Ynskja fleiri blóðgevarar

Blóðbankanum væntar blóðgevarar

Blóðbankin á Landsjúkrahúsinum hevur fyrr fleiri ferðir á ymsar hættir roynt at fáa fólk at gerast blóðgevarar. Hetta kemst av, at blóðbankin altíð hevur í minna lagi av blóðgevarum. Tískil koyra tey altíð í vatnskorpuni, sum Maita Johannesen á laboratoriinum tekur til.

Marita Johannesen sigur, at blóðbankin skjótt aftur má fara at ruska í fólk, fyri at fáa tey at gerast blóðgevarar. Hon leggur afturat, at tey altíð eru glað, tá onkur blóðgevari legst afturat tí verandi lítla skara av blóðgevarum.

Fyri at melda seg sum blóðgevara skal ein vera millum 18 og 60 ár. Ein skal bert møta upp í blóðbankanum og melda seg til.

Av laboratoriinum siga tey, at næstan alt tappað blóð verður nýtt. Møguleiki er at goyma blóðið í fimm vikur, áðrenn tað spillist, men sum oftast verður blóðið nýtt, áðrenn hesar fimm vikurnar eru farnar. Tað er nevniliga so, at fyri at sleppa undan at tveita blóð burtur, verður lítið tappað tá lítið skal brúkast og nógv tappað tá nógv skal brúkast.