og virðiliga eftir, at alt er í lagi. Vit ynskja at vísa fyrilit fyri fólki, sum venda sær til stovinin, men vit kunnu standa inn fyri tí, sum vit hava gjørt bæði løgfrøðiliga og etiskt í fylgi fjølmi [...] at hava kannað sendingina metur Kringvarpið ikki, at nakað skeivt er í sendingini. Sendingin snýr seg um eitt drápsmál og sjálvmorð, og tað er eitt viðkvæmt evni, sum familjan ikki ynski fær umrøðu, greiðir
sína egnu livsstøðu. - Kanningar vísa, at við at gera átøk fyri at stuðla borgarum í at megna sín egna gerandisdag, eru tey før fyri at klára seg sjálvi longri. Hetta ger so aftur, at tey ikki brúka eld [...] og sjúkufyribyrjan. Serliga vísa tey á, at verða hesi øki raðfest, eru stórar sparingar at vinna fyri landið. - Demografisku broytingar gera, at fleiri fólk vera sum hava varðandi sjúkur, og samfelagið [...] fysioterapeuti, sum við útgangsstøði í eini individuellari metan av einstaka barninum kann gera eina ætlan fyri aktiviteti í gerandisdegnum. - Við røttum stuðli frá teimum røttu heilsustarvsfólkunum kann meginparturin
tey sakna gjøgnumskygni og trúvirði, tá tað snýr seg um vitjunarhagtøl á føroysku portalunum. - Feløgini bæði sakna gjøgnumskygni og trúvirði tá tað snýr seg um vitjanarhagtøl á føroysku portalunum. Einasta [...] leiðreglur fyri hvussu vitjanartøl verða nýtt sum skjalprógv. - Tað er sera óheppið, at miðlarnir nýta ymisk tøl og ymsar teljarar at kunna um síni vitjandi. Hesi tøl liggja til grund fyri keyp av lýsingum [...] trúvirðið á lýsingarsíðunum, sum bjóða seg fram í Føroyum og tryggjað, at okkara limir vistu hvat tey keyptu. - Sostatt heita vit á størru miðlaportalarnar, sum bjóða seg fram á lýsingamarknaðinum um at semjast
sama, og egingjaldið til hoyritól, sum er eins fyri øll, eru eisini dømi um eina skipan, sum hevur staðið fyri skotum, m.a. tí at øll gjalda tað sama. Og fyri at taka eitt dømi, sum ikki beinleiðis er eitt [...] Javnaðarflokkinum. Formenninir í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum siga seg vera sera samdar, meðan hinir floksformenninir ikki beinleiðis fyrihalda seg til spurningin. At siga, at vælferðarsamfelagið, sum vit kenna [...] um mann politiskt er høgra ella vinstravendur. Bæði høgra- og vinstraflokkar siga seg eftirhondini vera garantar fyri vælferðarsamfelagnum, meðan nakað av ósemju er um, hvussu mann røkkur tí góða samfelagnum
prosentum av veljarunum. ##med2## Men liggur løgmaður langt aftan fyri Aksel V. Johannesen í kanningini, so liggur hann tó langt framman fyri Høgna Hoydal, sum er nummar trý løgmaður á ynskilistanum hjá føroyska [...] fyrrverandi løgmaður væl frammanfyri sitandi løgmann, Bárð Nielsen úr Sambandsflokkinum. 29 prosent siga seg ynskja Bárð Nielsen til løgmann. Undirtøkan hjá løgmanni er kanska ikki so galin havandi í huga, at
støðan var fyri nøkrum árum síðani. Eins og í restini av landinum, so ynskja ungir suðuroyingar at nema sær eina útbúgving, og tá liggur leiðin aloftast av oynni og møguliga av landinum eisini. - Fyri ung í [...] til útbúgvin fólk og hava lærararnir mest sum allir búsett seg í Suðuroy, bæði teir á Heilsuskúlanum og teir á Ítróttarháskúlanum. - Galdandi fyri bæði Heilsuskúla Føroya og Ítróttaháskúlan í Suðuroy er, [...] Ítróttarháskúlanum verður víðkað. Sum nú er er pláss fyri 40 næmingum á skúlanum, men leiðslan á skúlanum hevur latið Mentamálaráðnum fíggjarætlan fyri 2019 og 2020, sum er grundað á at hava 72 næmingar
kirkjumál fyri nøkrum árum síðani, hava føroyskir myndugleikar ábyrgd av, at veita kirkjuliga tænastu til mongu føroyingarnar í Danmark. Erik Ludvigsen vísir á, at ein prestur var ríkiligt fyri nøkrum árum [...] 15.000 føroyingar í Keypmannahavn, men bara ein føroyskur prestur. 15.000 føroyingar uttan fyri Keypmannahavn, men bara ein føroyskur prestur til allar teirra. 30.000 føroyingar í Danmark hava bara tveir [...] annað enn eitt rímiligt krav frá teimum 30.000 føroyingunum, ið búgva í Danmark, at løgtingið mannar seg upp og røkir teir 30.00 føroyingarnar, skrivar altso Erik Ludvigsen at enda.
til, hvussu man kann víðka um møguleikarnar at halda summarfrí í høvuðsstaðnum, nú meðan útlitini fyri at sleppa av landinum at ferðast ikki eru so góð orsaka av koronafarsóttini. Nógv ymisk hugskot Bogi [...] Men tað er eitt, sum gongur aftur, og tað er Sandágerð. Tað eru ógvuliga nógv hugskot, sum snúgva seg um Sandágerð. Tað er eitt stórt ynski at fáa fleiri hentleikar í Sandágerð, og tí eru tað fleiri, sum [...] sigur formaðurin í Vinnunevndini. Annars fevna hugskotini um eitt nú spælipláss, betri møguleikar fyri havsvimjing, sólstólar, útikafeir, uttandura biograf og konsertir og fleiri beinkir og borð úti í
grønlendingar um militerið við fyri eyga at fáa fleiri grønlendingar at melda seg inn. Nú áhugin fyri Arktiska økinum er vaksandi, vil Danmark gera ein eyka innsts fyri at fáa fleiri grønlendingar inn [...] stór hjálp og eitt gott aktiv fyri herin. Tað er ikki bara innan aktiva militertænastu, at danir royna at appelera til grønlendingar, men eisini við at fáa tey at útbúgva seg á aðrar mátar innan verkið,
ruska í fólk, fyri at fáa tey at gerast blóðgevarar. Hon leggur afturat, at tey altíð eru glað, tá onkur blóðgevari legst afturat tí verandi lítla skara av blóðgevarum. Fyri at melda seg sum blóðgevara [...] blóðgevara skal ein vera millum 18 og 60 ár. Ein skal bert møta upp í blóðbankanum og melda seg til. Av laboratoriinum siga tey, at næstan alt tappað blóð verður nýtt. Møguleiki er at goyma blóðið í fimm vikur [...] men sum oftast verður blóðið nýtt, áðrenn hesar fimm vikurnar eru farnar. Tað er nevniliga so, at fyri at sleppa undan at tveita blóð burtur, verður lítið tappað tá lítið skal brúkast og nógv tappað tá