Á floti
Einki er hjá einum landkrabba sum at flóta á einum kjøli av og á. Hetta er ein løta, sum er nakað heilt fyri seg. Ert tú útróðrarmaður, er kenslan kanska eitt sindur øðrvísi, tí tá er hetta títt dagliga arbeiði. Men veiðihugurin er hin sami, og spenningurin um dagin, sum liggur fyri framman, er drívmegin.
Tað er líka stuttligt hvørja ferð at kasta fyrstu ferð, tí tú veitst ongantíð, hvat bítir á húkin. Og tað er spennandi at leggja á línuna at draga. Er onkur fiskur á teimum fyrstu húkunum, sum koma upp av botni, sær línan lovandi út, og hugurin er góður.
Einki er tó meira spennandi enn at liggja og damla fram við landi eitt kyrt og vakurt kvøld við sløktum motori og reyðfiski undir bátinum. Liggur tú á góðari reyðfiskaleið, er fiskurin stórur og stutt er at draga. Eini trý, fýra ella fimm tøk uppeftir, so er tann sprelllivandi fiskurin komin at borði. Tú undrast yvir, at so stórur og góður fiskur gongur so nær landi. Men navnið reyðfiskur kemur ikki av ongum. Hetta er toskur, sum heldur til heilt inni í taranum undir landi.
Myndin, vit síggja saman við hesum greinastubbanum, er tikin inni á Skálafjørðinum í tí góða veðrinum, sum var týskvøldið.
Skálafjørðurin er ikki besta fiskileið, men ert tú heppin, kanst tú saktans fáa nakrar fiskar ymsastaðni inni á fjørðinum, bæði fram við landi og úti á. Hvítingur er mest vanligi fiskurin, men onkur hýsa og onkur góður toskur sløgist eisini inni á fjørðinum av og á.
Annars er Skálafjørðurin mest kendur fyri gyltu sildina, og tað er mangur maður, sum upp ígjøgnum tíðirnar hevur fylt sær uppí bátin við gørnum ella nót.
Men sildin hevur lítlan og ongan prís. Ein stórur partur av tí, sum veitt verður á fjørðinum, endar í Fuglafirði sum mjøl. Og tó gjørdi línuskipið, Pison úr Klaksvík, fleiri roktúrar á Føroya Banka í fjør heyst, har sildin var álitið. Saltað og kryddað í gløsum í handilsdiskunum er hon dýr at keypa. Í mong ár hevur hesin gylti fiskurin, sum áður var gull verdur, ongan góðan havt í Føroyum.
Tað var tann tíð, tá ið menn kundu fáa uppí eina krónu fyri hvørja sild á marknaðinum í Vágsbotni. Nú fimti ella seksti ár seinni er prísurin framvegis hin sami, um nakar skoytir um sildina yvirhøvur.
Hetta kvøldið inni á Skálafjørðinum, var lítið at fiska, men av tí, at veðrið var so avbera gott, var túrurin hjá hesum trimum ikki minni góður fyri tann skuld.
Tá ið maðurin til vinstru á myndini fekk hendan smáfiskin, helt bróðurin í miðjuni fyri, at hevði hann fingið fatur á abbanum til hendan fiskin, hevði hann kanska verið nýtiligur til okkurt.
Sofus, ytst til høgru og Eyðun í miðjuni, eru fastir landarar hjá P/F Snodd; Ian, ytst til vinstru, lesur í Danmark.
Teir hugnaðu sær óført í bátinum hetta frálíka kvøld.