Ynskja framvegis Aksel til løgmann

Fyrrverandi løgmaður er langt framman fyri sitandi løgmann, tá veljarin verður spurdur um, hvønn hann vil hava til løgmann

37 prosent av føroyingum ynskja Aksel V. Johannsen til løgmann.

Tað vísir nýggja veljarakanningin hjá spyr.fo, sum sæst í Vikuskiftis Sosialinum í dag.

Sambært kanningini liggur fyrrverandi løgmaður væl frammanfyri sitandi løgmann, Bárð Nielsen úr Sambandsflokkinum.

29 prosent siga seg ynskja Bárð Nielsen til løgmann. Undirtøkan hjá løgmanni er kanska ikki so galin havandi í huga, at flokkurin hjá løgmanni, Sambandsflokkurin, bara fær undirtøkur frá 18,8 prosentum av veljarunum.

##med2##

Men liggur løgmaður langt aftan fyri Aksel V. Johannesen í kanningini, so liggur hann tó langt framman fyri Høgna Hoydal, sum er nummar trý løgmaður á ynskilistanum hjá føroyska veljaranum sambært kanningini hjá spyr.fo.

Lesið eisini: Samgongan fær ein lúsing í veljarakanning

Høgni Hoydal fær undirtøku frá 13 prosentum.

##med3##

Næstur Høgna Hoydal kemur Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum við 11 proseintum, Ruth Vang úr Framsókn við 6 prosenum og síðani Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum við hvør sínum 2 prosentum.