Tað streymaði inn við hugskotum, tá ið vinnunevndin hjá Tórshavnar Kommunu herfyri sóknaðist eftir hugskotum til, hvussu man kann víðka um møguleikarnar at halda summarfrí í høvuðsstaðnum, nú meðan útlitini fyri at sleppa av landinum at ferðast ikki eru so góð orsaka av koronafarsóttini.
Nógv ymisk hugskot
Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at tað komu um 200 hugskot inn, og at talan er um sera ymisk hugskot.
- Grundleggjandi tankin er, at vit vilja hava borgaran at koma við hugskotum til, hvussu borgarin fær eina betri uppliving. Vit vilja gera rekreativ øki meiri brúkaravinarlig, og tað eru borgararnir, ið kenna økini best, tí tað eru teir, ið brúka økini, sigur Bogi Andreasen.
Hann greiðir frá, at innkomnu hugskotini eru ógvuliga ymisk og víttfevnandi.
- Men tað er eitt, sum gongur aftur, og tað er Sandágerð. Tað eru ógvuliga nógv hugskot, sum snúgva seg um Sandágerð. Tað er eitt stórt ynski at fáa fleiri hentleikar í Sandágerð, og tí eru tað fleiri, sum ynskja eitt nú klivar til umklæðing til havsvimjarar, hitapottar, kaffisøla og annað, sigur formaðurin í Vinnunevndini.
Annars fevna hugskotini um eitt nú spælipláss, betri møguleikar fyri havsvimjing, sólstólar, útikafeir, uttandura biograf og konsertir og fleiri beinkir og borð úti í náttúruni.
Les meira um hugskotini og ætlanirnar hjá býráðnum í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið.