sum oman fyri er nevnd, verður hann í stundini [...] hinvegin ætlar hann sær, um hann verður valdur á Fólkating, at møta og í øllum førum halda eina setanarrøðu. Tað er heldur einki óvnaligt í tí, at ein landsstýrismaður ella ein løgmaður verður valdur á Fólkating