Danska militerið hevur verið ein ferð í Grønlandi og vitja teir flestu størru býirnar.
Orsøkin er, at teir ynskja at upplýsa grønlendingar um militerið við fyri eyga at fáa fleiri grønlendingar at melda seg inn.
Nú áhugin fyri Arktiska økinum er vaksandi, vil Danmark gera ein eyka innsts fyri at fáa fleiri grønlendingar inn í herin, sigur Peter Christensen, verjumálaráðharri í Danmark.
Hann sigur víðari, at grønlendska fólkið kennir økið betur enn nakar annar, og tíð vildu tey verið ein stór hjálp og eitt gott aktiv fyri herin.
Tað er ikki bara innan aktiva militertænastu, at danir royna at appelera til grønlendingar, men eisini við at fáa tey at útbúgva seg á aðrar mátar innan verkið, so sum innan skrivstovu v.m.