Viðmerking til grein hjá Jógvani við Keldu

    

Sunrid Hentze
????????????

Tað var hugvekjandi at vera suðuroyingur týsdagin 22. juni, tá ið Sosialurin kom í hvørt húsarhald í Føroyum. Tað fyrsta, tú fær eyga á, er stór yvirskrift: »Suðuroyingar mugu ganga plankan út«. Tað var tað mest ótrúliga tilfarið, man skuldi lesa seg ígjøgnum. Suðuroyingar mugu leggja alla oynna í eina kommunu fyri at fáa stuðul úr landskassanum til at seta virksemi í gongd aftur her suðuri. Hvør hundan man Jógvan við Keldu halda seg vera? Tað bleiv ikki kravt av sandoyingum at teir skuldu gerast ein kommuna fyri at fáa Sandoyarloysnina. Tað vórðu heldur ikki settar kjølbromonnunum nakrar treytir, tá teir skuldu bjargast.
Hvat byr so undir, tá Jógvan við Keldu kemur við slíkum úttalilsum? Er tað nú komið alment fram og á prent, at føroyingar ikki eru suðuroyingar og at vit ikki hava somu treytir sum restin av landinum, ella er tað makt, hann er úti eftir? Hann sigur bart út: »vit kunnu gera nakað við støðuna, men vit gera einki fyrr enn tit lúka hesi krøv«. Hetta er embætismisnýtsla av grovasta slag. Hann skuldi fingið sparkið upp á standandi fót. At lata fólk í Suðuroynni liva í svartasta arbeiðsloysi, tí teir skulu hava oynna saman, tað er ikki bert fólkinum, hann misbrýtur seg ímóti, men eisini móti meginregluni hjá ALS, ið sigur, at øll, sum kunnu fáa arbeiði, skulu til arbeiðis.
So sigur hann víðari, at »alt skal skal vera har tað er best. Smyril siglir ikki meira á Vág, tunnilin millum Øravík og Hov dregur út, vegakervið millum norðaru og sunnaru helvt verður einki gjørt við, alt sum var alment, er farið á Tvøroyri, so sigur tað seg sjálvt, hvar best er at alt liggur.
Hann sigur í sama andadrátti, at smáplássini doyggja út kortini. Hatta er ein fín hugsan hjá einum politikara at hava, serliga í hesum døgum, tá ið allir búskaparfrøðingar hanga í hvørjum horni og rópa upp um útoyggjamenning. Og man spyr seg sjálvan, hvussu nógv posthús verða í Suðuroy ? eitt ? ?
Norðanfjørðs gera politikarar alt fyri at fáa fólkið út aftur á smáplássini, teir rinda barnafamiljum enntá eina upphædd fyri at fáa tey at flyta og skattaprosentið er lægri har. Tí teir duga at síggja vinningin fyri landið. Men hesir snævurskygdu polikararnir, vit hava, síggja ber tað, ið gagnar egnum lummum.
Við øðrum orðum: Allar tær milliónir, sum koma úr Suðuroy, hava verið brúktar í ólukkumát norðanfjørðs, men nú skal so slettis einki koma suður um fjørðin aftur. Man tað vera undirsjóvartunnilinum, ið tørvar pengar og so skal meira kroystast úr suðuroyingum?
Ein vissur fýrur royndi at útrudda eina heila rasu, men tað sær út sum um Jógvan við Keldu helst vildi, at alt sunnan fyri Hovsegg varð útruddað!
Alt gott um samanlegging, men tað merkir ikki, at økir í landinum skulu liggja brakk, tí eitt annað økið skal verða betur fyri, tí er tað tilfeldið, so skuldu nógv øki ligið sum Lítla Dímun og hvør gagnnýtsla er so í landinum?