Leygarmorgunin letur Diana Borgnýardóttir upp ein verkstað í Syðrugøtu, har hon fer at gera klæðini, sum mamma hennara, Borgný Dam Patursson hevur sniðgivið og sum tær fyrst og fremst selja til útlandið.
Hetta er nakað, sum tær báðar hava fingist við í einar tríggjar mánaðir, men við nýggja verkstaðnum hevur Diana fingið eitt arbeiðsstað. Føroyingar fáa samstundis møguleikan til at keypa pløggini, sum tær eru vorðnar kendar fyri í útlandinum.
Á verkstaðnum fara Diana og mamma hennara at arbeiða við teimum bíleggingunum, sum tær hava niðurfyri og fara at fáa.
Beint nú fæst Diana við at leggja ta seinastu hondina á tey klæðini, sum vera til sølu á verkstaðnum, tá hann letur upp leygardagin. Hon hevur fingið eina vinkonu at hjálpa sær við at seyma, so at alt verður klárt til tíðina.
Annars ætlar Diana ikki, at verkstaðurin skal vera opin hvønn dag, tí tað væntar hon fer at órógva tað dagliga arbeiðið ov nógv.
? Tá tú selur til útlandið mást og skalt tú levera til tíðina, ella kann man vænta sær eina sak upp á høvdið, sigur Diana.
Hon sigur, at verkstaðurin verður opin eftir avtalu í framtíðini, men ætlar tó at hava opið hvønn leygardag í jólamánaðinum frá klokkan 10 til 17.
Viðurkenning
Diana greiðir frá, at tær útflyta pløgg til lond sum Eysturríki, Noreg, Danmark, Svøríki og Holland. Fyrr í ár vórðu tær bodnar við á eina altjóða mótamessu, har mótasýningar vóru. Pløggini hjá teimum vórðu eisini sýnd fram á messuni, har professionell myndafólk tóku myndir.
Ógvuliga tilvildarliga fingu tær báðar at vita, at vørur hjá teimum stóðu í einum kendum italienskum mótablaði. Hetta gjørdi, at áhugin rættiliga fekk luft undir veingirnar. Og Diana sær hetta avgjørt sum eina viðurkenning.
Tær báðar hava annars verið sera varnar við at siga nakað um áhugan uttanlanda, og eru tað framvegis, tí tær halda tað vera betur at bíða til alt er meira greitt og komið í eina fasta legu.
Diana vil tó siga so mikið sum, at komandi ár koma fleiri av teirra kundum til Føroya í fimm dagar.
? Tað koma eini 22 fólk hendanvegin, og ætlanin er at vísa teimum runt í landinum og at hava mótasýningar við okkara vørum, greiðir Diana frá.
Borgný og Diana hava fyrireikað hetta í eitt ár ella gott tað, men ikki fyrr enn í september var alt klárt til at byrja.
Diana játtar, at endamálið er at kunna liva av tí, og tí leggja tær so stóran dent á at fáa útlendskan marknað.
? Tað er ikki so lætt at liva av slíkum her heima, tí hava vit lagt okkum eftir útlandinum. Tað er so øgiliga nýtt enn, men sum er sær tað avbera gott út, sigur Diana Borgnýardóttir, og leggur afturat, at tær hava gjørt av at selja í Føroyum eisini, tí tær hava fingið so nógvar áheitanir um tað frá fólki.